hósdagur 17. oktober 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 120
22
Føroyar mugu mótmæla,
stuðlið Catalanien !
Johan Mortensen
Spanien er ein av okkara
stóru útflutningsmarkn
aðum og Catalanien er
vorið eitt sera væl umtókt
ferðamál hjá Føroyingum.
Spanien er eitt áhugavert
og gott land, men tíðanverri
við einum nú sitandi sera
harðrendum stýri sum ikki
vil góðtaka ynski hjá Cata
lanien um sjálvstýri hóast
demokratiskur meiriluti er
fyri hesum.
Catalanien biðir ídag
um alheims hjálp við at
mótmæla yvirfyri Sponsku
Stjórnini at 9 ósekir, fongsl
aðir Catalanskir politikarir
hava fingið næstan 100 ára
fongulsdómar. Hesir dóm
ar eru eitt óhoyrt brot á øll
mannarættindi.
Eg heiti á nýggja uttan
ríkisráðharra okkara Jenis
av Rana um Føroya vegna at
senda mótmæli til Sponsku
stjórnina. Føroyar eru ein
kristin tjóð, vit byggja á tey
kristnu virðini og vit hava
skyldu at verja tey sum eru
fyri órætti og átala har sum
órættur verður framdur.
Hóast Føroyar eru lítlar
á altjóða pallum so hava
vit eina rødd og moralskan
rætt at mótmæla tá ósek
fólk verða tveitt í fongsul.
Íslendarir sýndu dirvi tá
teir á sinni lótu Bobby Fisher
búseta seg í Íslandi. Latum
okkum sýna sama dirvi og
bjóða Puigdemont politiskt
friðskjól í Føroyum.
Niðari Hoydalur
Árni av Reyni
Hoyvík, tann 5.
juni 2017
Niðari Hoydalur í Hoyvík
er í orðum og greinum í
síðstuni so týtt og týðum
nevndur.
Sanatoriið í Hoydølum,
bygt í 1907, tók ímóti sínum
fyrstu búfólkum í 1908.
Summi teirra komu til
gongu ella í reiðvagni niðan
úr Havnini.
Dánjal Hoydal, ættaður
av Sandi, pápi Karsten Hoy
dal, rithøvund, førdi henda
reiðvagn.
Flutti Dánjal í rossavagni
sínum fólk niðan til Hoy
dalar eins og oman til Havn
ar – tey sjúku og tey lektu,
eins og tey ið farin vóru.
Leikapettið eftir Karsten
Hoydal, bókin hin fjálga um
Dalin hin Fagra, lýsir so væl
hesa tíðina.
Tey fyrstu árini fóru
mong, ið sjóvegis komu, upp
á Boðanesi.
Vagnur Michelsen skriv
ar á vælumtóktu heimsíðu
síni Hvannrók í undanfarna
ári forkunnuga grein um
Niðaru Hoydalar.
Niðari Hoydalur er part
ur av frílendi, ið fevnir um
Ternurygg, Ovara- og Mið
Hoydal og oman á Boðanes.
Rigmor Dam, landstýris
kvinna, róði í fjør vár upp
undir hugskotskapping í
sambandi við økið og bygn
ingarnar hjá Glasi í Hoy
dølum, og fyrr í ár hevur
MMR útskrivað kapping við
Niðaru Hoydølum í huga.
Hjá einstøkum politik
arum eru í seinastuni birtir
fram tankar um Niðaru
Hoydalar, og eru teir hvør
um annan komnir fram við
fjølbroyttum hugskotum
við Dalinum.
Nú rennur fram fyri meg
frásøgan hjá pápa, Ingálvi
av Reyni, um ta ferðina, tá
ið teir báðir, Mikkjal á Ryggi,
hittust á fyrsta sinni:
Tað var tann 4. februar
1948. Eg sat á einum steini
uppi við brúnna í Hoydølum
og teknaði. Tá kom maður
gangandi. Eg gav honum
ikki gætur, fyrr enn hann
legði hondina á øksl mína.
Hetta var Mikkjal á Ryggi,
sum var á Sanatoriinum tá.
Tá letur í Mikkjali: “Tað
ber til, situr og teknar
garðalagið heldur enn ta
vøkru og fríðu fløtu, oman
fyri er!”
Eg sigi tá við Mikkjal:
“Garðalagið er gamalt og
um at farast, men fløtan
verður liggjandi.” “Tað er
nakað um tað,” helt Mikkjal
tá fyri.
Mikkjal beyð mær síðan
niðan í kamar sítt á Sana
toriinum, har hann vísti
mær skitsur og tekningar
til Fuglabókina, sum kom
út í 1951. Tekningarnar tók
Mikkjal út undan songini.
