Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-17, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. oktober 2019síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. OKTOBER 2019 SOSIALURIN 120 30 TRÓNDUR ARGE S unnudagin klokkan 15 verður næstseinasta umfari í landskappingini hjá monnum. Øll eygu eru vend móti Klaksvík og Gøtu. Klaks­víkingar taka móti NSÍ, meðan gøtumenn og leirvíkingar taka móti árstalsfelagnum úr Gundadali, B36. KÍ hevur tryggjað sær gott pláss í FM-finaluni. Um einki ørt hendir sunnudagin, so kann KÍ við sigri á B36 á seinasta leikdegi vinna sær FM, tí felagið hevur betri málmun enn teir hvítu og svørtu úr Gundadali. Jákup á Borg og hansara menn í B36 eru kroystir at fáa í minsta lagi eitt stig í Sarpugerði móti Víkingi. Stendur B36 eftir við ongum og KÍ vinnur, so skal B36 vinna í minsta lagi við fimm mál­um móti á seinasta leikdegi fyri at vinna FM. 26. umfar snýr seg mest um hvør fær besta útgangsstøðið til FM-finaluna, sum verður leygar­ dagin 26. oktober í Gunda­dali. Her kann eisini nevnast, at bæði liðini hava fleiri spælarar, sum bara eru eitt gult kort frá at fáa leikbann. KÍ-NSÍ (Beinleiðis á FM1) Sunnudagin klokkan 15 DÓMARI: KÁRI Á HØVDANUM Heimaliðið hevur Semir Hadzibulic tøkan aftur, nú NSÍ kemur á vitjan. Gestirnir eru uttan Odd Højgaard og Pól Jóhannus Justinussen. NSÍ hevur tryggjað sær pláss í Evropa við at vinna í Gundadali móti, men helst kemur tað at merkjast at Oddur Højgaard og Pól Jóhannus Justinussen sita uttanfyri við leikbanni. KÍ hevur vunnið báðar innanhýsis dystirnar í hesum kappingarinum. Fyrri dysturin var í 5. umfari, tá Jóannes Bjartalíð og Jonn Johannesen skoraðu málini tíðliga í dystinum, men meginpartin av seinna hálvleiki vóru klaksvíkingar í undirtal. Teir hildu tó fast og vunnu. Liðini hittust aftur í 16. umfari í einum dysti, sum bleiv fluttur til mikukvøldið 18. septembur. Undir frálíku ljósunum við Løkin vann KÍ 1-0 við máli, sum innskifti Páll Andrasson Klettskarð skoraði. Tað er ongin ivi um, at KÍ ætlar sær at vinna dystin og harvið geva sær tveir útfallsmøguleikar í FM-finaluni. Um KÍ vinnur er nokk við javnleiki í Gundadali móti B36. Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, tykist hava gott tak á hópinum, sum eisini telur nógvar lyklaspælarar, ið ikki kenna sama KÍ-trýstið, sum teir lokalu. Kanska tað er ein fyrimunur? NSÍ er uttan tveir spælarar, sum fylla nógv og tað kann koma at merkja dystin. Tí fellur tippingin heimaliðnum til góðar. SOSIALURIN TIPPAR 3-1 Víkingur-B36 (Beinleiðis á FM1) Sunnudagin klokkan 15 DÓMARI: DAGFINN FORNÁ B36 fer til Gøtu vitandi um, at teir kunnu í ringasta føri spæla sær av FM-møguleikan. Eitt tap, samstundis sum KÍ vinnur í Klaksvík, ger óbótaligan skaða. Skaðalistin hjá B36 hevur ongantíð verið styttri enn hesa ferð í ár. Liðið hevur alt kalla allar spælarar tøkar uttan Róald Jakobsen og Erlend Magnusson, sum eru langtíðarskaddir. Erlendur Magnusson sleit krossbandið, men er byrjaður at venja aftur og spælir væntandi aftur komandi kappingarár. B36 hevur tað søguliga trupult í Sarpugerði, men tað tykist sum kappingarandin er rokin eitt sindur í Víkingi, eftir at Løgmanssteypið og Evropa- plássini