Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-29, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. oktober 2019síða 53

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 30. oktober 2019 · Nr. 125 vøddamýkjan, róligar rørslur og kropslig venjing kann vera við til at minka um tvingsil av persónum, ið eru innlagdir á lukkaðari deild. Hesum kundu starvsfólkini í Fysioterapiini arbeitt enn meira við. At fáa gerandisdagin at hanga saman Ergoterapeutar á Psykiatriska deplinum arbeiða bæði við fólk­um, sum eru innløgd á Psykiatriska deplinum, og teimum, sum koma til ambulan­ ta við­gerð. Endamálið við Ergo­ terapiini er skapa ein virknan og gevandi gerandis­dag fyri fólk við sálar­sjúku. Tá ein hevur eina sálar­liga sjúku, gongur tað út yvir gerandisdagin og tær upp­ gávur, ið fylgja við honum. Ofta megnar sjúklingurin ikki sítt arbeiði, hevur lítið av orku til at fara undir vanligar gerandis­ uppgávur og hevur trupult við at koma út millum fólk. Hvat er tá týdningarmest fyri sjúklingin? Arbeiði? Børn­ini? Heimið? Vit hava altíð samrøðu við sjúklingin um uppgávur í gerandis­degnum, har vit tosa um, hvat hevur týdning fyri hann, og hvørjar uppgávur hann hevur trupult við. Síðani kann sjúklingurin raðfesta sínar avbjóðingar, sum vit so kun­nu arbeiða við. Dømi um avbjóðingar kunnu vera, at sjúklingurin hevur trupult við at fara til handils, at taka bussin, at vera saman við øðrum fólkum osfr. Grund­ leggjandi førleikar, ið skulu venjast upp aftur. Í Ergoterapiini býta vit gerandis­dagin upp í trý megin­ punkt: Eginumsorgan, arbeiði og frítíð. Hetta eru grund­leggjandi viðurskifti hjá teim­um flestu av okkum, men tá ein er raktur av sálarsjúku, eru hesi økini ofta skeiklað. Teim­um manglar yvirskot og yvir­lit, sum ger, at tey ikki orka at halda hús, at tey eru stúrin um at missa arbeiði, og ofta eru tey bangin fyri at fara út. Sum ergoterapeutur fari eg inn og arbeiði við tí, sum ikki riggar av hesum, greiðir Jenny L. Højgaard frá, leiðari fyri Ergo­terapiina. Tá sansirnir skapa ferðsluproppar Í Ergoterapiini eru ymisk tilboð til sjúklingingar, sum eru innlagdir á Psykiatriska deplinum. Her kann sjúk­ling­ urin luttaka í krea­tiv­um bólki, bakibólki, túrbólki við túrum uttan fyri Psykiatriska depilin, og hvørja viku verður skipað fyri kafe í Ergoterapiini fyri sjúk­lingar og starvsfólk. Hesir bólkar hava til enda­ máls at halda fast í tí fríska. Vit hava fokus á førleikum, áhuga­málum, samrøðum úr gerandisdegnum osfr. Sjúk­ling­ urin kemur burtur frá sjúkuni og kann savna seg um onnur ting eina løtu. Nýggjasta tilboðið hjá Ergo­ terapiiini er eitt sansarúm, sum er ætlað at stimbra allar sansir hjá sjúklinginum, sum hava tørv á at finna ró. Hendan kúludýnan er sera væl egnað til fólk við sálar­ sjúku, tí hesi hava tað ofta trupult við at fella til ró og at sova, og tá hevur kúludýnan víst seg at hjálpa væl. Hon stimbrar muskul- og liðsansin og fær kroppin at hvíla. Við at brúka kúludýnuna um náttina, sovna tey ofta skjótari og vakna ikki so ofta um næturnar, sum hevur við sær, at tey eru betri svøvnt um dagin og megna betur sín gerandisdag. Inni í sansarúminum er hugna­ligt og róligt við hvítum vegg­um og dempaðum ljósi. Tú sleppur at leggja teg í eina song við eini kúludýnu oman yvir teg, og har madrassan hevur innbygda massasju í. Úr song­ini kanst tú eygleiða ein skíggja við skiftandi myndum og eitt torn við vatnbobblum, alt meðan sissandi tónleikur verður spældur afturvið. Gransking vísir, at sansarúm kann vera gagnligt fyri fólk við sálar­sjúku. Fólk við sálarsjúku hava ofta trupulleikar við sansa-integratiónini. Tað kann lýsast sum ein ferðsluproppur í heilanum, har teirra sansa­ infor­matiónir sita fastar í ein­ um ferðsluproppi, og tí fáa partar av heilanum ikki tær sansainformatiónir, sum teim­ um tørvar fyri at útinna tað, sum sjúklingurin hevur tørv á at fáa gjørt. Alt, sum hevur við menniskja at gera Tað liggur eitt stórt arbeiði hjá ergoterapeutunum at fáa sjúklingin virknan aftur, eftir at sjúklingurin hevur fingið eina sálarsjúku, sum hevur havt við sær, at hann hevur mist sambandið við kroppin og kanska sínar sosialu eginleikar. Sanne, Lív, Jenny og Jórun arbeiða allar við sama enda­ málið, og hóast tað er eitt annað tilboð enn samrøður og heili­vágur, er viðgerðin sum oftast sett saman við heilivági og samrøðuviðgerð. Í tráð við at sálarfrøðiliga viðgerðin verð­ur alsamt meir ambulant, skulu fleiri fakbólkar til, og tað er neyðugt at hugsa tvørfakliga fyri at finna røttu loysnina fyri hvønn einstakan sjúkling. Tað tvørfakliga er so um­ráð­ andi, tá vit hava við psykiatri at gera. Psykiatri er so kompli­ ser­að og samansett, og tí skal man hugsa um alt, sum hevur við menniskjað at gera, tá ein ar­beiðir innan psykiatri, sigur Jenny Lamhauge. PSYKIATRIIN 50 ÁR Anna Elisabeth Iversen er fegin um nýggju dagdeildina til børn og ung við sálarligum avbjóðingum