Mikkjal var ikki nøgdur
við tekningina av tjaldr
inum. Segði hann, at tjaldrið
stendur
ongantíð
við
nevinum beint fram, men
letur tað hella á skák.
Ingálvur av Reyni, 1. juni
1984
Vinarlag pápa við Mikkjals
í árunum, sum komu, er ein
onnur søga, men hugtak
andi er samrøðan millum
listarmenninar báðar við
fløtuni í Niðaru Hoydølum
sum aðalevni.
Alfagri bletturin eigur
eftir míni hugsan at verða
liggjandi, sum hann altíð
hevur ligið.
Ítrótturin eigur sítt pláss
í Gundadali.
Vónandi verða lyftini
við fyribilsbygningunum
í Hoydølum hildin, og
væntað verður, at avvarð
andi myndugleikar sýna tað
fyrilit, teimum sømir.
Eitt hugskot hjá Kristi
onnu Winther Poulsen um
ein listadepil í Hoydølum
tykist mær áhugaðvert. Á
áðurnevndu heimasíðu hjá
Vagni Michelsen taka við
merkjarar undir við tank
anum. Ein samanrenning av
ymsum hugskotum er eisini
verd at hugsa um.
Nú eru røddir frammi um
at flyta Tjóðsavn okkara úr
Hoyvík og oman í býin. Eitt
Tjóðssavn hoyrir ið hvussu
so er ikki heima á Skálatrøð.
Uttan at taka dagar
ímillum hugskotini øll,
sum munnu fara at koma,
haldi eg, at tað hevði verið
upplagt við einum Tjóð
savni í Hoydølum. Talan
er um tveir kilometrar til
gongu hjá ferðafólki av
Kongabrúnni eftir Strand
arvegnum móti Gamla Vegi
í Hoyvík og fram í Dalin.
Alt so at siga eftir sløttum.
Styttri gongutúr fær føroy
ingurin ikki, skal hann á eitt
Tjóðsavn uttanlands.
Úr Dalinum er teinurin
stuttur niðaná til Útisavnið
Heima á Garði í Hoyvík.
Nú um dagarnar kom
fram víðfevnd ætlan við
økinum á Boðanesi og í Hoy
dølum.
Vónandi verður hóvsemi
sýnt við at leggja gøtur og
at planta, tí tað er ikki bara
sum at siga tað at fríðka um
hetta økið í Hoydølum, so at
tað fer at taka seg betur út,
enn sum nú í sínum upp
runa – .
Fer hon at liggja, sum hon
í øldir hevur ligið, henda hin
fríða fløta, so sum Ingálvur
og Mikkjal báðir sóðu hana
fyri sær á sinni?
Eftir umbøn frá
greinskrivaranum verður
lesarabrævið prentað
umaftur, nú málið aftur er
aktuelt. Lesarabrævið stóð
fyrstu ferð í Sosialinum á
sumri í 2017.
PARTABRÆV Í P/F
TJALDUR TIL SØLU
Vegna deyðsbúgv verður eitt partabræv í P/F Tjaldur,
nominelt kr. 42.500,00 við hesum lýst til sølu.
Áhugaði kunnu venda sær til:
ADVOKATVIRKIÐ
Skansavegur 1, 100 Tórshavn
Tlf. 31 21 71 – teldupostur: sigrid@advokatvirkid.fo
heimasíða www.advokatvirkid.fo
Leys størv á
Landssjúkrahúsinum
Starvsfólk til Tænastudepilin
Umsóknarfreist 18. oktober 2019
Varaleiðari til Køkin
Umsóknarfreist 21. oktober 2019
Ergoterapeutur til Ergo- og fysioterapideildina
Umsóknarfreist 21. oktober 2019
Fysioterapeutur til Ergo- og fysioterapideildina
Umsóknarfreist 21. oktober 2019
Sjúkrarøktarfrøðingur til B6
Umsóknarfreist 21. oktober 2019
Reingerðarstarvsfólk til Tænastudeildina
Umsóknarfreist 25. oktober 2019
Varaleiðari til B8
Umsóknarfreist 28. oktober 2019
Barnsburðarfarloyvisstarv á B8
Umsóknarfreist 28. oktober 2019
Sjúkrarøktarfrøðingur til Eygnadeildina
Umsóknarfreist 29. oktober 2019
Bioanalytikarar til Diagnostiska depilin
Umsóknarfreist 01. november 2019
Skrivstovulærlingur til Landssjúkrahúsið
Umsóknarfreist 04. november 2019
Les meira og sí fleiri størv á www.ls.fo