hósdagur 24. oktober 2019síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Gongur væl
hjá oljufeløgunum
Bæði oljufeløgini í Føroyum, P/F Magn
og P/F Effo høvdu met úrslit í fjør. Tað vísir gjøgnum
gongnd av roknskapunum
Í
sambandi við evnið um grønu umleggingina, hava vit stutt greinað roknskapirnar
hjá orkufeløgunum í Føroyum, P/F Effo, P/F Magn, P/F Vindrøkt, P/F
Fjarhitafelagnum og L/F SEV. Tey bæði síðstu nevndu eru almenn feløg, sum
ikki eru stovnða við vinningi fyri eyga, meðan oljufeløgini og vindrøkt er privat
vinnufeløg.
Nevnast kann, at P/F Effo í árinum sum fór hevur keypt seg inn í
vindmyllufelagið P/F Vindrøkt, og at P/F Magn hevur keypt seg inn í vvs-fyritøkuna
Demich í Havn, sum eisini arbeiðir við grønum orkuloysnum.
Effo hevði
33,9 milliónir í avlovpi
P/F Effo hevði eitt gott roknskaparár í fjør, 2018. Tað vísir roknskapur felagsins. Talan er
um besta roknskap felagsins – í øllum førum tey seinastu 15 árini, sum kunnu síggjast í
roknskaparskipanini hjá Vinnuvitan.biz.
Nettosølan hjá PF Effo var 908 milliónir kronur. Starvsfólkakostnaðurin var góðar 44 milliónir
krónur, og rakstarúrslitið fyri skatt var góðar 41 milliónir krónur. Felagið rindaði 7,6 milliónir
krónur í skatti, sum gav eitt úrslit eftir skatt upp á 33,9 milliónir krónur.
Partapeningurin í P/F Effo er 40,5 milliónir krónur, og eginpeningur felagsins er nú góðar 134
milliónir krónur.
Ársúrslitini tilsamans seinastu 10 árini hava verið 228,7 milliónir krónur.
Langfreistaða skuldin hjá felagnum er góðar 38 milliónir krónur.
Felagið rindaði í fjør eigarunum 17,7 milliónir krónur í vinningsbýti.
Seinastu 10 árini hevur P/F Effo útgoldið 189.948 milliónir krónur í vinningsbýti.
Fakta:
Stjóri í PF/ Effo er Janus Thomsen.
Nevndarformaður er Árni Tór Rasmussen
Hinir nevndarlimirnir eru:
Jógvan Dávid Jacobsen
Wilhelm Eyðinsson Petersen.
Eigarar sambært ársroknskapinum 2018 eru:
Sp/F Framinvest
Kolan Aps (útlendskt felag)
P/F Lív
P/F Varðin
Magn hevði 30,4 milliónir
krónur í avlopi
P/F Magn hevði sítt besta roknskaparár í
fjør – í øllum førum um vit bera saman við
roknskapirnar seinastu 15 árini, sum eru
tøkir í roknskaparskipanini hjá Vinnuvitan.
biz.
Nettosølan hjá P/F Magn var í fjør 850
milliónir krónur. Starvsfólkakostnaðurin
var góðar 38 milliónir krónur, og
rakstrarúrslitið varð 38 milliónir krónur
fyri skatt. Og tá felagð hevur goldið 7,7
milliónir í skatti, var úrslitið eftir skatt 30,4
milliónir krónur.
Úrslitini tilsamans seinastu 10 árini hava
verið 217,4 milliónir krónur.
Partapeningurin í P/F Magn er 6 milliónir
krónur, og eginogn felagsins er 137,9
milliónir krónur.
Langfreistaða skuldi hjá P/F Magn er upp á
slakar 64 milliónir krónur.
Í fjør rindaði P/F Magn ikki vinningsbýtið
til partaeigararnar, men vinningsbýtið
seinastu 10 árini er tilsamans góðar 171
milliónir krónur.
Fakta:
Stjórar í PF/ Effo er Hendrik Egholm og
Johnni Meinhard Poulsen.
Nevndarformaður er Jens Meinhard
Rasmussen
Hinir nevndarlimirnir eru:
Baldur Már Helgason
Reykjavík, Ísland
Birna Ósk Einarsdóttir, Seltjarnanes, Ísland
Jón Díðrik Jónsson, Gardabær, Ísland
Gunn Ellefsen, Hoyvík.
Eigari sambært ársroknskapinum 2018
eru:
Skeljungur hf (útlendskt felag)
Nú eru P/F Effo partur av
P/F Vindrøkt
P/F Vindrøkt er felag í Vestmanna, sum
hevur til endamáls at »framleiða orku
úr vindi, vatni og øðrum náttúrutilfeingi,
umframt annað virksemi í hesum
sambandi«, sum skrivað stendur.
