Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-29, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. oktober 2019síða 47

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 30. oktober 2019 · Nr. 125 Alt á einum stað Vit útinna allar uppgávur í sambandi við eina jarðarferð frá byrjan til enda • Kistur • Sangir, blómur og kransar • Sangarar (í Tórshavn) • Ervi • Líkflutningur til og úr Føroyum • Líkbrenning (Kremering) Tel. 51 17 23 www.gravarhjalp.fo Ring og hoyr nærri á 21 86 90 - 31 16 90 www.kistur.fo Vit levera um alt landið. KISTUR - HANS JACOBSEN FØROYSKAR KISTUR TØKK Hans Colbjørnsen Føddur 15.08.1931 - Deyður 09.09.2019 Í smb. við jarðarferðina hjá Hans Colbjørnsen, vilja vit her senda eina hjartans tøkk til øll tey sum sýndu samkenslu, tá hann var jarðaður. Takk til øll tykkum sum vóru við til samveruna á Boðanesheiminum, tá hann fór út í Hest. Takk til øll tykkum sum komu út í Hest, fyri at luttaka í jarðarferðini, og til Bergur Debes Joensen prest. Takk til tykkum sum hjálptu til við ervinum, og gjørdu minnisløtuna so góða. Takk fyri heilsur og blómur. Og annars fyri gávur til Boðanesheimið. Og ein heilt serlig tøkk til tykkum starvsfólk á Strandalon á Boðanesheiminum, sum eru so dugnalig og vóru um han, á besta hátt, hansara seinastu tíð. Og takk at tit vóru so vinarlig, hjálpsom og stuðlandi, og lótu okkum avvarandi vera har, so nógv vit vildu, ta seinastu tíðina. Vegna øll okkum avvarandi familju. Ása Kristiansen Alma Frederiksberg Emmy Ingibjørg (Dedda) Joensen Hallur Johannesen Sæbjørn Johannesen TØKK Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu tá elskaði maður, pápi, verfaðir og abbi okkara. Jens Meitilberg f. 29. apríl 1950 - d.14. august 2019 doyði og varð jarðaður. Takk fyri kærleika og umsorgan, fyri vitjanir, blómur og ymiskar heilsanir. Takk til tykkum á B6, sum fjálgaðu væl um okkum. Takk øll tit sum bakaðu, og fyri stóru hjálpina til ervið. Takk fyri prýði og vakran sang í Filadelfia. Takk fyri minnisgávurnar. Takk øll somul, eisini tykkum mongu sum fylgdu honum seinastu ferðina. Malena Jørgen, Hanna, Eirikur og Josva við familjum. TØKK Vit takka hjartaliga fyri samkenslu tá mamma, verðmamma, omma og langomma okkara Marin Fredrikka Højgaard F: 18. august 1924 D: 03. juni 2019 doyði og var jarðað. Eina serliga tøkk eigur starvsfólkið á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi fyri umsorgan og røkt, tey 6 árini mamma búði har. Takk fyri øll tit, sum hjálptu til við kórsetingina og jarðarferðina. Magni, Jaspur, Ovi Brim prestur, kirkjutænarar og sangarar. Takk fyri leigu av Skótahúsinum, og tit sum bakaðu og tóku tykkum av ervinum. Vit takka eisini fyri Minnisgávuna til Rituvíkar Missiónshús. Takk fyri heilsanir, blómur og kransar. Takk øll tit, sum fylgdu henni til seinasta hvíldarstaðið. Lovaður Harrin veri, dag eftir dag hann okkum ber, tann Guð, ið er frelsa vár. Sálm 68,20 Familjunar vegna Max, Ninnie, Hansy, Elsebeth og Hanus TØKK Hjartans takk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá okkara elskaða mamma, vermóðir, omma og langomma Esther Mørk fødd 26.06.1928 deyð 13.01.2018 andaðist og varð jarðað. Takk til tyrlumanningina, ið flutti hana á Landssjúkrahúsið. Takk til Landssjúkrahúsið fyri góða hjálp, Takk til tykkum á Hamragarði og takk til líkbilatænastuna í Suðuroy fyri góða tænastu í Havn og Suðuroynni Takk til Theodor Eli Dam Olsen, prest, fyri góð og troystarík orð í kapellinum og til jarðarferðina í Vágs Kirkju. Takk til kirkjutænarnar, takk til sangarar. Takk fyri heilsanir, telefonuppringingar, og øll tit sum komu á vitjan. Takk fyri bakstur, og takk øll tit sum hjálptu til við ervinum. Takk fyri blómur og kransar, takk fyri gávur til Meingheitshúsið. Takk øll tit sum fylgdu Esther til hennara seinasta hvíldarstað. Vegna familjuna Torgerð, Elisabeth