Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-22, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. oktober 2019síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 23. oktober 2019 · Nr. 122 TILTØK HEILSAN Nýggjársguðstænasta Adventistakirkjan Leygardagin 26. oktober 2019 Kl. 10 Bíbliugransking: Birgir Johannesen Kl. 11 Sabbatsgudstænasta: Bergur Jensen Dagtilhaldið Blákollan á Oyri Opið er týsdag og hósdag frá 14-18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Ebenezer Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Hóskvøld kl. 20: Ungdómsmøti. Hjartaliga vælkomin www.Ebenezer.fo Frelsunarherurin, Tórshavn: Mikudagur 23.10 kl 20.30 Bíbliulestur og bøn Hósdagur 24.10 kl 19.00 Ungdómskvøld Sunnudagur 27.10 Tórshavnar korps 95 ár. kl 10.30 Bønarløta kl 11.00 Halgunarmøti, Solfrid Bakken talar Kl 13.00 Sunnudagskúli kl 18.00 Evangeliskt møti, Ann Pender talar Orðið á borðið luttekur v/ sangi á báðum møtunum. Øll eru hjartaliga vælkomin.d KATÓLSKA KIRKJAN Hvønn gerandisdag verður Orðs­guðstænasta í Kerit kl. 17.30. www.katolsk.fo KELDAN, SKÁLAFIRÐI Mikukvøldi er matstovan opin fra kl. 17-19:30 Leygarkvøldi kl. 20, Awake við Euroclass Sunnudagin kl. 11, Familjumøti Christmas child. www.keldan.fo KFUK Hósdagur 24. oktober kl. 15.00: Binditreff, allar kvinnur eru vælkomnar. Mánadagin 28. oktober kl. 15.00: Seinnapartsamkoman við Eyðgerð abrahamsen. Evni: Ápostlasøgan kap. 25. Hósdagur 31. oktober kl. 15.00: Binditreff, allar kvinnur eru vælkomnar. Hósdagin 31. oktober kl. 20.00. Varðmenn hittast KFUM & K Klaksvík Vika 43 18.00 – 21.00 Mánakvøld, týskvøld, hóskvøld og fríggjakvøld arbeiða vit inni og uttanfyri í KFUM & K. Allir menn vælkomnir Mikudag Kl.20.00 Bíbliutími. Lukas kap. 1. Olivar lesur Hósdag Kl.17.30 Juniormøti fyri 5. – 7. Flokk Fríggjadagin byrja stórmøtini í Havn. Møtu eru fríggjakvøld og leygarkvøld kl.19.30 og kl.22.00 og sunnudagin kl.15.00 og kl.18.00 Sí spennandi skrá á og www. mission.fo Sunnudag Vegna stórmøtir í Havn er eingin sunnudagsskúli og møti, men ungdómsmøti er kl.20.30 Til møti kl.18 í Havn, koyra bilar frá KFUM & K kl.16.00, um ein skal við, sig frá á tlf. 212480 Sí meira á facebook: kfumogkklaksvík Hvannasund Møti verður i kirkjuhúsinum sunnudagin kl. 18.00 við Justinus Poulsen Meinigheitshúsið í Havn Hósdag kl. 20.00: Ungdómsmøti Vikuskifti 25.-27. oktobur verður víst til Stórmøtini hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í Høllini á Hálsi (sí mission.fo) Missiónshúsið við Landavegin Sunnukvøldi einki møti Oasan Sunnumorgunum kl 11. Møti. Soli Deo Gloria hevur møti Pensionistafelagið í Havn. Mikudagin 23. oktober kl. 19,00 verður ársaðalfundur felagsins. Allir limir eru vælkomnir. NB! Tekningarlisti til jólaborð- hald verður framlagdur.! Mikudagin 30. oktober kl. 19,00 verður fundur. Allir pensionistar eru vælkomnir. NB! Tekningarlisti til jólaborðhald verður lagdur fram. Reyða Kross Vitjunartænasta Vitjunartænastan hjá Reyða Kross Føroya virkar nú í hesum økjum. Tórshavn Eyrith tlf. 513784 Marin 284333 Sørvágs kommunuøki Anna Sophia tlf. 272142 Vága kommunuøki