týsdagur 22. oktober 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. oktober 2019 · Nr. 122
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rektari til Miðnám í Vestmanna
Hevur tú hugsjónir um skúla og
miðnámsútbúgvingar og ynskir at slóða
fyri fakligari og námsfrøðiligari menning
innan økið, hevur tú møguleika at bjóða
teg fram sum rektari í Miðnám í
Vestmanna.
Uttanríkis- og mentamálaráðið sóknast
eftir dugnaligum og ágrýtnum rektara til
Miðnám í Vestmanna at byrja tann 1.
januar 2020 ella eftir nærri avtalu.
Miðnámsskúlin í Vestmanna er ein
gymnasialur miðnámsskúli, ið eisini
varðar av ferðaleiðaraskeiðum.
Harumframt eru fyrireikingar í gongd við
at skipa eina yrkisliga
ferðavinnuútbúgving í skúlanum, sum
eftir ætlan skal byrja í næstum.
Rektarin hevur mótvegis
landsstýrismanninum ábyrgdina av øllum
virkseminum í miðnámsskúlanum.
Ábyrgd og uppgávur
Rektarin er dagligi leiðari skúlans og
hevur ovastu leiðsluábyrgdina av øllum
virkseminum í miðnámsskúlanum,
herundir fakliga, námsfrøðiliga,
umsitingarliga og fíggjarliga ábyrgd.
Rektarin skal mynda miðnámsskúlan á
ein sannførandi hátt og virka fyri góðum
og mennandi arbeiðs- og
lestrarumhvørvi.
Saman við Uttanríkis- og
mentamálaráðnum skal rektarin menna
útbúgvingar skúlans, so tær alsamt lúka
framtíðar og altjóða krøv.
Rektarin hevur fíggjarligu ábyrgdina, skal
leggja fíggjarætlan stovnsins og skipa
ein skynsaman rakstur við neyvari
fíggjarstýring. Rektarin setir í starv og
loysir úr starvi lærarar og onnur
starvsfólk.
Persónurin
Rætti persónurin til rektarastarvið hevur
hug og hegni at leiða og kennir egnar
dygdir og avmarkingar. Tað er
týdningarmikið, at rektarin hevur evni og
vilja at samstarva og samskipa, men
samstundis styrkina at kunna standa
eina í mótstøðu, uttan at missa
fótafestið.
Starvið krevur, at tú skjótt dugir at skapa
tær eitt yvirlit í skiftandi støðum og
megnar at røkka settum málum. Tú skalt
vera framskyggin og hava evni og áræði
at ganga nýggjar leiðir.
Tú skalt hava góð evni at sjóða saman
fólk og við einum stimbrandi leiðsluhátti
at birta eldhuga millum hesi. Tú skal
síggjast í starvinum og skapa virðing og
trivnað innanhýsis millum starvsfólk og
næmingar umframt uttanhýsis við
samstarvspartar o.o. Umráðandi er at
skapa trúvirði, vera álítandi og duga væl
at lýsa egin sjónarmið. Tú skalt evna
innliving og virðing fyri hugskotum og
sjónarmiðum hjá øðrum.
Førleikar og royndir
• Tað er eitt krav, at rektarin hevur
viðkomandi útbúgving frá hægri
lærustovni,
• tað er ein fyrimunur, um umsøkjari
hevur námsfrøðiliga útbúgving og
leiðsluútbúgving,
• leiðslu- og fyrisitingarligar royndir,
• royndir og førleika at undirvísa,
• góð evni at samskifta og orða seg á
føroyskum, skandinaviskum og
enskum.
Setanar- og lønartreytir
Starvið er flokkað samsvarandi 36.
lønarflokki sambært Felag
Tænastumanna Landsins, tó uttan at
vera tænastumannastarv. Lønin er í
løtuni kr. 46.291,68 umframt 15 % í
eftirløn um mánaðin.
Rektarin skal tola broytingar í
setanarviðurskiftunum í sambandi við
møguligar bygnaðarbroytingar.
Umsókn
Umsókn við CV, prógvum o.ø. skal
sendast til:
Uttanríkis- og mentamálaráðið
Tinghúsvegur 5-7
Postsmoga 3279
110 Tórshavn
Ella sum t-postur til mmr@mmr.fo
Umsóknin skal verða Uttanríkis- og
mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi
sunnudagin 10. november 2019.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast
við at venda sær til Poul Geert Hansen,
aðalstjóra í Uttanríkis- og
mentamálaráðnum, á tlf. 555010 ella
t-post PoulGeertH@mmr.fo.
Miðnám í Vestmanna hevur eina gymnasiala tilfeingisbreyt umframt annað virksemi í sambandi við ferðaleiðaraskeið. Í
skúlanum eru umleið 60 næmingar á tilfeingisbreytini, umframt næmingar, ið taka nevndu skeið. Umleið 15 starvsfólk
starvast í skúlanum.Sí heimasíðu skúlans www.miv.fo