Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-28, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. oktober 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. oktober 2019 · Nr. 124 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR 18. MEISTARAHEITIÐ Hetta er 18. ferð, at KÍ vinnur FM. KÍ vann sum fyrsta felagið í Føroyum FM. Tað var í 1942. Í 50 unum komu seks meistaraheiti í hús og eitt í 1961. Siðani tó 66-liðið yvir og vann seks FM upp á sjey ár. Men síðani 1972 eru bara tvey meistaraheitið vunnin undan hesum. Kí er næstmest vinnandi felagið Føroyum. Tróndur Arge – Gundadalur Klokkan á máltalvuni gongur til 82 minuttir, tá KÍ fær frí­ spark beint uttanfyri brots­ teigar­markið hjá B36. Tað stend­ur øllum klárt, at KÍ við 2-0 leiðslu er á veg at vinna FM. B36 skal skora tríggj­ar ferðir fyri at venda gongd­ ini, men eftir tjugu ára oyði­ markagongd, torir ongin at gleðast upp á forskot. Jóannes Bjartalíð stillar seg hjá bólti­ num. Løtu seinni kunnu øll KÍ- viðhaldsfólk fegnast saman við frísparkssnillinginum, ið hevur endaliga staðfest, at FM kemur aftur til Klaksvíkar. -Eg prøvaði og hann sat væl. Eg fekk bóltin væl upp um múrin við góðari ferð, og hann sat í krýssinum. Tá eg síggi bóltin fara framvið múrin var eg ikki í iva um, at bólturin fór í mál, sigur Jóannes Bjartalíð um 3-0 málið. Hann tveitir seg á knæ frammanfyri HB-skýinum, har helm­ingurin av KÍ-áskoðar­ un­um eru. Í somu løtu koma spælarar rennandi og hálsfevna hann. Jóannes Bjartalíð hevur verið ein av ímyndunum av KÍ, eftir at Mikkjal Thomassen kom til felagið fyri fimm árum síðani. Nú hevur hann endaliga sparkað FM til Klaksvíkar. -Tá visti eg, at tað var yvir­ staðið og at vit høvdu vunnið. Tað var fyrst og fremst ein lætti, tí tað stendur so ótrúliga nógv á. Tað kann eg ikki lúgva meg frá, sigur Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ. Stutt fyri klokkan 17 kundu øll KÍ-viðhaldsfólkini renna inn á vøllin og fegnast saman við spælarum. Løtu seinni lyfti 21 ára gamli Jákup B. Andreasen steypið upp um høvd. - Eg var kanska nakað íðin at fáa steypið, men hetta er eitt fantastiskt minnið, ið eg ongan­ tíð fari at gloyma. Eg havi ikki hugsað so nógv um, at tað er eg, sum skal lyfta steypið, men meiri at liðið skal vinna FM, sigur liðskiparin hjá KÍ. Næsta 6000 áskoðarar Tað var sangur og róp longu ein tíma áðrenn dystarbyrjan. Áleið 1.400 atgongumerki vóru seld í Klaksvík. KÍ-viðhaldsfólkini fyltu norðara endan av vestara skýli­num og HB-húsið, meðan B36 viðhaldsfólkini stóru í B36- húsinum og sunnara partinum av sokallaða bygdaskýlinum. Tað var eisini fult av fólk kring vøll­in og á bakkanum. Tað bleiv hótt við illveðrið, men tað bleiv ongantíð verri enn at eitt lot og regn. For­ maðurin í B36, Jákup Mørk, sigur at vóru samanlagt næst­ an 6000 fólk til dystin. Hetta er íroknað børn. Tey skulu ikki hava atgongumerki ella gjalda. -Vit seldu 3340 atgongumerki og hava eini 250 árskort. Rokna vit so við áleið 2.500 børnum, so eru vit á 6000, sum