Hansia tlf. 229705 Sandoyar kommunuøkir Óløf tlf. 561348 Kristbjørg tlf. 281708 Norðoya øki Maria Olsen tlf. 282171 Gerda Absalonsen tlf. 215174 Nes kommunuøki Eigil Andersen tlf. 212129/448960 Maja Højgaard Jakobsen tlf. 244173 Sjómanskvinnuringyrin á Argjum kemur saman mánakøldið 28. okt. 2019 kl. 20.00. Mint verður á jólapakkarnar. Allar kvinnur eru vølkomnar. Soli Deo Gloria Mikudagin kl. 20.00 - 21.30 bøn/tilbiðjan Hósdagin kl. 19.30 bøn Hósdagin kl 20.00 ungdómsmøti við Euroclass Sunnudagin kl. 17.00 bøn Sunnudagin kl. 18.00 Møti v/ nátturða, øll hava við. Euroclass luttekur til SDG- børn, Marianna Jacobsen talar og vit samla skógvaeskjurnar inn. Vit síggjast :) Virkin sum longst Vit møtast hvønn týsdag frá kl. 15.00 til 18.00 í Sørvágs skúla. Drekkamunnur og køka er at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin. Visit Tórshavn Mikudagur 23. oktober 13:00 U17 gentur EM undankapping: Føroyar – Aserbaijan á Tórsvølli 19:30 Open mic/Open Stage á Reinsarínum. Serligur gestur: Ragnar. Ókeypis atgongd 20:00 Filmsfelagið: Út at stjala ross í Havnar Bio. 90kr 21:00 Pub Quiz í Essabarr. Ókeypis atgongd. Hósdagur 24. oktober 16:00 Andreas Liebert í Tutl. Ókeypis atgongd 20:00 Pub Quiz í Mikkeller. Ókeypis atgongd. Fríggjadagur 25. Oktober 16:00 Ostur og vín í Fútastovu 19:30 Stórmøti í Høllini á Hálsi. Kirkuliga Heimamissiónin skipar fyri. 20:00 Heyststevnan 2019 í Filadelfia 20:00 Barnadansur í Norðurlandahúsinum. Ókeypis atgongd 21:00 Hanus G. Johansen á Reinsarínum. 150kr 22:00 Pub Quiz í Irish Pub. Ókeypis atgongd. 24:00 Open Mic í Loca. Ókeypis atgongd Leygardagur 26. oktober 10:00 Heyststevnan 2019 í Filadelfia 10:00 Tax-Free dagur í miðbýnum 10:00 Essabrunch í Essabarr frá kl.10-14 13:00 Stórmøti í Høllini á Hálsi. Kirkuliga Heimamissiónin skipar fyri. 15:00 Betri deildin: B36 – KÍ í Gundadali 24:00 Halloween í Glitnir. Ókeypis atgongd 24:00 Two Generations spæla til dans í Havnar Klubba Sunnudagur 27. oktober 10:00 Essabrunch í Essabarr frá kl.10-14 11:00 Stórmøti í Høllini á Hálsi. Kirkuliga Heimamissiónin skipar fyri. 11:30 Bronsj á Hvonn frá kl.11:30 – 14:30 12:00 Ommusa Lamskjøt á Katrina Christiansen frá kl.12 – 15 14:00 Hondbóltur, kvinnur: H71 – Kyndil í Hoyvíkshøllini www.whatson.fo Margeir Toftegaard sjeyti fimm ár, týsdagin 22. okt Ja, tað er nógv at fara um, tá ið ein er uppvaksin á Bakk­ anum í Fuglafirði. Hetta jørð­ildið var hugtakandi bæði fyri yngri og eldri sálir. Tá ið vit eldast, hugsa vit nógv um okkara uppruna. Foreldrini hjá Margeir vóru Helga og Emil Toftegaard. Helga var dóttir Andreu og Símun Paula. Andrea doyr í barsil við Andreu í Máini, 1. Januar 1922, sum varð upp­ kallað eftir mammu síni. Sím­un Pauli doyr 25. des. 1924 eisini í bestu árum. So­ statt gerast Helga og systkin hennara faðir- og móður­ leys. Helga vaks upp hjá Else­ beth Mariu. Ið var kallað Mia. Aksel var t. d. beiggi Annu á Støðini, sum eisini var so mikið óheppin, at hann doyði av lungnabruna í nov. 1924. Emil var sonur Rakul og Elias Toftegaard. Margeir er føddur 22. okt. 1944. Tey eru 4 systkin. Yngstur er