eru farin teimum úr hendi fyri í ár. Atli Gregersen (37) og Sølvi Vatnhamar (33 ár) hava spælt tveir fullar landsdystir, meðan Elias Lervig og Heðin Hansen hava leikbann. Tað talar fyri B36 hevur munin og við einum góðum avriki helst kann avgera útfallið av dystinum. Víkingarnir vístu tó, at teir ikki leggja seg. Teir vóru leingi á odda móti KÍ í farna umfari, men orkan fór úr teimum móti endanum. Tað kann eisini henda hesaferð. SOSIALURIN TIPPAR: 1-2 HB-TB (15.00) Sunnudagin klokkan 15 DÓMARI: RÚNI GAARDBO Undan dystinum móti TB sunnudagin hevur HB gjørt sáttmála við 16 ára gamla Samuel Johansen Chukwudi, sum í ár hevur spælt á U17, U21 og í 1. deild, og í dystinum ímóti NSÍ í 25. umfari, fekk hann sínar fyrstu minuttir á besta liðnum. - Samuel verður lýstur sum ein skilagóður miðvallari, sum við hørðum arbeiði og eyðmjúkleika er komin har hann er í dag. Vit ynskja honum til lukku við sáttmálanum, og gleða okkum at síggja meira til hann, skrivar HB á Facebook. Felagið skal hava nýggjan venjara, meðan spælarar sum Hørður Askham, Tróndur Jensen og Teitur M. Gestsson hava gjørt nýggjar tvey ára sáttmálar. TB kemur til Havnar við nýggjum venjaratoymi, eftir at Zoran Pavlovic bleiv sagdur úr starvi. Nýggir venjarar eru Tórður W. Holm og Karl Øster. Teir fingu ein ordans elddóp, tá TB í farna umfari tapti 5-1 á Skála. Nú er spurningurin um TB klárar at steðga bløðingini. HB hevur ikki rakt plett í ár og er uttan fleiri spælarar til hendan dystin, sum ikki hevur so nógv at siga fyri endaliga úrslitið. Væntandi fær 16 ára gamli Samuel Johansen Chukwudi møguleikan frá byrjan, nú spælarar sum Bartal Wardum, Binni Hlødversson og Dan í Soylu sita uttanfyri, umframt Hørður Askham og Tróndur Ikki við: Jógvan Jóhannesarson (knæið, restina av árinum), Høður Tórsson (økslin), Jákup Pauli Breckmann (beklað) Ivasamur: Gert Drangastein (tjúkkin), Jobin Drangastein (pína), Bjarki Nielsen (fipur) Ikki við: Róaldur Jakobsen (Fótlið, langtíðarskaði), Erlendur Magnusson (Krossband, langtíðarskaði), Fróði Clementsen, hjálparvenjari (bann) Ikki við: Andras Olsen (krossband, langtíðarskaddur), Leif Niclassen (fótur, langtíðarskaddur), Petur Zachariasen (heilaskjálvti) Við aftur. Árni G. Olsen Ivasamur: Arnar Dam (knæið), Tóki H. Johannesen Við aftur: Árni G. Olsen (leikbann) Ikki við: Tróndur Jensen (krossband, 9-12 mánaðir), Hørður Askham (krossband, 9-12 mánaðir), Brynjar Hlöðversson (leikbann, reytt kort), Dan Í Soylu (leikbann, 7 gul), Lasse Andersen (leikbann, 7 gul), Bartal Wardum (baklærið) Ikki við: Jan Ellingsgaard (liðband í knænum, restina av árinum), Poul N. Mikkelsen (knæið, langtíðarskaddur), Henry Heinesen (ryggurin, langtíðarskaddur), Jan Ó. Ellingsgaard (knæið), Høgni Madsen (leikbann, 7 gul), Andy Olsen (leikbann, 4 gul) Ivasamir: Dávid Langgaard (knæið), Ari Ó. Ellingsgaard (baklærið) LIÐ TÍÐINDI B36 HB AB EB/STREYMUR Upptakt 26. umfar: Tað er bara í FM-stríðnum, at tað stendur nakað upp á spæl. Evropa plássini eru deild út, HB hevur vunnið Løgmanssteypið og støðan í 1. deild ger, at ongin niðurflytari verður. Eftir er kapprenningin millum KÍ og B36, sum ikki verður avgjørd fyrr enn á seinasta leikdegnum ÍF KÍ OG B36 RENNA KAPP