Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-29, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. oktober 2019síða 56

‹ fyrra síða allar 56 síður

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. oktober 2019 · Nr. 125 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 PSYKIATRIIN 50 ÁR Ovarlaga á Eirargarði húsast klinikkin fyri minnisveik. Hon verður rópt demensklinikkin ella demensambulatoriið – eitt heiti, sum ikki smakkar øllum líka væl, tí demensur fevnir um so nógvar sjúkur og stórt stigma er knýtt at navninum demens. Her á Demensklinikkini ar­ beiða vit við ambulantum virk­ semi. Vit gera útgreiningar av sjúklingum, sum verða ávístir til okkara. Talið av sjúklingum, ið verða ávístir til okkara, er støðugt vaksandi, og hevur verið tað líka síðani vit byrjaðu, greiðir Marjun Restorff frá, ið er deildarleiðari og leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur á Demensklinikkini. Tá tey fóru undir arbeið­ið við útgreiningum á Demens­ klinikkin í 2007, høvdu tey 33 sjúklingar um árið, og seinastu árini er talið bert vaksið. Í fjør hevði klinikkin 119 ávísingar, og í ár hava tey longu havt 89, nú vit eru farin um miðjan oktober. Trupulleikin er bara tann, at tað langt frá eru øll demens­ rakt, ið koma til okkara, og tí fáa vit ikki fatur í øllum. Sam­ bært donskum kanningum er tað bert ein triðingur, ið kemur til útgreiningar, og tað sam­ svarar væl við okkara tøl. Tey greiða frá, at tað eisini sæst ein munur á sjúk­ling­un­ um í dag. Fyrr vóru tað bert eldri fólk, ið komu til útgreiningar. Hesi hagtølini eru fyri fólk yvir 60. Útyvir hesi hava vit nøkur fá, sum eru yngri enn 60. Miðalaldurin á teimum, ið verða staðfest við demensi, liggur millum 78-80 ár. Tað eru sum nevnt eisini yngri fólk, ið fáa staðfest demens, men orsøkin er ikki so einføld sum etikett­irnar Alzheimers ella demens­ur. Demensur er felagsheitið fyri fleiri neurologiskar og kogni­tivar sjúkur. Tær fevna um á leið 200 sjúkur, sum kun­ nu elva til demens, og tær kun­ nu vera antin heilasjúkur ella fysiskar sjúkur, greiðir Sofus Joensen frá, ið er psykiatari og ráðgevi á deildini. Fysiskar sjúkur eru eitt nú stoffskiftissjúka, b12-mangul, vætu­mangul og ígerðarsjúkur av ymsum slag. Summum kann ein gerast frískur av, og tí gera vit hesar útgreiningarnar við likam­ ligum kanningum, blóð­roynd­ um osfr. Vit taka eisini eina CT-skanning av heilanum fyri at útiloka eitt nú heilatumorar. Fyrst kanna vit tey gjølla bæði likamliga og sálarliga. Tunglyndi kann jú eisini føra til demens. Vit taka eisini eina neuropsykologiska roynd av heilanum, sum er meir akkurát. Tann vanligasti demensurin er Alzheimers, sum er, tá stutt­ minni ella nærminni svíkur. Tað sæst ofta við tað, at ein skjótt gloymir, hvat hin hevur fortalt, hvat hendi í gjár, avtalur osfr., greiðir hann frá. Stúranir og manglandi initiativ Summir sjúklingar eru væl vit­ andi um sjúkuna, og eru kedd og bangin, meðan onnur ikki ána, at nakað er áfatt. Tí er altíð onkur við teimum, tá tey koma til kanningar. Hetta er ein góður vinkul at hava við í metingini av sjúklinginum. Tekinini eru, at minnið, intelligensur og praktisku før­ leikarnir fara. Eitt annað, sum er van­ligt hjá demenssjúklingum er, at initiativið eisini fer. Hetta er ofta lætt hjá teimum av­varðandi at gloyma, leggur Marjun afturat. Tær flestu útgreiningar verða gjørdar fyri at finna eina diagnosu. Er talan ikki Alz­heimers ella tann vanliga, men minni kenda Lewy Body diagnosu­na, fær sjúklingurin í boði at taka antidemens heili­ vág. Antidemens heilivágurin er tíverri ikki nakar undur­ heilivágur, ið kann geva sjúk­ linginum minnið aftur, men hann kann steðga aftur­gongd­ini í eina tíð. Og nógv fáa tað betri av at