mánadagur 28. oktober 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. oktober 2019 · Nr. 124
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað eru fleiri politikarar, sum hava
lovað, at teir ikki skulu sita í fleiri
fólkavaldum sessum í senn, um so
var, at veljarin gav teimum álit at
verða valdur á ting – til dømis við
seinasta løgtingsval.
Ein teirra var borgarstjórin
heima á Sandi, Brandur Sandoy,
sum lovaði, at um hann kom á ting,
so fór hann at siga borgarstjóra
sessin á Sandi frá sær.
Hetta endurtók hann eisini, eftir
at tað var greitt, at hann ikki varð
valdur á ting, men skuldi á ting at
røkja tingsessin sum 3. eykamaður,
sum merkir, at hann er tingmaður,
so leingi sum trý av teimum, sum
vórðu vald á ting fyri Fólkaflokkin
á valinum 31. august sita í lands
stýrinum. Hann hevur eisini sagt,
at hann ikki stillar upp aftur til
kommunalpolitikk.
Men nú hevur pípan heima á
Sandi fingið annað ljóð. Gott nokk
tosar hann framvegis um at fara frá
sum borgarstjóri, men nú skal tað
bara vera fyribils.
Nú vil hann fyrst tryggja sær, at
bygdarráðið er samt um, hvør skal
taka við eftir hann. Og finst tann
semjan ikki, so verður Brandur
Sandoy sitandi sum borgarstjóri
fulla tíð við fullari løn fram til
næsta kommunuval, samstundis
sum hann situr sum tingmaður
fulla tíð við fullari løn. Tvey størv,
sum hann sjálvur hevur sagt ikki
ber til at røkja samtundis.
Í brævi, hann hevur sent hinum
bygdarráðslimunum sigur hann nú,
»at hann nú hevur fingið varasess á
Løgtingi í eina tíð.«
Tað var annars eitt alt annað enn
samt bygdarráð, sum fyri 10 árum
síðani feldi meirilutan hjá Páll á
Reynatúgvu, sum var borgarstjóri.
Og maðurin, sum setti Pálli knívin
í ryggin, var Brandur Sandoy, sum
varð valdur á lista saman við Páll
á Reynatúgvu. Við at skifta síðu til
andstøðuna, fekk Brandur Sandoy
afturfyri borgarstjórasessin frá
minnilutanum sum harvið gjørdist
meiriluti.
Hetta er politikkur, tá hann er
bestur. Vit hava sæð tað so mangan
áður og fara at síggja tað so mang
an aftur. Á Tvøroyri hendi tað sama
sum á Sandi fyri 10 árum síðani, at
borgarstjórin kom í minniluta. Men
heldur enn at geva seg, so heldur
borgarstjórin fast um sessin – og
eftir at vera blakaður úr Javnað
arflokkinum fekk hann Gamla
Sjálvstýri forerandi afturfyri, sum
hann nú ræður einsamallur fyri.
Um tað eru pengar ella bara
trongdin til vald, sum fær Brand
Sandoy at halda fast í borgarstjór
asessinum, skal vera ósagt. Men
lyftisbrotið er púra eyðsýnt.
Hví er ikki neyðugt at halda
júst tað, sum tú hevur lovað?
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
VALDIÐ ER IKKI SO GALIÐ KORTINI
10 ár síðani Páll
fall fyri Brandi
Leygardagin vóru 10 ár lið
in síðani dramatiska fundin
í Sands bygdarráð, tá Páll
á Reynatúgvu, sum hevði
verið borgarstjóri í komm
unu í 9 ár, fall fyri Brandi
Sandoy, sum afturfyri at
skifta frá listanum hjá Pálli
til andstøðuna fekk borgar
stjórasessin.
»Rørdur páll gav upp«,
skrivaði Sosialurin, sum var
á lagnufundinum á Sandi
hetta mánakvøldið, á forsíð
uni dagin eftir 27. oktober.
Og víðari skrivaði Sosial
urin:
– Áhoyrarar tóku seg um
høvdið, tá Páll á Reynatúgvu
týðiliga rørdur boðaði frá,
at hann ikki longur ynskir
at vera borgarstjóri á Sandi.
Eftir fleiri turbulent ár við á
kærum um inhabilitet, hevur
Páll á Reynatúgvu nú lagt frá
sær. Men hann fór ikki still
isliga.
Ja-
takk til
eindar
leiðslu
TURÐI HORN
KJAK SÍÐA 11
Einki
val uttan
at tillaga
okkum
THORMUND JOHANNESEN
KJAK SÍÐA 11
Ein uppgerð hjá Fíggjarmál
aráðnum vísir, at næstan øll,
sum fáa stuðul til at leggja
um til grøna orku, búgva í
miðstaðarøkinum
Hesi
síðstu
trý
árini
hava 175 sethús í Føroyum
fingið sær hitapumpu. Tað
staðfestir Jørgen Niclasen,
landsstýrismaður í fíggjar
málum.
Tey, sum fáa sær hita
pumpu,
fáa
mvg
aftur
goldið,
og
Rósa
Samu
elsen, løgtingskvinna fyri
Sambandsflokkin,
hevur
spurt hann, hvussu nógv
hava brúkt hendan møgu
leikan
Jørgen Niclasen sigur, at
higartil hava 175 húski brúkt
hendan møguleikan. Men tað
loypir í eyguni, at næstan øll
búgva í miðstaðarøkinum,
og at talið á hitapumpum
minkar alsamt, tess longri vit
koma frá Havnini
Í 2017 vóru 26 umsóknir
Suðurstreymoy: 15
umsóknir,
Norðurstreymoy: 2
umsóknir,
Eysturoy: 5 umsóknir
Vágar: 4 umsóknir.
Í 2018 vóru 86 umsóknir
Suðurstreymoy: 37
umsóknir
Norðurstreymoy: 14 um
sóknir
Eysturoy: 16 umsóknir,
Norðoyggjar: 10 umsóknir,
Vágar: 7 umsóknir og
Suðuroy: 2 umsóknir.
Í 2019, frá 1. januar til 1.
oktober, hava verið 89
umsóknir
Suðurstremoy: 45 umsóknir
Norðurstreymoy: 9
umsóknir
Eysturoy: 23 umsóknir
Norðoyggjar: 4 umsóknir
Vágar: 5 umsóknir.
Og hesi árini hava fólk fingið
tilsamans góðar 5,5 milliónir
afturgoldið í mvg.
Í 2017: kr. 679.792
Suðurstreymoy: kr. 386.174
Norðurstreymoy: 43.569
Eysturoy: 153.034
Vágar: 97.015
Í 2018: kr. 2.378.022
Suðurstreymoy: kr. 983.118
Norðurstreymoy: kr. 285.055
Eysturoy: kr. 449.417
Norðoyggjar: kr. 290.628
Vágar: kr. 324.678
Suðuroy: kr. 45.126
Í 2019 hava frá 1. januar til
1. oktober: kr. 2.474.058
Suðurstreymoy: kr. 1.256.718
Norðurstreymoy: kr. 247.598
Eysturoy: 654.315
Norðoyggjar: 95.258
Vágar: 164.209
Suðuroy: 55.960
Sostatt er talið á teimum,
sum fáa sær hitapumpu,
vaksandi og Jørgen Niclasen
sigur, at hann arbeiðir við at
leggja uppskot fyri Løgtingið,
sum ber í sær, at skipanin
verður longd eitt ár, har tey,
sum fáa sær hutapumpu, fáa
mvg afturgoldið.
Fólk í útjaðaranum brúka ikki
tilboðið um at fáa endurgjald