Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-24, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. oktober 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. OKTOBER 2019 SOSIALURIN 123 20 MINNINGARORÐ Minningarorð um Titu Vinther 1941-2019 Tita var eitt tað mest originala listafólkið vit hava átt í Føroyum. Verkini hjá Titu Vinther nema við teg, tí at tey eru einføld og dramatisk. Tey hava røtur í dygdargóðum handverki sam­ stundis sum tey eru hyper­modern­ að listaverk, og fyri hetta varð hon heiðrað við Mentanarvirðisløn landsins í 2005. Tita kom henda vegin úr Fin­ landi. Longu hálvtannað ára gom­ ul var hon send til Danmarkar sam­an við øðrum finskum børn­ um, sum vóru illa stødd av krígn­ um, sum leikaði í Finnlandi tey fyrstu 1940-árini. Henda danmark­ ar­vistin vardi til 1948, tá ið hon fór heim aftur til Finnlands. Seinni fór hon á Snoghøj háskúlan í Dan­mark, og har hitti hon Suna, sum hon setti búgv saman við úti í Grønlandi og døturnar Heidi og Laura. Eg kom at kenna Titu, tí hjúnini vóru millum bestu vin­ fólk­ini hjá mínum foreldrum. Har­afturat kenni eg Titu sum hesa einastandandi lista­kvinn­una og fekk tíðliga vovnar lands­lags­ myndir og seinni aðrar list eftir hana. Tita var so avgjørt samtíðar­ lista­kona, sum fullgjørdi kynstrið at sameina og menna siðvenju við modernaða støðutakan. Hon nýtir virkið mynd og mál til at skapa samband millum list og sam­tíð. Eitt nú í verkinum ”Eitt tvætt í hvørjari ætt”, ein svørt vov­in mynd við hvítum blettum upp­ kallað eftir orðatakinum um, at óvætti ella ólukkudýr eru í hvørj­ ari ætt ella hvørjum bólki. Tita Vinther menti listagrein sína og vevtøknina til nakað heilt framúrskarandi, sum vakti ans á framsýningum bæði her heima og uttanlands. Hon skapaði eina røð av løttum verkum, tey eins og sveima í rúmdini. Verk­ini eru ikki bara tveydimensionel, sum tey fyrst sýnast at vera, tey hava tríggjar víddir og eins og rudda eitt rúm framman fyri sær ella floyma út frá vegginum móti tær. Eitt nú “Sirm”, sum er eitt loðið, hvítt og gráligt myndateppið, teir longu træðrirnir eins og strekkja seg út frá vegginum og út um kantarnar á botninum og bróta rammuna. Høvuðsverk Titu er eftir mín­ um tykki Pætursnótin, sum er frá 1997. Hetta konsept-tekstilverkið er eitt so gerandisligt og gamalt am­boð sum ein nót úr mannahári. Sam­an við eini gamlari ár og ein­ um heiti fær hon alla Bíbil­søguna og annað mytiskt tilfar fram í hug­ an. Pætursnótin bindur á sera ítøki­ligan hátt menniskjuni sam­ an í meskar, sum kunnu vísa til sam­bondini millum okk­um – ætt­ ar­sambond, vina­sam­bond, tjóð­ar­ sambond og øll tey viður­skifti, ið annars knýta fólk saman. “Pæt­ urs­nótin” er bæði henda lítla nótin og tann globala alnótin, har eitt nú tær pengasterku fyritøkurnar, sum kalla seg sosialar, hava fangað okkum – antin vit vilja vita av tí ella ikki. Tita Vinther skapti síni verk burt­ur úr tilfari sum ull, hári og metali, bara tað var tráður. Hon var hon ikki bundin av listaligum sið­venjum, tí kundi hon gera, sum hon vildi, og sum verkið kravdi. Tað var umráðandi: Tað, sum einstaka verkið kravdi, var ein­ asti autoritetur í hesi einføldu og rám­andi listaverð. Tita er farin, eftir eru verk henn­ara og minnini um tað, sum hon var fyri okkum. Takk fyri tað. Malan Marnersdóttir DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á