Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. november 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. november 2019 · Nr. 127 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í lesarabrævi undrast fyrrverandi løg­tings­maðurin, Tordur Niclasen, sum nú er varamaður á tingi fyri Mið­flokkin, tá tað berst øðrum av ting­monnum floksins frá at møta. Hann undrast, tí at løgmaður hevur sagt, at tá Mette Frederiksen, for­ sæt­is­ráð­frú, hósdagin kemur at vitja løg­mann, ja so fer samgongan und­ir ar­beiðið, sum samgongan hev­ur sett sær fyri, at »menna og styrkja rík­is­fel­ags­skapin«. Hann undrast uppaftur meira, tá hann hoyrdi, at »vónandi kann fund­ur­in verða byrjanin til eina til­gongd, har gongd verður sett á hetta arbeiðið«. Tað sum undrar mið­floks­eyk­a­ ting­mann­in ­er, at hann einki hev­ ur sæð í samgonguskjalinum um hetta, og at tað honum vitandi ikki finst nakað undirskjal til sam­ gongu­skjal­ið. Og so heldur Tordur Niclasen, at løg­maður ikki hevur nakra »sam­ gongu­parl­amentariska heimild« at fara undir slíkar samráðingar. Hann heldur, at skal farast út um sam­ gong­u­skjal­ið, so er tíðin komin har til, at vit skulu taka samráðingar upp við danir um í sátt og semju at av­vikla ríkisfelagsskapin, og tað held­ur mið­floks­mað­ur­in, at løg­ mað­ur kundi tikið upp við Mette Fred­e­rik­sen. Tordur Niclasen man hava etið bláseym, ella spælir hann bara hund. Sum løgtingsmaður í so nógv ár, so veit hann betur enn hann letst – og letur sum um, at hann er loys­ign­ar­maður av onkrum slag. Eitt er vist, at danir hava fingið nógv størri áhuga fyri Føroyum, enn teir áður hava havt. Hetta er sjálv­andi tí, at stórveldi sum Kina og USA hava sýnt Grønlandi og Arktis so stóran áhuga. Og vit verða tik­in eitt sind­ur við í tí streym­i­ num. Hóast ev­arsk­a­lítli í mun til Grøn­land, so eru vit eisini partur av Arkt­is og hava stra­tegiskan áhuga í so máta. Og júst sum danskur, am­er­i­k­ ansk­ur ella kinesiskur áhugi vek­s­ur fyri Føroyum, so dovnar loys­ing­ar­ stríð­ið tilsvarandi ella meira. Tjóð­ veldi hokn­aði á báðum valunum, vit hava havt í ár og misti sætið á Fólka­ting­ið, tí flokkurin lovaði, at hetta var seinasta ferð vit skuldu velja fólk á danating. Hetta tók veljarin als ikki tik­ið fyri fult. Ein borgarlig samgonga í Før­ oyu­m er eisini ein sam­bands­sam­ gonga – tað liggur í 'sag­ens natur'. Fólka­flokkurin fekk politikkin og Sam­bands­flokk­ur­in fekk løgmann, og soleiðis semjast flokkarnir væl. Miðflokkurin er klípi í hesi samgongu, sum púra vist ikki fer at taka nøkur sig á fullveldisleið. Tvørturímóti. Vil Miðflokkurin veruliga hava løgmann at taka fullveldi? Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin MIÐFLOKKURIN OG LOYSINGIN Heimafriður vil hava jólafrið Nú minni enn tveir mán­aðir eru eftir til jóla heit­ir felagið Heimafriður á komm­unur og reiðarí um at skipa so fyri, at jólafriður verður á jól­um. Við hesum heitir Heima­ frið­ur á kommunurnar um at tryggja borgarum sínum jóla­frið. Í fjør og undanfarin ár hev­ur verið so nógvur gang­ ur frá skipum í ávísum havn­ um, at fólk hava ikki fin­g­ið heimafrið á jólum. Und­an­ farin ár hava summi verið so sperd av ganginum, at tey hava verið noydd at flýggjað úr egnum heimi á jólum. Felagið heitir tí staðiliga á komm­unurnar, sum varða av havn­unum, um saman við reið­ar­í­unum at finna loysnir, ið tryggja fólki jólafrið. Óli gevst nú at svimja ÍTRÓTTUR SÍÐA 14-15 So­ leið­is gong­ur at fiska TÍÐINDI SÍÐA 6-7 Starvsfólk til Skráseting Føroya Søkt verður eftir einum starvsfólki at arbeiða við roknskapareftirliti, roknskapargreining, greiningum av lyklatølum, viðgerð av roknskaparligum fyrispurningum í sambandi við frá­ boðanir eftir vinnufelagslógini og frá viðskiftafólki okkara annars, umframt aðrar umsitingarligum uppgávur. Viðkomandi kemur eisini í ávísan mun at arbeiða við bókhaldsarbeiði­ og spurn ingum og journalføring. Umsøkjarar skulu hava staðið HD í roknskapi ella aðra viðkomandi útbúgving, umframt hava royndir við greinan av lyklatølum og við eftirkannan av roknskapum. Tað er ein fyrimunur um viðkomandi hevur royndir og kunnleika til almenna føroyska fyrisiting og til skipanirnar Fíggjarskipan landsins (FSL), Navision og journalskipanina 360. Setanartreytir verða eftir galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Umsókn við prógvum, c.v. og møgu­ ligum viðmælum skal sendast til: Skráseting Føroya, Sigmundargøta 13, Postboks 264, 110 Tórshavn ella sum teldupostur til: vs@vs.fo Umsóknir skulu vera stovninum í hendi í seinasta lagi mánadagin 25. november 2019. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jógvan Thomsen, stjóra, tlf. 356020, teldupost: jt@vs.fo ella Súsonnu Leo, deildarleiðara, tlf. 356010, teldupost: sl@vs.fo. Skráseting Føroya er fyrisitingarliga skipað undir Vinnustovninum, sí www.vs.fo Skráseting Føroya · Sigmundargøta 13 · Boks 264 110 Tórshavn Tlf.: +298356010 · Fax: +298356015 · E-mail: skr@skraseting.fo