Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. oktober 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. oktober 2019 · Nr. 125 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Tað er Svøríki, sum hev­ ur formansskapin í Norðurlandaráðnum til fundurin hevur vedr­ið og so tekur Ísland for­ mansskapin. Men eftir Ísland tekur Dan­mark formansskapin á seg.Tað vil siga, at næsti funbdurin verður hildin í Reykjavík í viku 44 næsta ár. Men longu nú er ásett, at Danmark hevur for­ mansskapin aftaná – tað sum eitur 2020. Tað sum er serligt við tí er, at Føroyar fyri fyrstu ferð tá eisini verða ein partur av for­ mansskapinum. Danska stjórnin hevur eftir trýsti úr Føroyum og Grønlandi gjørt av, at føroyingar og grøn­ lendingar eru partur av formansskapinum og skulu standa fyri einum parti av fyri­rediking­un­ um í sambandi við fund­ in, sum altso verður ums tvey ár, í Danmark. -Ja, tað er sjálvandi at fegnast um, at vit eru partur av hesum fyri­reikingunum, sigur Høgni Hoydal, Tjóðveldi, sum umboðar Løgtingið í Stockholm, saman við Jaspur Langgaard, Sam­ bandsflokkurin. -Vit skulu serliga taka okkum av at fytrireika tann partin, sum skal snúgva seg um fiskivinnu og um orku, sigur Høgni Hoy­dal. Nógv fólk á fundi Hóast bert 87 tinglimir manna Norður­landa­ ráð­ið, so eru nógv fleiri politikarar úr Norðan­ londum savnaðir í Stock­ holm hesa vikuna. Løgtingið hevur als ikki fund hesa vikuna, meðan fundirnir eru í Svøríki. Tað vísir seg, at hóast vit bert eiga tvey um­boð í ráðnum, so eru nógv flediri politikarar við á fundunum. So at siga øll lands­ stýris­fólkini eru á fund­ um í Stockholm. Tað er landsstýrismaðurin við heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, sum umsitur Norðurlanda­ ráð­ið, so hann er sjálvandi í Stokholm.. Onnur landsstýrisfólk luttaka vanliga á fudnum, sum hava við teirra málsøkir at gera. Fundirnir verða brúktir, sum høvi hjá ráðharrum at hittast og tosa um mál av felags áhuga. Í ár er eitt av høvuðs­ málunum á fundinum veður­lagsbroytingarnar, men eisini burðardygd er á skránni. Á toppfundinum hava allir 87 tinglimirnir høvi at seta spurningar til allar forsætisráðhhararnar í Norðanlondum og svenski forsetin fyri ráð­num hesaferð, Hans Wallmark, mælir tinglimunum til at nýra høvi at seta spurningar um veður­lags­broyt­ing­ ar­nar. Eitt annað mál, sum er á skránni, er trygd. -Tryd og verjusamstarv fáa eftir øllum at døma alt størri áhuga í norðurlendska sam­ starvinum., sigur Hans Wallmark. Hann leggur afturat, at sæð í ljósinum á tí, sum júst nú hendir í Mið­ eystri og annars á altjóða pallinum, so gevur tað meining, at vit her um okkara leiðir styrki sam­ starvið um trygd. Stórt forum Mangan verður sagt, at norðurlendska samstarv­ ið mest er tos, men fundirnir, sum verða hildnir hvørt ár, eru teir, har allir politikarar í Norður­londum hittast. 87 tinglimir manna sjálvt ráðið og har­um­ framt eru allir for­sætis­ ráð­harrarnir savnaðir á fund­unum. Sum nevnt, verður høvi eisini nýtt hjá øðrum ráðharrum at hittast og samskifta um mál, sum tey hava við at gera. Umleið 1000 fólk lut­ taka á fundinum, sum hesaferð altso er í stock­ holm. Føroyar er við til at fyrireika næsta norðurlendska fundin Fyri 71.ferð er fundur í Norðurlandaráðnum í Stockholm hea vikuna – Føroyar partur av danska formanssskapinum Hans Wallmark er forseti og Gunilla Carlsson varaforseti hesa setuna