taka heilivágin, sigur Sofus. Fordómar og hjálp Marjun og Sofus eru á einum máli um, at hugburðurin til demens er broyttur. Fyrr hildu tey demens vera aldur heldur enn sjúka. At tað var ein natúrligur partur av at gerast gamal. Tá var eingin diag­nosa. Barndømi var sjúkan rópt á fólkamunni, meðan demens­ur er kliniska heitið, og sum er eitt felagsheitið fyri fleiri sløg av sjúkum. Í dag eru fólk betri upplýst um demens, men fordómarnir eru seigir at avlíva. Vit uppliva nógvar for­dóm­ ar um demens. At ein er óbrúki­ ligur og til fortreð fyri sam­ felagið. Summi skammast av tí, tey avvarðandi vilja goyma tey burtur. Vit royna at basa slíkum fordómum, men for­ dóm­ar eru ofta seigir. Viðgerðin fyri demens er fyrst og fremst heilivágur, men arbeitt verður fram ímóti, at fólkini fáa tað so gott sum møgu­ligt. Vit eggja teimum til at liva so vanligt sum møguligt. Demens­ur er ikki nakar deyða­dómur, men tað er treytað av, at tey vera loftað á rættan hátt. Hvat er tann besta hjálpin? Fyrst og fremst at fáa hjálp heima. Tann hjálpin er nógvastaðni við dagtilhaldum t.d., har sjúklingurin hevur møgu­leika at fara út til ymsu tilboðini hjá dagtilhaldunum. Tað, at halda seg virknan við at fara út millum onnur, hevur seinkað gongdina við at fara á røktarheim, og vit eru ikki í iva í, at orsøkin er at finna í tí sosiala. Tað er góður heila­fim­ leikur at fáa inntrykk aðra­ staðni frá. Sum avvarðandi er tað gott at lurta eftir, hvussu tað gong­ ur hjá sjúklinginum. At fylgja við í, um sjúklingurin fær nokk av kosti og vætu. Broytingar í heilanum kunnu gera, at summi gloyma at eta, og summi hava onga svongd­ar­kenslu. Demensvinaliga samfelagið Demensklinikkin hevur fingið kanning gjørda við upp­ skotum til, hvussu vit fáa eitt demensvinaligt samfelag. Hon inniber miðvísa undirvísing og vitan til fólkið um sjúkur í sambandi við demens, liviháttir og háttir til at fanga sjúkuna so tíðliga sum gjørligt. Hon leggur eisini upp til, hvussu nærumhvørvið kann fáa tey víðari til kommunulækna, undir­vísing fyri øllum røktar­ starvs­fólkum og yvirhøvur at skapa meir tolsemi í nær­um­ hvørvinum. Eg vildi mett, at tað er ein spesialistuppgáva at vera um fólk við demensi, og tí undrar tað meg, at tað ikki vera fleiri, ið verða útbúgvin til serliga at taka sær av fólki við demensi. Tað er ein tung uppgáva hjá teim­um avvarðandi, og vit síggja eisini, at fleri teirra fáa tung­lyndi av hesum, sigur Sofus. Kanningar uttanlands vísa, at avvarðandi at demens­ rakt­um hava størri sjúkra­frá­ veru og lægri livialdur. Ein líknandi kanning verður gjørd í Føroyum í næstum. Ein loysn er eisini at hugsa um demens­ sjúklingin við at seta hann í sentrum, og at skapa røktar­ heim eftir hansara tørvi. Ein kann vænta, at heili 70 prosent av øllum eldri koma at hava demens. Tí er tað upplagt at hugsa um tað, tá ein byggir ellis- og røktarheim. Og tá vildi eg hildið tað vera skilagott at skapa eitt heim, sum er eitt heim og ikki ein stovnur, og ikki at gera tey ov stór. Tí fyri hesar sjúklingarnar hevur tað týdn­ing at kenna seg heima. Í Hollandi og Fraklandi gera tey heilar býir við handlum og bankum, sum fólkini kenna seg aftur í. Umframt at útbúgva røkta­r­starvsfólk til demens­ sjúklingar, liggur ein onnur upp­gáva á borðinum hjá Demens­klinikkini. Tað eru tilboðini til demens­ rakt. Sum nú er, verður skilt í millum, um tú ert yvir ella undir 67 ár. Her halda vit, at tað skuldi verið undirornað, hvussu gomul tú ert. Sama til­ boð skal vera til allar borgarar við demensi. DEMENSUR ER EINGIN DEYÐADÓMUR At gerast dement ella minnis­ veik er ein stoytur fyri fólk flest og teirra avvarðandi. Men tað er eingin deyðadómur. Við røttu hjálpini kann ein liva eitt gott lív við demensi í nógv ár