hósdagur 31. oktober 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
1. NOVEMBER 2019
Í næstu viku verða aftur tingfundi. Tann
fyrsti verður mánadagin klokkan 13:30, og tá
er bara framløga á skránni.
Mikudagin klokkan 11 er aftur fundur, og
tá eru ófráboðaðir fyrispuringar á skránni.
Hetta er fyrsti tingfundur, har nýggju lands
stýrisfólkini hava høvi at svara hesum
spurningum. Næsta mál á skránni er møgu
ligar 1. viðgerðir.
Hósdagin klokkan 10 og fríggjadagin
klokkan 13 eru eisini tingfundir á skránni.
Men enn eitur vegleiðandi skráin til teir
fundirnar bara »møguligar 1. viðgerðir«.
Stóra málið, sum nærkast, er løgtings
fíggjarlógin fyri koman
di ár – sveinastykkið hjá
samgonguni, sum skal
føra nýggja politikkin
út í lívið.
Tingið aftur
til arbeiðis
FÍGGJARLÓG NÆRKAST
Les eisini blaðið
á telefonini
Anna Christiansen:
Pápi var so húsligur
Siðsøga 24-25
Tryggir karmar
um fiskivinnuna
Síða 22
Mary verður verji fyri stórari pride
Hennara Kongaliga Hátign Mary Krún
prinsessa verður verji fyri Copenhagen
2021, sum millum annað er ein World
pride.
Tað er á fyrsta sinni nakrantíð, at ein
kongaligur persónur er á odda fyri ein
um stórum altjóða LGBT–tiltaki, upplýs
ir Copenhagen 2021.
– Sum dani eri eg errin av, at Keyp
mannahavn skal vera vertur fyri World
pride og Eurogames á sumri í 2021. Vit
kunnu ikki góðtaka, at nøkur fólk í heim
inum kenna ótolsemi og mismun vegna
sín seksualitet ella kynssamleika, sigur
Mary krúnprinsessa.
Hjá Copenhagen 2021 fegnast Lars
Henriksen, talspersónur, fyri, at Mary
hevur játtað at vera verji.
Søgan hjá LGBT í Keypmannahavn:
• Í 1989 fekk fyrsta samkynda parið
pappír upp á hvønn annan á Københavns
Rådhus.
• Í 2010 fingu samkynd pør møguleika
at ættleiða børn á jøvnum føti við hins
kynd.
• Í 2012 var fyrsta samkynda parið vígt
í kirkjuni.
• Í 2015 svaraðu 90 prosent av dønum,
at samkynd skulu hava somu rættindi
sum hinskynd – í ES var miðaltalið 70
prosent.
• í 2019 fær Keypmannahavn ásettan
politikk fyri javnviðgerð av LGBTI+ per
sónum
• Í 2021 er Keypmannahavn vertur fyri
WorldPride – har Mary krúnprinsessa
verður verji.
/ritzau/
Í blaðnum...
Helst er tað áhugan úr eysturi og
vesturi heldur enn loysingina, sum
hennara háting hugsar um
Týskvøldið var hátíðardámur á slotti
hennara hátign Margretu drotning í Norð
ursælandi, Fredensborg Slot, tá fræg fólk
úr Grønlandi, Føroyum og Danmark vórðu
boðin til konsert og hátíðarligan døgurða
at heiðra sjálvan ríkisfelagsskapin.
– Fra Færøernes grønne fjelde og Grøn
lands isklædte bjerge til Danmarks marker
og skove spænder rigsfællesskabet bredt
geografisk, og gennem generationer har de
tre lande delt historie, hvor venskaber og
familier er flettet sammen...
Soleiðis skrivar kongshúsið á heimasíðu
sínu – orð, sum hennara hátign lættliga
sjálv kundi havt skrivað.
Men hví verður kongshúsið vovið upp í
eitt tiltak, sum skal heiðra ella stimbra rík
isfelagsskapin, kunnu vit spryja. Tað er
ikki hent áður, so talan er ikki um eina sið
venju, sum vit hava verið von við. Tvørtur
ímóti hevur kongshúsið altíð verið varið
við at blanda seg upp í politisk viðurskifti.
Men uttan iva hevur tað við politikk at
gera. Løgmaður og landsstýrisformaðurin
í Grønlandi vóru borðharrar hjá hennara
hátign, og bæði løgtingsformaðurin og
fólkatingsmenninir vóru við.
Restin av gestunum úr Føroyum vóru
fólk umboðandi vinnuna, mentan, umsit
inga og so framvegis.
Helst er talan um at gera vart við ríkis
felagsskapin, og helst er hetta eisini ein
roynd – varisliga at minna okkum á,
hvussu strek bond vit hava hvør við annan
– og gennem generationer har de tre lande
delt historie, hvor venskaber og familier er
flettet sammen.
Tað eru bara fáar vikur síðani, at ameri
kanski forsetin vildi keypa Grønland.
Hann gjørdist firtin, tá hann fekk greiða
svarið frá forsætisráðfrúnni donsku.
Kina hevur eisini víst stóran áhuga fyri
Grønlandi – og tað er ikki sørt, at vit eisini
hava kent farran av slíkum biðlum her á
okkara leiðum.
Tað er valla Tjóðveldi og loysing, sum
órógvar kongshúsið. Tey vita, at tann verk
ætlanin ikki er høgt í metum millum før
oyingar og so slett ikki á politiska bredda
num. Men helst óttast bæði kongshús,
stjórn og fólkating, at føroyingar skulu
lata seg freista av nógvum pengum úr USA
fyri ikki at tala um Kina.
Kongshúsið farið at verja felagsskapin
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Mary krúnprinsessa verður
verji fyri LGBT skrúðgongu
Tað er fyrstu ferð, ein av teimum
kongaligu er á odda fyri einum LGBT-
tiltaki. Her síggjast krúnprinsessan og
krúnprinsurin koma til hátíðarhaldið hjá
Margretu drotning týskvøldið at heiðra
ríkisfelagsskapinum
Mynd: Keld Navntoft/Ritzau Scanpix 2019