Egil – so Margeir, Eyðbjørg og elst, Sólrun. Tá ið komið verður til barnaár, so var fjøran dygst við barndómsheimið. Ikki so langt frá var Stórabrugv og Kaiin, har skip sigldu javnan út og inn. Ja, mangt er at rógva aftur á. Lívsins dráttur í barnaárum setti eisini síni spor. Einum sinni, har Margeir sum heilt lítil var dottin á sjógv, hevði mamman eingi turr klæði at lata hann í, so hann mátti leggja seg undir dínuna eina løtu, men tað tímdi Margeir ikki. Mamman hyggur út ígjøgnum køksvindeygað, og sær Margeir fara um vegin oman í fjøruna í klædnaplaggi frá systrini Eyðbjørg. Eitt, sum rørir sinnið er flakatíðin. Tað var stuttlig og spennandi tíð, tá ið flak­ arnir vórðu smíðaðir. Mar­ geir var góður til hend­ur­nar, og eingin ivi var um , at flak­ in hjá Margeir var tann snøgg­asti. Hetta var ein sera sjáld­som tíð. Róð var við flakunum út á fjørðin at hekla, við skrubbuloddi og settu línu. Satt at siga vóru bakka­dreingir innuløgu­ menn, tí mangan var eisini farið á seiðaberg á Kol­ brúnna, kaiina og norður á Ennið. Fyrstu ferð Margeir fær part, var ein dagin hann var á Galvinum og dyrgdi við Pól Ennigarð. Báturin hjá Póli var ein maskinbátur, ið æt Norðbingur. Stórseið fekst tú altíð um hetta mundið á Galvinum, og hetta varð selt á Piddabrúgv til fólkið. Tá ið Margeir kom úr skúlanum dagin eftir, bankaði Pól upp á dyrnar og gav honum uml. 10 krónur og segði: “ Hetta skal verða tín partur.” Ùtróðrarbáturin Støðin og aðrir bátar. Emil, pápi Margeir,dreiv útróðrarbátin Støðina, sum Kjølbro átti. Margeir var við hesum báti sum 11 ára gamal t. d. vestanfyri í eina viku – frá mánadegi til leygardag. Tá ið hann lá við landnyrðingi varð farið vest­urum. Teir lógu inni á Mið­vági og engdu. Margeir var eisini við mangar túrar, tá ið róð var út av Fuglafirði. Tá ið Margeir hevði fingið prestsins hond á høvdið, var hann fastur útróðrarmaður umborð á Støðini. Við vóru 8 mans – Andrew Hansen, mot­orpassari, Edvard á Bakk­anum, Pól Ennigarð, Hans David í Vík, Jens Clem­ int, Emil, Sivard á Høvd­an­ um og Margeir. Margeir stóð við spælið og kveylaði línu niður í stamp­in. Ein annar av mann­ingi stóð við rulluna. Hann var so ringur av sjó­ verki, so hann mátti læra seg at spýggja , meðan hann kveylaði niður í stampin. Pápi hansara, Emil var út­ róðr­arformaður á hesum báti við byrjan av fimmti ár­ unum til uml. 1960. Pilot, Núgvunes og aldubáran. Henda tíðin hjá Margeiri var eins og lunnarnir til sjólívið. 1960 fer Margeir við Pilot á Vesturlandið í Íslandi og vóru teir á hesi leið í hálvan triðja mánað. Fiskað varð við snøri, teinaloddi í sjálv­ drátti. Emil smíðaði son­in­ um ein lippukassa, áðrenn farið var avstað. Petur Halga­dal var skipari. Ì okkara dreingjaárum varð mangan sparkað bólt á kai­ini. Ein dagin, meðan vit reikaðu um hesar sand­tinn­ ur við bóltinum, kemur Pet­ ur Lervig, Petur á Regni úr Leir­vík og spyr um nakar okkara dugdi at starta mot­ or­in umborð á Aldubárini? Margeir svaraði beinanvegi, at tað dugdi hann. Støðin hevði sama slag av motori bara minni. Tá ið Margeir hevði sett motorin í gongd, spyr Petur Margeir, um hann kann koma við og vera mot­orpassari? Margeir svar­ aði, at hann visti ikki, um mamma hansara vildi. Petur fór heim við Margeiri, og Helga varð spurd, um Marg­ eir kundi koma við sum mot­orpassari við Aldu­bár­ ini? Útróðrarbátur úr Leir­ vík. Helga segði, ja. Farið varð á sildafeltið norður á 65 – 66 stig. Sildin, sum fiskað varð, varð ísað niður til agn.