hósdagur 31. oktober 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 126
4
Politiska skipanin hevur verið til arbeiðis
uttanlands seianstu vikurnar.
Í hesi vikuni hava føroyskir politikarar
tikið lut í Norðurlandafundi í Stokholm
í Svøríki.
Høvi var til at hitta starvsfelagar úr
hinum londunum, umframt tað bar til at
samráðast og skriva undir skjøl.
Fyri okkara viðkomandi var undir
skrivtin á marknaðarsemjuskjalið við
Noreg og Ísland mest týðandi. Tað tryggj
ar okkum, at vit nú eru ein arktisk tjóð,
sum eigur sjóøki norður um Polarsirk
ulin.
Ája!
Eitt ómetaliga hart stríð hevur verið
í Tórshavnar kommunu um leiðsluna av
barnaøkinum. Fyrisitingin og býráðs
politikararnir í meirlutanum, hava gjørt
ein nýggjan bygna, sum býtir barnaans
ingarstovnar upp í fýra eindir við hvør
sínum leiðara.
Tað vil siga, at nú ger býráðið tað sama
sum Almannaverkið: setir fjarleiðslu á
stovn, har sum leiðararnir sita aftanfyri
skrankar og onki hava við veruligu við
urskiftini úti á stovnunum at gera.
Pedagogfelagið mótmælti harðliga,
men til fánýtis og taða sama var hjá
minnilutanum í býráðnum.
So nú setir kommunan fýra nýggjar
leiðarar at sita í umsitingini í kommun
uni.
Ája!
Tað hendir mangt ymiskt í okkara
samfelag. Vit verða rakt av øllum tí, sum
gongur fyri seg kring um í heiminum. Vit
hava fingið sosialar miðlar, sum í stóran
mun ávirka gerandisdagin hjá okkum.
Í vikuni fann Góðan Morgun Føroyar
í Kringvarpinum eina kvinnu, sum ikki
hevði verið á Facebook í 18 tímar.
Hon skuldi so greiða frá, hvussu hon
hevði tað og hvussu stórur tostin va eftir
Facebook 18 tímar seinni.
Eg meini tað. Kenni nógv fólk, sum
óteljandi ferðir hava lagt av at roykja,
men so eur byrja aftur stutt eftir. Spenn
andi at síggja, hvussu leingi Facebook-av
noktanin heldur.
Sjálvandi eru fyrimunir við sosialu
miðlunum, men ofta yvirtaka teir bert
tað tos og slatur, sum vit annars tosaðu
hvør við annan um.
Haldi tað er vert at minnast til, at onki
verður meira sannheit, bert tí tað er fest
á blað.
Ája!
KÍ fór til Klaksvíkar við FM-heitinum
og eg skal nýta høvi at ynskja teimum
hjartaliga tillukku.
Rómurin var øgiligur eftir at býurin
bíðaði í 20 ár eftir FM og tað er væl for
tjent.
Og fyri okkum onnur er tað eisini
stuttligt, at KÍ er við í oddinum, tí flestu
áskoðararnir í Føroyum fylgja KÍ.
Uttan mun til, hvørjum tú
heldur við, so er tað mógv
stuttligari at ganga til fót
bólt, tá ið áskoðarapláss
ini eru full.
Í Havn sigst, at tey
bæði størru feløgini –
HB og B36 – ikki long
ur eru arvafíggindar.
Nú samstarva tey.
Í ár so væl, at sjálv
B36-ársveitslan verður
hildin í HB-húsinum.
Ája!
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Nú november mánaður
byrjar, fari eg at gera ein
umvendan movember. Fari ikki at lata
ein einasta skeggstubba veksa
Tórshavnar kommuna
hevur fingið nýggjan
brandbil. Sambært
kommununi er talan
um størsta stigabil
í kongaríkinum og
við longst røkkandi
lift í heiminum
Marknasemjur um
landgrunnin millum
Føroyar, Ísland og
Noregi í økinum
uttanfyri 200 fjórðinga
sjómarkið gera, at
Føroyar vaksa 27.000
ferkilometrar
Fótbóltsfelagið Víkingur
hevur fingið nýggjan
venjara. Tað verður
Eyðun Klakstein, sum
hevur verið venjari
hjá Skála í tvey ár
Teir 39 ansingar
stovnarnir til børn í
Tórshavnar kommunu
verða nú lagdir saman
í fýra eindir, sum so fáa
hvør sín eindarleiðara.
Tað samtykti Býráðið,
hóast Pedagogfelagið
mótmælti harðliga
64 kendir føroyingar
vóru týskvølið til
konsert og døgurða hjá
Margretu drotning á
Fredensborg Slotti at
heiðra ríkisfelagsskapin
Virðisløn Norðurlandaráðsins
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
Síðani á nýggjárinum eru 57 el-riknir
persónbilar skrásettir í Føroyum. Tað er
ein vøkstur upp á 57 prosent.
57
Sprotin:
Norðurlandaráðið h24e
(stjm.) ráð (2) mannað av norðurlendskum
politikarum (til at viðgera felags norðurlendsk
viðurskifti)
Um vikuskiftið vórðu virðislønirnar hjá
Norðurlandaráðnum latnar. Fýra føroyingar vóru
í uppskoti: Guðrun&Guðrun, Rúni Brattaberg,
Rakel Helmsdal og Kathrina Skarðsá - men eingin
fekk virðisløn. Svenska Greta Thunberg fekk
umhvørvisvirðislønina - men hon segði nei takk.
Danski Jonas Eika fekk rithøvundavirðislønina,
og í takkarrøðuni skýrdi hann danska
Javnaðarflokkinum og forsætisráðharranum, at
tey førdu rasistiskan politikk, sum ikki fall í góða
jørð hjá Mette Frederiksen
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
At ringa gongdin hjá
tjaldrinum heldur fram. Í
1981 vóru 214 tjaldurspør
í Nólsoy. Men bert 30 pør
royndu at reiðrast í 2019,
sambært Jens-Kjeld
Sæð á Facebook:
-Trýrt tú uppá spákvinnur?
-Nei, ikki longur! Nú ein dagin, tá eg
skuldi vitja eina og bankaði uppá
hurðina, svaraði hon: Hvør er tað??
Lítið lot av eystri, 5 m/s, sum
veksur í gul til stívt andøvsgul av
landnyrðringi, 5 til 10 m/s. Eitt
sindur av sól og okkurt æli, men
út á dagin skýggjað. Um náttina
veksur hann vindin til hvassan
vind, 10 til 15 m/s. Yirhøvur
skýggjað og okkurt æl. Hitin alt
samdøgrið millum 3 og 8 stig.
5-10 m/s
10-15 m/s
10-15 m/s
LEYGARDAGIN
FRÍGGJADAGIN
SUNNUDAGIN
Stívt andøvsgul upp í hvassan
vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað,
men yvirhøvur turt. Hitin
millum 6 og 8 stig, um
náttina millum 3 og 7 stig.
Stívt andøvsgul upp í hvassan
vind, 10 til 15 m/s. Út á náttina
minkar hann vindin nakað.
Skýggjað, men yvirhøvur turt.
Hitin millum 6 og 8 stig, um
náttina millum 3 og 7 stig.