Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. oktober 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. oktober 2019 · Nr. 125 MIKUDAGSBLAÐIÐ Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Sam sloppin heim Leygardagurin var stórur dag­ur hjá klaksvíkingum. Um­síðir eydnaðist aftur at vinna FM-heitið í mans­fót­ bólti, og tað gjørdi KÍ við stór­um stíli í Gundadali. Eitt var, at tað gekk sera væl hjá KÍ á vøllinum, ann­að var, at uttan fyri vøll­in vóru klaksvíkingar eis­ini om­an­á við sínum mongu á­skoð­ arum, sum settu veru­lig­an dám á FM final­una. Tað vóru eisini summir KÍ fjepp­arar, sum ikki sluppu til stóra dystin í Havn leyg­ ar­dag­in. Millum teirra vóru sjó­menn, sum vóru burtur, og nógvir teirra eru sera spent­ir í KÍ. Mánakvøldið kom Norð­ borg til Fuglafjarðar at landa, og tá gjørdu tveir av KÍ spæl­ a­r­u­num ikki mætari, enn at teir fóru umborð á Norðborg við FM steypinum at heilsa upp á manningina. Á myndini síggjast KÍ- spæ­la­rarnir Ísak Simonsen og Páll Klettskarð saman við Birg­ir Svøðstein. Páll og Birg­ir eru vinmenn og spæla í Klaks­víkar Hornorkestri sam­an. Lagið var gott á Norð­borg, tá ið FM steypið um­borð. FM steypið fór umborð á Norðborg Báðar tær stóru donsku mat­stovu­ guid­i­r­nar, White Guide og Den Dan­ ske Spiseguide, hava um viku­skift­ið heiðrað bestu mat­stov­u­num í konga­ rík­i­num. Og her er av sonnum nógv rós til før­oysku matstovuna Koks, sum var um reppið at vinna heitið sum Ársins mat­stova frá White Guide Denmark. Nýggja matstovan á Refshaleøen, Al­ch­e­mist, við hundraðtals mill­i­ón­ um í rygginum vann heiðurin beint framm­an fyri fyrrverandi fleirfalda heims­meist­ar­an Noma og føroysku Koks. Hetta er so stórt, at tað í fluttari merk­ing svarar til, at eitt føroyskt fót­bólts­felag var um at vinna donsku Sup­er­lig­una í fótbólti. Fýra tær fremstu matstovurnar í rík­i­num fingu allar 39 stig út av 40 møgu­lig­um, men vinnarin, Alchemist, fekk eitt vet meira fyri tænastustigið. Harumframt vann Koks heit­ið sum Ársins fiska- og skelja­djóra­upp­ liv­ing eins og virðislønina Ársins Jan Restorff, ein virðisløn, sum fyrr æt Ársins tænastuuppliving, men sum nú hevur skift heiti og er nevnd eftir kenda havnarmanninum í donsku matstovuvinnuni, mat­stovu­leið­ar­a­ num á Søllerød Kro í Holto, Jan Re­s­t­ orff, sum annars sjálvur við Søllerød Kro vann heiðurin sum Ársins dess­ ert­upp­liv­ing. Withe Guide er ein svenskur mat­ stovu­ummælari, sum fyri fimm ár­um síð­ani eisini kom á danska markn­ að­in at kappast við gamla danska mat­stov­u­um­mæl­aran, Den Danske Spise­guide, sum eisini heiðraði mat­ stov­um um vikuskiftið. Her var smyrj­i­breyðs­búðin Bitin innstillað fyri besta smyrjibreyð, eins og The Tarv sum ársins bistro. Hesir heiðrar, saman við teimum báðum Michellin-stjørnunum, sum Koks hevur fingið, vísir okkum, á hvussu høgum støði føroyska mat­ stov­u­vinn­an virkar. Tað er óhoyrt, at eitt so lítið sam­ felag við so avmarkaðari ferða­vinnu megnar at hava eina mat­stovu­vinnu, sum í góðsku