týsdagur 22. oktober 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. oktober 2019 · Nr. 122
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Her í blaðnum hava vit so mangan
koyrt á politikararnar – fyri at hava
tiltuskað sær serrættindi fram um
onnur fólk. Og tað av røttum. Tí polit
ikarar hava sum lønarbólkur tiltusk
að sær serrættindi, sum eingin annar
starvsbólkur fær.
Fyri at lýsa hetta fingu vit Lív fyri
tveimum árum síðani at rokna út,
hvussu nógv ein vanligur føroyingur
skal gjalda inn til eina pensjónsskip
an, til dømis hjá Lív, fyri at fáa somu
pensjón útgoldna, sum løgtingsfor
maðurin fær.
Tað er so mikið væl lagt til rætt
is hjá politikarunum, at løgtingsfor
maðurin fær slakar 85.000 kr í løn
um mánaðin. Umframt skattafrítt
ískoyti upp á góðar 7.000 krónur. Tá
hann fer frá fyri aldur, so fær hann
60 prosent av tí lønarflokki, hann er
í, sum svarar til góðar 39.000 krón
ur um mánaðin. Og tað fær tingfor
maður, sum hevur verið í starvi í 8 ár.
Ja eftir 8 árum hevur tingformaður
fullan sstarvsaldur. Og hann kann
fáa tað longu tá hann er 60 ár!
Tað var hetta, sum vit vildu hava
Lív at rokna út. Hvussu nógv skulu
Palleba og Marsanna gjalda inn til
Lív um mánaðin í 8 ár, fyri at fáa tað
sama, sum løgtingsformaðurin fær.
Og svarið var, at um Marsanna og
Palleba gjalda 135.000 kr í eina pen
sjónskipan um mánaðin í 8 ár, so
kunnu tey fáa somu pensjón, sum
løgtingsformaðurin fær. Tað vil siga,
at veruliga løn formansins er 240.000
krónur um mánaðin.
Løgtingsformaðurin
segði
við
útvarpið um dagarnar, at hann um
hugsar at finna súltaða uppskotið hjá
undanfarna tingformanni framaftur.
Tað var eitt uppskot, sum ein arbeiðs
bólkur hevði gjørt, sum normaliser
aði lønarviðurskiftini hjá tingfólki.
Politikarar vilja treyðugt av við
vunnin rættindi – sjálvt um talan
heldur er um tiltuskað rættindi, tí
tingfólk hava ongan mótpart at sam
ráðast við.
Vit hava her á blaðnum ferð eftir
ferð gjørt vart við hetta seinastu 25
árini. Tað skapti so mikið kjak, at
tveir løgmenn tríggjar ferðir settu
serfrøðingabólk at arbeiða við mál
inum. Síðstur var Kaj Leo Holm Jo
hannesen. Tað endaði við, at lønirnar
hjá landsstýrisfólki vóru normalis
eraðar við vanligari eftirløn upp á 15
prosent.
Takið ikki feil. Vit unna politik
arum góðar lønir, tí tað er krevjandi
arbeiði at vera politikari. Men vit
unna teimum ikki gyltar ógjøgn
umskygdar almennar pensjónir í
40.000 klassanum. Tað hava vit ikki
ráð til og tað hava teir ikki uppi
borið. Politikarar skulu sjálvandi
hava somu pensjónsviðurskifti, sum
onnur fólk. Til dømis pensjónsinn
gjald upp á 15 prosent. Tá kostaði
tingformaðurin
skattgjaldarunum
12.000 kr um mánðin í staðin fyri
135.000 kr um mánaðin í pensón.
Tí er málið so øgiliga einfalt,
nú tingfólk skulu fáa skil upp á
pensjónsviðurskifitni hjá fólkinum
í Føroym:
– Gevið fólkinum somu pensjón
skipan sum tykkara – ella øvugt,
gevið tykkum sjálvum somu pen
sjónsskipan sum fólkið. Tá kunnu tit
hyggja bæði Marsannu og Palleba í
eyguni!
Fólkið skal hava somu
pensjónstreytir sum tingfólk
FÁ NÚ SKIL Á PENSJÓNUNUM
Longd: ...................... 18.5 metur
Breidd:.........................4.5 metur
Dýpd:...........................2.5 metur
Last: ..................64 M3 Yvirdekka
Krani: ............8 tons og 2 koppar
Motorur: ...............412 HK motor
Generator: .....................100 Kva.
BÁTURIN
ÚTGERÐ
ARBEIÐI
Væl egnaður til kaving, arbeiðs-
skip,
sleip,
havbotnskanningar,
arbeiði uppá- og legging av káplum
og at sigla frakt til smáoyggjar.
Góðkendur av Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni til arbeiði í alingini.
Síðuskrúvu, stórt dekk, stóra messu,
wc, brúsa og 4 koyggjur.
Alla nautiska útgerð. Slangu-
kavaraútgerð v/video, Trykkamar
og ROV- 100 metur.
VIT LOYSA UPPGÁVUR
Á SJÓNUM