Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. oktober 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. oktober 2019 · Nr. 122 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Herfyri tók Eyðfinn Magnus­sen, sum í nøkur ár hevur skrá­sett haruveiði í Føroyum, trygdar­skeið til vápnaloyvi - ella vápnatrygdarskeið, sum tað eisini verður rópt. - Hóast hetta ikki er neyðugt í mínum føri, tá persónar, sum eru føddir í 1985 ella fyri ta tíð, kunnu fáa vápnaprógv uttan vápna­trygdarskeið, kann eg av­gjørt viðmæla øllum haru­ monn­um at taka skeiðið. Eyðfinn Magnussen vísir á, at á skeiðnum lærdi hann mill­um annað um kalibur, um longd á patrónum - og um, at summ­ar patrónir eru ov langar til onkrar byrsur. - Hvussu langar patrónir tín byrsa kann taka, stendur sum oft­ast graverað á byrsupípuni, sigur hann. Á vápnatrygdarskeiðnum lærdu hann eisini, at summar patrón­ir kunnu vera ov kraft­miklar til onkrar byrsur, og brúk­ar tú kraftmiklari patrón­ir, enn byrsan tolir, kann hon skrædna. - Hvussu nógv trýst tín byrsa tol­ ir, stendur eisini graverað á byrsu­ni - antin beinleiðis við tøl­um ella við einum tekni, og styrk­in á patrónunum stendur van­liga á patróneskjuni, sigur hann. Læra um trygd Eyðfinn Magnussen vísir á, at tey á skeiðnum eisini lærdu um trygd og um, hvussu ein byrsa skal handfarast á tryggan hátt, so tann, ið ber byrsu, ikki er til vanda fyri seg sjálvan, ei heldur fyri tann ella tey, ið skotið verður saman við. - Vit lærdu, at ein afturlatin byrsa er at meta sum ein lødd byrsa, og at tú tí altíð skal “knekka” byrsuna, áðrenn tit møtast í haganum. Skeiðið, sum Eyðfinn Magnus­ sen tók, var partur av Tórshavnar Kvøldskúla, men kann eisini takast aðrastaðni í landi­num, og skeiðið kostaði 900 krónur. Hann sigur, at skeiðið var í tvey kvøld frá klokkan 19-21.35, og leygarmorgunin varð undi­rvíst í tríggjar tímar á skjóti­breyt­ini. - Eg kann viðmæla øllum haru­ monnum at taka vápna­trygdar­ skeiðið - bæði fyri sína egnu skyld, men eisini fyri, at tey, ið skotið verður saman við, einki skulu hava at óttast, sigur Eyðfinn Magnussen, sum leggur aftrat, at tað er Um­hvørvis­stovan, sum umsitir vápna­loyvi og skrásetingina av byrsum. AFTURLATIN BYRSA ER AT META SUM LØDD BYRSA - Eg kann viðmæla øllum harumonnum at taka vápnatrygdarskeiðið - bæði fyri sína egnu skyld, men eisini fyri, at tey, ið skotið verður saman við, einki skulu hava at óttast, sigur Eyðfinn Magnussen VEIÐA Falkavegur 6 · FO-100 Tórshavn · Tel. 34 46 00 · T-post: krosstein@krosstein.fo · www.krosstein.fo Grafix 504251 Byrsur SÍ MEIRA Á WWW.KROSSTEIN.FO Keyp eina Dickinson pumpgun ella Dickinson hálvautomatiska byrsu og fá -20 % av Gamebore og Clever patrónum Eyðfinn Magnussen viðmælir øllum harumonnum at taka vápnatrygdarskeið. Mynd: David Malik Jørgensen