er í heimsflokki. Hetta sjálvandi nakað, sum vit eiga at virðismeta og hjúkla um – og at tað ber til eisini vaksandi ferðavinnuni at takka, tí við fleiri ferðafólkum, so økist grundarlagið munandi undir føroysku matstovuvinnuni. Vit kunnu so fegnast um, at tað er eydnast unga ættarliðnum av kokkum at finna allar teir dýrgripir, sum eru í føroysku rávørunum. Og at Koks vinnur heiðurin sum Ársins fiska- og skelja­djóra­upp­liv­ ing vísir okkum, at vinnan í øðrum londum viðrismetir evnini hjá ungu kokkunum og rávøruna, sum vit hava kring okkum, fiskin, skeljadjór, øðu, jákupsskel, ygulker og annað, sum hvørki skal siglast ella flúgvast, men sum er í spískamarinum hjá okkum beint uttanfyri. Hjartaliga tillukku við heiðrinum Koks! Føroyska matstovuvinnan er í topp 3 í kongaríkinum OKKARA KOKKAR Í HEIMSFLOKKI Sam var 71 ár, nú hann legði árarnar inn. Hann var móð­ur og troyttur av sjúku. Sam var sonur Mar­ gretu og Sam Jacobsen í Fugl­a­firði. Hann var út­ búgv­in handverkari. Í heili 42 ár abeiddi hann sum ar­ beiðs­for­mað­ur hjá Fugl­a­ fjarð­ar kommunu, ið hann røkti til lítar. Sam var ein hóvligur og dám­ligur maður, ið hevði nógv áhugamál. Eitt av hes­um var ítróttur. Hann spældi í mong ár í bestu fótbóltsdeildini hjá ÍF, og tað er ikki ov nógv sagt, at sum fót­bólts­spæl­ ari var hann ein ú­r­mæ­l­ ing­ur. Hann spældi sum fram­ herji, og legði alstóran dent á at spæla vakran fótbólt og vildi hava alt liðið at gera tað sama. Men fáur megn­aði at gera hon­um hetta eft­ir, men mang­ir høvdu hann sum fyrimynd og lærdu av honum. Tónleiki hevði hann stór­an á­huga fyri og væl lá fyri hjá hon­um at spæla. Hann spældi á gittar, bass­ gitt­ar, fiól og klaver. Hann spældi við or­ kestr­i­num Silly Boys, ið var eitt av frægu orkestrunum í 60'u­num í Føroyum. Seinastu áirini hevur hann sung­ið og spælt í mans­kór­i­num hjá Thabor - sang og tón­leik kundi Sam ikki vera fyri uttan. Jarðarferðin hjá Sam var vøk­ur og hátíðarlig, vakr­ir sálmar og prestur helt eina vakra prædiku. Monica Staus og Heð­in Kambsdal spældu á­vik­a­ vist á fiól og orgul - ynd­ is­lig­ur tónleikur og væl leikt­ur. Thaborkórið sang. Ein vakur og há­bær­is­ ligu­r máti at siga Sam far­ væl. Sam var familjukærur. Kona hansara Malan og Sam fingu tvær døt­ur og abba -og omm­u­børn­i­ ni vóru seks í tali og eitt langaabba og lang­ommu­ barn áttu tey eisini. Sam var barngóður, eins og Malan, og løturnar saman við teimum smáu, dámdi honum, og tey hava fing­ið gott í beinið. Sorgin nívir, fyrst av øll­um tykkum, ið stóðu hon­um næst. Maluni , ið al­tíð stóð manni sínum við lið, ikki minst ta seinastu tíð­ina, Sam stríddist við sjúk­una, sum hann ikki megn­aði at vinna á. Hann, ið øllum valdar, styrk­ir tykkum í sorgini og orð­ini um at Sam er slopp­ in heim, eiga tit at hava í huga. Við hesum fátæku orð­ um verður friður lýst­ur um minni um Sam Jac­ob­ sen. Signar á Brúnni Brand­ ur á ST aðalfundi TÍÐINDI SÍÐA 12 Hans Petur sjeyti­ fimm NØVN SÍÐA 30 Sam Jacobsen niðri á Sand, har hondum dámdi so væl at vera