er mítt besta git, sigur Jákup Mørk. Páll og Semir avlýsa FM-brakið Hjá B36 er ongin Lukasz Ciesle­ wicz og Alex Mellemgaard frá byrjan. Erling Dávidsson er á vinstra bakki og Bjarni Peter­ sen í miðverjuni. Í álopinum er Brian Jakobsen við frá byrj­ an. KÍ er uttan Magnus Stam­ nes­trø, ið hevur fingið heila­ skjálvta, meðan Ísak Simonsen situr á bonkinum. Dysturin er bara fýra minutt­ir gamal, tá Ólavur Niclasen sendir eitt framúr innlegg úr vinstru. Inni í brotsteiginum er Páll A. Klettskarð hægstur og stútar bóltin í málið. Tað kemur sum ein skelkur, tí nú skal B36 fram at skjóta tvey mál, men er brekkan brøtt eftir fýra minuttir, so verður hon brættari tríggjar minuttir seinni. Jóannes Bjartalíð sendir frí­ spark innfyri. Í fyrstu atløgu rakar Jóannes K. Danielsen ikki bólt­in, men í aðru atløgu endar bólt­urin hjá Semir Hadzibulic. Hann meddar til og bólturin endar í málinum. 2-0 og FM er á veg til Klaks­ víkar eftir bara sjey minuttir og 45 sekund av størsta lands­ kapp­ingardystinum síðani FM- finlauna í 2005, tá B36 vann 2-1 á HB. - Tá vit møta upp til dystin sum vit gera, og tá KÍ møtir upp til dystin sum teir gera, so er ikki nógv at gera. Tað var klassamunur í dag, sigur Jákup á Borg, venjari hjá B36, sum eisini bleiv spurdur upp­ still­ing­ina. -Sjálvandi iðri eg meg um okkurt, men eg havi fleiri góðar spælarar og teir hava allir vant væl. Dysturin bleiv heldur ikki so sum eg hevði væntað, at hann fór at mynda seg, men tað er næstan líka mikið hvussu vit høvdu stillað upp, tá tú møtir einum so væl uppsettum og skipaðum KÍ-liðið, sigur Jákup á Borg og leggur afturat: -KÍ er ein verdigur vinnari, men tað er súrt at standa eftir við 63 stigum og blíva nummar tvey. Spælarrnir hava verið nakr­ir brandar gjøgnum alt árið. Hetta er nakað lort, men tað er ikki verri enn so at ongin er deyður. Vit hava tapt eitt FM, men um vit halda fram upp á hendan mátan, so eri eg spentur upp á 2020, sigur Jákup á Borg. Gundadalur er bláur Tá dómarin, Alex Troleis, bríksl­ar fyri seinastu ferð tysja KÍ-viðhaldsfólkini inn á vøllin. 18. meistaraheitið er komið í hús, men hóast søgan er glæsi­lig, so er hetta bara triðja meistara­heitið síðani 1972. -Eg havi verið úti og sagt, at eg haldi at føroyskur fótbóltur skal verða meiri ambitiøsur. Har haldi eg at KÍ er ein fantast­iskur platformur. Eg haldi at KÍ kann blíva enn betri enn hetta, sigur Mikkjal Thomassen. Leygardagin var Gunda­ dal­ur bláur og KÍ er aftur FM-vinnari. Tjúg­ur ár síðani seinast. Fleiri av spælarunum hildu fyri, at tað verða ikki tjúgu ár til næstu ferð! trondur@sosialurin.fo Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... Longu eftir átta minuttir av FM-finaluni er gullið á veg til KÍ. Ikki síðani regnadystin í Klaksvík í 1999 móti ÍF, hevur KÍ staðið við FM-steypinum í hondini. Tá var Jákup B. Andreasen eitt ára gamal, meðan pápin, Jan, var á vinnandi liðnum. Leygardagin tók 21 ára gamli Jákup B. Andreasen móti FM-steypið fyri KÍ KÍ er føroyameistari: KÍ KLASSAR BETRI ENN B36