Felagið eigur vindmyllurnar, sum standa
á Mýrunum oman fyri Vestmanna, sum
framleiða streym inn á netið hjá SEV.
Sambært ársroknskapinum fyri 2018 hevði
felagið eitt avlop upp á 118.000 krónur.
Nettosøla felagsins í fjør var 1,16 milliónir
krónur. Felagið hevur einki fólk í starvi og tí
heldur ongar útreiðslur til tess. Úrslitið fyri
skatt var 144.000 krónur, sum eftir skatt
upp á 26 krónur gevur ársúrlsitið upp á
118.000 krónur.
Partapeningurin í P/F Vindrøkt er 4,512
milliónir krónur. Eginogn felagsins er
4,6 milliónir krónur. Felagið hevur onga
langfreistaða skuld.
Felagið rindaði fyri fyrstu ferð vinningsbýti
í fjør, tá eigararnir fingu slakar 1,5 milliónir
krónur.
Í fjør hevur P/F Effo keypt seg upp í
felagið P/F Vindrøkt. Í hesum sambandi var
partapeingurin hækkaður við 2.256.667 til
kr. 4.512.000.
Fakta:
Stjóri í PF/ Vindrøkt er Jóhan í Niðristovu.
Nevndarformaður er Árni Tór Rasmussen
Hinir nevndarlimirnir eru:
Eyðbjørn Mortan Larsen
Johan í Niðristovu
Janus Thomsen.
Eigari sambært ársroknskapinum 2018
eru:
P/F Effo, Tórshavn
P/F Røkt í Vestmanna
SEV og Tórshavnar
kommuna eiga P/F
Fjarhitafelagið
P/F Fjarhitafelagið í Havn hevði í fjør
eitt úrslit upp á 1,3 milliónir krónur.
Endamálið hjá P/F Fjarhitafeglanum er at
veita fjarhita í Tórshavnar kommunu og
at reka handil og annað virksemi í hesum
sambandi.
P/F Fjarhitafelagið hevði í fjør eina
nettosølu upp á 19,7 milliónir krónur.
Starvsfólkini, sum í 2017 vóru 5 í tali,
kostaðu tilsamans 3,5 milliónir krónur.
Úrslit felagsins fyri skatt var 1,579
milliónir krónur, og eftir skattin upp á
284.000 var ársúrslitið 1,295 milliónir
krónur.
Partapeningurin í P/F Fjarhitafelagnum
er upp á 5,5 milliónir krónur. Eginpeingur
felagsins er 62,5 milliónir krónur.
Langfreistaða skuldin hjá felagnum er
81,7 krónur.
P/F Fjarhitafelagið hevur ongantíð rindað
vinningsbýti til partaeigararnar.
Fakta:
Stjóri í PF/ Fjarhitafelagnum er Hans
Christian Dam.
Nevndarformaður er Suni Jacobsen í
Sørvági.
Hinir nevndarlimirnir eru:
Hákun Djurhuus, Tórshavn
Jákup Dam, Kollafjørður
Jónsvein Hovgaard, Hov
Tróndur Sigðurssson, Hoyvík.
Eigari sambært ársroknskapinum 2018
eru: L/F SEV og Tórshavnar kommuna.
SEV hevur eina eginogn
upp á 1,2 milliardir krónur
Elfelagið SEV hevði í fjør eitt árslit
upp á 38 milliónir krónur. Nettosøla
felagsins var upp á 408 milliónir krónur.
Starvsfólkakostnaðurin fyri tey 144
starvsfólkini var góðar 74 milliónir krónur.
Endamál felagsins er at fáa til vega
elmegi og býta hana millum íbúgvarnar
limakommunanna.
Partapeningurin í L/F SEV er upp á 4,14
milliónir krónur. Eginogn felagsins er 1,2
milliardir krónur. Langfreistaða skuld
felagsins er upp á 1,3 milliardir krónur.
SEV hevur ongantíð rindað vinningsbýti til
eigararnar.
Fakta:
Stjóri í L/F SEV er Hákun Djurhuus,
Tórshavn.
Nevndarformaður er John Zachariasen í
Vestmanna.
Hinir nevndarlimirnir eru:
Hans Jákup Johannesen, Skáli
Suni Jacobsen, Sørvágur
Jónsvein Hovgaard, Hov
Kristian Eli Zachariassen, Klaksvík
Marin Katrina Ragnarsdóttir Frýdal, Hoyvík
Vinjard Arnljótt Strænder Tungá, Húsavík
Eigarar eru allar kommunurnar í
landinum.
TEKSTUR EIRIKUR LINDENSKOV MYNDIR SOSIALURIN