leygardagur 11. desember 2004síða 45
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 238 - 11. desember 2004
45
Pedagogar
til Dagstovnin í Fuglafirði
Til stovuna undir Hamri verður søkt eftir 1 peda-
gogi 35 t. viku, at byrja 1. februar 2005.
Starvið er á stovu við 12 børnum í aldrinum
0–3 ár.
Til stovuna í Króki verður søkt eftir 1 pedagogi
40 t. viku, at byrja 1. februar 2005.
Starvið er á stovu við 12 børnum í aldrinum
0–3 ár.
Dagstovnurin er ætlaður 60 børnum og er stovn-
urin skipaður í tvey hús við eini barnagarðsstovu
og eini vøggustovu í hvørjum húsi.
Lønin verður sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevara-
felag Føroya.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Juliannu Næs, leiðara, tlf. 225222 / 444940.
Um eingin pedagogur søkir starvið, kunnu hjálp-
arfólk verða sett fyribils.
Umsóknir saman við avriti av prógvum og við-
mælum skulu vera býráðsskrivstovuni í hendi í
seinasta lagi 12. januar 2005 kl. 10.00.
Býráðið skilar sær rætt til at velja millum inn-
komnu umsóknirnar ella ongan at taka.
Fuglafjørður 09.desember 2004
Fuglafjarðar býráð
Bókadeild Føroya
Lærarafelags
skrivar við hesum út kapping um
at skriva spøkilsissøgu til børn
Endamálið er at vera við í stórari norðurlendskari
bókarútgávu við nýggjum spøkilsissøgum, sum
hava støði í gamlari frásøgumentan. Í savninum
verða 8 norðurlendsk forløg umboðað við einari
ella tveimum søgum hvørt.
Ætlanin er, at allir høvundarnir skulu hittast til eitt
vikuskiftisskeið í Reykjavík saman við forleggjarum
og fakfólki, har søgurnar verða viðgjørdar og betr-
aðar. Listafólk úr ymisku londunum fara at mynd-
prýða søgurnar við litmyndum,og bókin kemur út í
øllum londunum samstundis.
Søgan skal vera fyri 9-12 ára gomul børn, í mesta
lagi 10.000 sløg á knappaborðið. BFL letur eina ella
tvær virðislønir á kr. 7.400,- men tilskilar sær eisini
rætt til onga virðisløn at lata, um ikki verður hildið,
at nøkur søga er virðislønarverd. Handritini skulu
verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjamorgunin
28. januar 2005 kl. 9.00.
Bókmentaliga nevnd Føroya Lærarafelags er dóms-
nevnd.
Bókadeild Føroya Lærarafelags
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
tlf. 317644, bfl@bfl.fo
Toll- og Skattstova Føroya
Stýrið
Fyribilsskráseting 2005
Skal fyribilsskatturin verða rættur, mugu vit hava
rættar upplýsingar um B-inntøku og frádráttir.
B-inntøka
B-skatturin í 2005 verður roknaður út frá teimum
upplýsingum, tú hevur givið á sjálvuppgávuni 2003.
Er B-inntøkan broytt í 2004, verða broytingarnar tiknar
við í fyribilsskattaskránna 2005.
Frádráttir
Hevur tú frádráttir, er neyðugt at upplýsa okkum um
teir.
DIS-skipanin
Siglir tú, ella fert tú at sigla undir DIS-skipanini, eigur tú
at boða frá hesum.
Hevur tú longu boðað frá, er ikki neyðugt at gera tað
umaftur.
Rættingar/fráboðanir
Oyðublað til at rætta ella skráseta fæst á Toll- og
Skattstovuni, í peningastovnum, á posthúsum, og kann
verða heintað á heimasíðuni: www.tollskatt.fo
Tú ert vælkomin at fáa upplýsingar um, hvørjar
skrásetingar vit hava um tíni skattaviðurskifti.
Argir, 8. desember 2004
Sambært grein 28 í høvuðssamtyktini
verður lýst til
Umboðsmannaval
í Sjúkrakassanum Fyri Skála Lækna-
dømi tann 29. januar 2005.
3 umboð fyri Sjóvar kommunu standa fyri vali.
Uppskot við minst 6 valevnum skulu vera sjúkra-
kassanum í hendi innan 22. januar 2005.
Sjúkrakassi Skála Læknadømis
490 Strendur · Tlf. 449212