Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. desember 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 239 - 14. desember 2004 13 29. november 2004 gjørdist okkum ein dapur dagur, tá boðini spurdust, at okkara ærdi rakstrarleiðari Birgir Nóns- gjógv var deyður, bert 51 ára gamal. Birgir hevði framúr góðar gávur. Ein handverkari og uppfinnari burturav. Tað hann setti sær fyri gjørdist verðuleiki. Hann var sera hugtik-in av saltfiskafram- leiðslu og gjørdist fyristøðumaður fyri tí nýstovnaða saltfiskavirkinum, United Seafood á Toftum, beint eftir kreppuna ið rakti landið alt. Hann gekk fult og heilt inn fyri fyritøkuni, og tað gav sanniliga eisini úrslit; hugsi ikki vit taka munnin ov fullan, tá ið vit siga at henda fyritøka lá rættiliga frammalaga í rakstrarúrsliti í mong ár. Tá hann so greiddi frá úrslit- unum, um árslok ið hevði hepnast væl, legði hann altíð stóran dent á, at tað ikki var sær fyri at takka, "Tað er ikki mær, men tað er tykkum at takka fyri tað góða úrsltið, Tað eru tit ið hava gjørt eitt sera gott arbeiðið". Soleiðis var Birgir, hesin arbeiðsami og tolni persónur. hann treivst best í sátt og semju, hann var menniskja millum menniskjur. Var tað ein føð- ingardagur, so bleiv sungið í kaffisteðg- inum, "Tillukku til tín". Var hetta so ein rundur dagur hjá viðkomandi, so gekk bert stutt tíð, so kom Birgir so smílandi við blómum, og takkaði fyri gott sam- starv. Slíkt fjálgar og gevur arbeiðshug, og úrslitið verður hareftir. Góði Birgir vit fara at sakna teg nógv. Tað kenst okkum so óveruligt ikki at møta tær aftur, at spyrja um leiðbeining um hetta og hatta, sum tú altíð var fúsur at svara og veg- leiða, og tað við einum góðum og vinar- ligum tóna. Orð okkara eru so fátæk, men tankar okkara leita til konu og børn í hesi sváru tíð, og øllum tykkum ið stóðu Birgiri nær. Spurningarnir hví, hví og aftur hví, verða ikki svaraðir, men vit mega takka fyri lívið, og eisini tað lívið ið Birgir fekk loyvi til at liva saman við okkum. Vit, eins og uttan iva øll ið hava kent Birgir, eru sera glað fyri, at hava liva saman við einum slíkum persóni. Maður kemur í manns stað sigur orðatakið, og tað er ofta rætt. Men tað kemur eingin í Birgirsa stað. Hann var ein einari. Við hesum fátæku orðum lýsa vit frið yvir minnið um okkara háttvirda leiðara Birgir Nónsgjógv, Gud styrki okkum øll í hesi sváru sorg. Øll á saltfiskavirkinum hjá United Seafood á Toftum Bygdargøtan Eg gangi niðan tær gøtur Har áður var traðka so nógv At grasið tað slitið var burtur Væl sást inn á eyr mold og mógv Her øll tey sum undan gingu Nú mong liggja undir mold So ymisk sum tíðin er givin At liva á hesari fold Um gøtan hon kundi tala Hon kundi sagt mær so mangt Um sólskins søgur í hoyna Um lagnudagar á sjógv Her gingu øll tey sum myndaðu Mín og fedranna stað Nú grønt er um gangandi fótin Bert fá nýta hana í dag Tú steinsetti væl tínar gøtur Alt tað vit í dag byggja á Tú lagaði upp okkum varar Har sýnið ei gott var at sjá Men skeiðið hjá tær var nú runni Um enn eingin aldurin er So bygdi tú upp fleiri lívsverk Tað stuttu tíð tær untist her NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 14. desember. Crispus. Óvist hvønn navnið sipar til, kanska biskupin Crispina, sum varð tikin av døgum umleið ár 300. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt syndu okkum samkendslu, tá kæra systir okkara Jóhanna Ziska í Klaksvík andaðist og varð jarðað. Tøkk fyri kransar, blómur og heilsanir. Tøkk til prest, kirkjutænarar, sangarar og øllum tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Ein serlig tøkk til grannarnar, ið hjálptu henni á ellisárunum og tykkum á Klaksvíkar Røktarheimi fyri umsorgan. Hjørdis, Janus og Ebba Minningarorð um okkara háttvirda leiðara, Birgir Nónsgjógv TÍÐINDASKRIV frá Listasavni Føroya desembur 2004 Mikukvøldið 15. desembur kl. 20.00 greiðir Torbjørn Olsen, listamaður, frá lista- verkum í savninum, sum hava hansara serliga áhuga. Torbjørn Olsen, føddur í 1956, verður sum mynd- listamaður mangan tikin fram fyri síni serligu evni at ganga sínar egnu leiðir í føroyskari listasiðvenju. Hann hevur víst á níggjar møguleikar í tí føroyska myndaheiminum og kjøl- fest sínar persónligu listar- gávur í norðurlendskari og føroyskari hevd. Listasavn- ið fegnast um, at Torbjørn Olsen hevur játtað miku- kvøldið at greiða frá sínum heilt persónliga sambandi við føroyska list. Listafólkakvøld Í vetur fer Listasavn Føroya at hava fleiri kvøld, har ymisk listafólk fara at greiða frá tilknýti sínum til nøkur verk hjá savninum. Tiltøkini verða á Listasavn- inum, tey eru opin fyri almenninginum, og øll eru vælkomin. Tiltakið 15. desembur er ókeypis. Fólk eru vælkomin at seta seg í samband við savnsleiðaran á tlf. 313579 at frætta nærri um tiltakið. Tað ber eisini til at senda teldupost til inger@art.fo Torbjørn Olsen á Listasavni Føroya