Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-11, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. desember 2004síða 51

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 238 - 11. desember 2004 51 Norröna aftur í hóslag við bryggjukantin Tá Norröna hósdagin skuldi leggja at bryggju í Havn, tók vindurin skipið, so tað tørnaði heldur harðliga at fendaran- um við bryggjukantin og fekk eina buglu í skrokkin NORRÖNA Edvard Joensen Norröna og bryggjukantar- nir í Havn tykjast ikki semjast væl. Serliga ikki, tá vindur er. Aftur hósdagin var ein samanbrestur, sum endað við eini buglu í skrokkinum á Norrönu. Jógvan í Dávastovu, trygdarleiðari hjá Smyril Line, sigur, at tá skipið hevði vent inni í havnini og var á veg at bryggju inni við ferjuleguna, vaks vind- urin og tók skipið heldur skjótari at bryggju, enn skiparin ætlaði. Síðan bresti heldur harðliga í fendaran, sum hongur við bryggjukantin, og skrokk- urin bognaði. Spantið innan fyri bognaði eisini, men hol kom ikki á, sigur Jógvan í Dávastovu. Hann fór sjálv- ur umborð at hyggja at skaðanum, sum ikki er stór- ur, sigur hann. Fólk frá Skipasmiðjuni kom umborð at umvæla skaðan á staðnum. Meira verður ikki gjørt við tað, sigur Jógvan í Dávastovu. Hósdagin kom Norröna so mikið harðliga at bryggju í Havn, at bugla kom í skrokkin Mynd: Jens Kristian Vang BP ætlar sær at halda og fremja sínar bori- skyldur frá 1. Útbjóð- ing, áðrenn farið verður at hugsa um at fara upp í eina 2. Útbjóðing. Men tann møguleikin er so op- in. Í løtuni tosar BP við oljufeløg og myndugleikar um at flyta sínar brunnar inn á basaltið. Stjórin í BP heldur annars, at seinasta fundið við markið er spennandi, men hann heldur vit skulu ikki leypa fram- av kortini OLJULEITING Jan Müller – Vit hava nakrar skyldur, sum vit ætla at avvikla, áðrenn vit fara víðari. Hetta sigur føroyski stjórin hjá BP, Hjarnar Djurhuus við Sosialin, tá vit spyrja hann, hví BP ikki er við í 2. út- bjóðingarumfarinum á føroyska landgrunninum. Hjarnar Djurhuus sigur, at tað hevur víst seg, at tað økið, 004, sum tey fingu tillutað og sum tey hildu var spennandi, var ikki so áhugavert kortini. Tí hevur verið samráðst við onnur oljufeløg, um man ikki saman kundi gera okkurt skilagott. Við hesum sipar oljustjórin til, at BP kann flyta sínar restandi tveir brunnar inn á okkurt av 9 ára loyvunum hjá øðrum oljufeløgunum. Hesar samráðingar eru so eisini við føroyskar myndugleikar, tí teir skulu sjálvandi góðtaka alt leggur Hjarrnar Djurhuus aftrat. Hann vísir tí á, at tað avgjørt heldur ikki er útilokað, at BP eisini seinni "farmar" inn tvs. fer saman við onkrum av hinum feløg- unum, sum fáa tillutað leitiloyvi í 2. útbjóðingar- umfari. Tað eru altið møgu- leikar fyri at "farma" inn. Og tað er sera vanligt aðra- staðni og tað bæði inn og út. – Merkir hetta, at føroy- ingar ikki skulu taka tøgn- ina hjá BP sum ein mangl- andi áhuga fyri føroyska landgrunninum? – Tað vil eg siga. Men vit hava skyldur, sum vit skulu halda, Og tær ætla vit at fáa frá hondini fyrst, og so taka vit støðu, hvussu víðari verður farið fram. Áhugavert – Síggja tit ikki meira ljóst uppá framtíðar leiting á landgrunninum, nú tað er váttað, at tað er gjørt eitt stór fund hinumegin mark- ið? – Tað er greitt at finnur man nakað í nánd av tí før- oyska markinum, so er tað altíð áhugavert. Tað, sum sjálvandi er serliga áhuga- vert, er tann vitan, sum vit vilja fáa, tá ið vit halda á fram við okkara skyldum sum so aftur kann virka saman við nýggjari vitan hjá øðrum, ið aftur kann koma øllum økinum til góða. Hjarnar Djurhuus sigur, at vit sjálvandi mugu taka slík tíðindi við fyrivarni, tí man veit jú ikki, hvat veru- liga kemur burtur úr, fyrr enn teir neyðugu avmark- ingarbrunnarnir eru borað- ir og kanningar gjørdar. Hann sipar her til tíðindini um Marjunfundið, tá menn eisini hildu, at vit skulu ikki leypa framav. Og so hevur ikki verið so nógv at hoyra til tað síðani. Men kortini heldur hann hetta vera sera áhugaverd tíðindi fyri Føroyaøkið. Hetta er jú sera tætt føroyskum øki sum úr Havnini til Skál- høvda. So tað er rættuliga nær við markið. So er hetta positivt er greitt, at taðv erður meira áhugavert at halda áfram á økinum. Flyta brunnar til 9 ára loyvi Í 1. útbjóðingini buðu oljufeløg sær til at bora til- samans 8 brunnar. 4 eru boraðir og teir íresta ndi 4 brunnarnir skulu borast í seinasta lagi í 2006. Eftir vánligu og løku úrslitini av boringinunum í tí sokallaða Gullhorninum hava feløg- ini, sum skulu bora írestandi brunnarnar , sagt frá, at har er lítið at fara eftir í økinum og hava harvið givið ta signal, at tey heldur síggja, at brunnarnir verða boraðir aðrastaðni á landgrunninum Sosialurin skilur, at samráðingar hav a og eru millum feløgini sínamillum at flyta brunnar í onnur loyvi og at myndugleikarnir eiisini eru við í hesum samráðingum. Støðan er so tann, at Stat- oil hevur eitt 9 ára loyvi, har tað kann hugsast, at tað kann flyta sín brunn. Her er talan um eitt spennandi pro- spekt, sonevnda Kappa- strukturin, sum liggur í bas- altøki. Men hjá Amerada Hess og BP er støðan ein onnur. Tey hava eingi 9 ára loyvi at flyta sínar brunnar til. Og nettup tí verður samráðst. Sosialurin skilur, at BP og Anadarko, sum eigur eitt 9 ára loyvi á land- grunninum, hava tosað sam- an um at flyta BP brunnar- nar inn á teirra øki og evnt. at bora ein basaltbrunn í staðin fyri tveir brunnar í Gullhorninum., nú ein slíkur verður nógv dýrari. Hetta er ikki váttað, og tí skal tað takast við fyrivarni. Tað ljóðar so eisini, at Amerada Hess skal hava víst áhuga fyri at flyta sín brunn inn á 9 ára loyvið hjá ENI. Tað hava vit heldur ikki fingið váttað. Eftir øllum at døma er gongd á at fáa brunnarnar í Gullhorninum fluttar til 9 ára loyvini. BP stjóri um oljufund: Tað sær spennandi út Tá BP kom vælmannað til Føroya við umsóknunum, sum fevndu um heilar tríggjar brunnar Mynd Jan Müller