- Henda veturin róði Marg­eir út við Núgvunesi, út­róðr­arbátur av Eiði. Landað varð í Fuglafirði. Bát­urin lá vágbundin - fyri teymi á Fuglafirði, tá ið veðrið ikki var til vildar. Meka, útróður, Havdis og Dragin Á várið 1962 fer Margeir í læru í smiðjuni Meka, men hann var eisini á sjónum, meðan hann lærdi. Hetta var út á heystið. Farið var avstað um varmakelduleitið og roynt varð út í novembur mánað. Hesi skip vóru Karl, Gunnar Samuelsen skipari, Gulenni, Olli Neshamar skip­ari og Aldubáran,Elias Ler­vig skipari. Tá ið Margeir var liðugur at læra, fer hann við Mazeppu sum motor­ pass­ari. Suni hjá Sámal Pet­ ur á Viðareiði var skipari. 1966 fór Margeir at rógva út við Havdis, sum farbróðirin, Jens og Tórik, sonur hans­ ara áttu. Hetta var vanligur út­róður. 9. januar 1967 varð Dragin keyptur. Tað vóru feðgarnir Emil, Margeir og Egil, ið keyptu bátin. Róð varð út um veturin og um summarið við snellu undir Íslandi eftir upsa. Í sjeyti árunum kom trolið á borðið, har trolað varð á landleiðini. Feðgarnir høvdu Dragan í sløk 20 ár. Engt varð úti við Ísvirkið hjá Haraldsen, með­ an róð varð út. Á landi vóru bæði gentur og dreingir, ið hjálptu til við egningini. Fast var, at fastalávints­ mána­dagur var frídagur- ikki bert í skúlanum, men eis­ini við egningini. Tá fór Drag­in út á vágna við egn­ar­ un­um og væl av góðgæti varð keypt til hesar knávu egn­ararnar til eina hugna­ løtu á vágni, har tunnan var sligin umborð. Hetta var ein stak litrík løta, sum vardi meg­inpartin av sjeyti ár­ unum. Lítli Elias. 1984 keypir Margeir Líggj­as frá Kaj Eli Blábjørg, og hann fær navnið Lítli Elias eftir abbanum. Elias Toftegaard, varð kallaður Lítli Elias. Margeir hevur henda bátin til 1990 og rør út við honum saman við Egil, bróðrinum. Um hetta mundið var fiskiskapurin vánaligur, so tað var tungt at koma und­ an. Margeir seldi bátin og fór at arbeiðja á landi og fekk sær ein minni bát. Hetta var sekæarringurin Støð­in. Hann hevði góðar egn­arar á landi og fekk sera góð­an stuðul heimanífrá. Margeir hevði tveir bátar eftir hetta, sum vóru glas­ trevja­bátur bátar. Meðan hetta fer fram, arbeiðir Marg­eir á Blákross­heim­in­ um, men rør esini út, tí hann arbeiðir í skiftisvaktum á heiminum í sløk 28 ár. Hetta arbeiðið dámdi Margeiri væ lí trúnaði, trúgv og Guds hjálp. Endi Báturin, ið Margeir rør út við í dag, eigur sonurin, Niels Pauli. Báturin er keypt­ur úr Jegindø í Lim­ fjørð­inum, sum er og 15 tons. Hetta eru fagnaðar løtur á Norð­havinum, sum endurspegla seg í sinninum frá farnum døgum, nú ellis­ ár­ini koma á gátt. Margeir hev­ur flotið á sjónum í seksti eitt ár og takkar Harr­ an­um fyri hesa tíð. Hjarta­ liga til lukku við teimum sjeyti fimm árunum. Frits, javnaldri og skyldmaður.