hósdagur 17. oktober 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 120
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Rakel Helmsdal
í uppskoti til
stóra virðisløn
Rakel Helmsdal
er í uppskoti til
Astrid Lindgren
Memorial Award
2020, eisini nevnd
ALMA-virðislønin.
Hetta varð í dag
kunngjørt á árligu
bókamessuni
í
Frankfurt. ALMA-
virðislønin
er
størsta bókmenta
virðislønin fyri
barna- og ung
dómsbókmentir
í heiminum. Til
nevningina hevur hon fingið fyri savnaða
ritverk sítt sum rithøvundur, myndprýðari,
søguforteljari og lesifremjari. Hetta er fjórðu
ferð, at Rakel Helmsdal er tilnevnd, og hon
er einasti føroyski rithøvundurin, sum
hevur verið tilnevnd til hesa virðislønina.
Vinnarin verður kunngjørdur á stóru
barnabókamessuni í
Bologna í mai 2020.
18. OKTOBER 2019
Tað var ein øðrvísi móttøka, sum
amerikanski oyðarin, USS Donald Cook, fekk
seinasta fríggjadag – um vit bera saman við
móttøkuna, sum USS McCloy fekk, tá hann
vitjaði á Havnini 9. juli í 1987.
Ta ferðina møtti fjøld av fólki upp
á molanum at mótmæla, tí sagt varð,
at USS McCloy stóð á altjóða lista yvir
krígsskip við kjarnorkuvápnum. Víst varð á
løgtingssamtyktina frá 1983, sum lýsti Føroya
land- og sjóøki sum kjarnorkuvápnafrí
umveldi.
Atli P. Dam, løgmaður, var ikki heima
hendan dagin, men Jógvan Durhuus úr
Tjóðveldisflokkinum, sum var varaløgmaður,
mótmælti hjá ríkisumboðnum og vildi
nokta skipinum at sleppa í Havn í Føroyum.
Men einki batti. USS McCloy legði at ytst
á molanum hendan hósmorgunin um
áttatíðina – hóast fjøld av fólki vóru og
mótmæltu.
Har var felagsskapurin »Fólk fyri friði«
og onnur, sum vildu vísa sína ónøgd við, at
løgtingssamtyktin frá 1983 – kanska – ikki
varð vird.
At summi meintu tað í álvara sást millum
annað, at tá ein kendur mentamaður legðist
á at skera ein av tjúkku trossunum við
einum felliknívi, men varð steðgaður av
einum stórum manni frá sjóverjuni, sum
tók í herðatoppin á honum. Eitt sindur
komiskt sá tað út, tá konan skumpaði
kaskettin av høvdinum á marianaranum,
so hann mátti sleppa mentamanninum fyri
at bjarga kaskettinum. Ein ikki sørt rokutur
dagur á molanum, men vitjanin var sum so
ikki órógvað, hóast mótmælisfundur var á
Vaglinum í Havn seinni hendan dagin.
Tá vóru spentar tíðir, og kalda kríggið
leikaði. Oddamaðurin hjá Fólkaflokkinum
skrivaði í Dagblaðnum, at tað vóru »Fríu
Føroyar og Frædnur-poppgruppan við
temum brúnu hundunum, sum átti
politikkin hjá landsstýrinum, sum varð
førdur ímóti NATO og áhugamálum Føroya í
vestaru samgonguni.«
Soleiðis tosar eingin í dag. Vit halda øll
við USA og Vesturheiminum. Eingin so frægt
sum leggur nakran undir at halda við Putin
og Russlandi. Arktis er tað, sum hevur áhuga
hjá stórveldum sum Kina, Russlandi og USA.
Men vit vilja øll heldur hava USA, sjálvt um
Trump ræður har – og eingin tosar longur
um kjarnorkuvápn og kjarnorkuvápnafrí øki.
Jú sanniliga munur á móttøku 32 ár seinni.
Munur á herskipamóttøkum
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Nú skal tað ikki longur bera til hjá
einum og hvørjum at verða duravørur á
skeinkistøðum og dansihølum.
Tað er endamálið við eini nýggjari
kunngerð, sum Helgi Abrahamsen, lands
stýrismaður í vinnumálum, ætlar at seta í
gildi í næstum .
Í dag verða eingi krøv sett til duravørar
og løgreglan hevur gjørt myndugleikunum
greitt, at ein avleiðing av tí er, at persónar,
sum eru dømdir fyri álvarsom brotsverk,
og sum eru kendir úr narko-umhvørvinum,
ella ella eru settir í sambandi við anabolskar
steroidir, hava virkað sum duravørar.
Men nú skulu krøv setast til tey, sum
eru duravørar, og eitt krav er, at tey skulu
hava prógv í fyrstuhjálp og prógv í at nýta
alla vanliga eldsløkkingarútgerð.
Duravørar skulu eisini vátta, at teir er
kunnugir við reglurnar í matstovulógina,
um rúsdrekkalógina ogpolitiviðtøkurnar.
Men undantøk kunnu gerast frá regl
unum í ávísum førum, tí í mesta lagi í eitt
ár.
Duravørar skulu eisini hava arbeiðs
klæðir, har tað týðiliga sæst, at viðkomandi
er duravørur, eitt nú við at prenta orðið
“Duravørður” á klæðini.
– Tann, ið setur duravørð í starv, hevur
ábygd av at tryggja, at duravørðurin kennir
rýmingarleiðirnar og dugir at brúka alla
eldsløkkingarútgerð á staðnum, stendur í
kunngerðini.
Tað stendur eisini, at duravørðar skulu,
meðan teir eru til arbeiðis, hava sam
leikaprógv uppi á sær og vera teir bidnir
um at vísa tað, skulu teir gera tað, bæði tá
ið gestir og myndugleikar biðja um tað.
Hinvegin eru eingi krøv í kunnugerðini
um at duravørar skulu hava reina revsi
váttan, ella nakað, sum ber á tað borðið,
soleiðis sum tað annars upprunaliga varð
lagt upp til.
Nú skal ein og hvør
ikki longur sleppa
at vera duravørur
Les eisini blaðið
á telefonini
Føroyar mugu
mótmæla
Síða 22
Lagnudagur í
Westminster
leygardagin
Síða 19