Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-04, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. november 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. november 2019 · Nr. 127 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kapingarári verða heiðraði fyri síni avrik. Hetta tiltakið er ætlað teimum, sum fáast við fótbóltin og eru rundan um feløgini. Fyri­skipar­ nir ynskja við hesum at bjóða spælarum, venjarum, nevndum og hjálparfólkum til eina hugan­løtu á Panorama, har tað verður bjóðað matur og dekka. Flutt eina viku Upprunaliga skuldi tiltakið verða hósdagin 1. november, men er útsett í eina viku. - Tað er fleiri orsøkir til at tiltakið er flutt. Tað eru fleiri prakt­isk viðurskifti, sum gera seg galdandi. Kappingarárið er júst endað og tað tykist betri fyri allar partar, at flyta tað eina viku. Fleiri spælarar eru eisini burturstaddir og onnur kun­du ikki møta. Prikkurin yvir tiltikna i’num er, at steyp­ ini ikki eru komin vegin fram, sigur Petur Zachariassen, stjóri á FM1. Tað er Motus Sport í Klaksvík, sum hevur umbiðið steyp­ini í góðari tíð, men av orsøk­un­um sum Motus Sport ikki kann ávirka, eru steypini ikki komin vegin fram. Undan hesum vóru eisini onnur praktisk viðurskifti, sum gera at tað er best fyri allar partar at útseta tiltakið. Í løtuni verða atkvøðurnar taldar saman og tey til­nevndu verða kunngjørd í Ítróttar­ Sosialinum mánadagin 4. novem­ber. Allar atkvøðurnar verða kunngjørdar í Ítróttar­ Sosialinum mánadagin 11. no­ vem­ber. Heiðarnir til felagsfótbólt er tað sama Eins og hini árini, so verður talan um 20 heiðurslønir, har tíggju eru til menninar, og tíggju til kvinnurnar. Fyrst og fremst, so skulu ársins spælar­ ar finnast. Umframt tað, so verður ársins málverji, ársins verju­spælari, ársins miðvallari, ársins áleypari, ársins ungi spælari, ársins dómari og eisini ársins venjari kosin. Afturat hesum, so skal ársins lið eisini setast. Í bólkinum ársins ungi spælari er ein broyting. Hjá kvinn­unum verður ársins ungi spælari ein spælari, sum hevur U19-aldur. Ársins landsliðsspælari 2019 Í ár skal eisini veljast árins lands­liðsspælari hjá monnum. Tað verður valt annaðhvørt ár til menn og kvinnur, tí tað pass­ ar við undankappingarnar. Í hes­um førinum skal veljast ársins landsliðsspælari fyri Nations League og EM-undan­ kapp­ingina. Í nógvar mátar verður fylgt manna­gongdunum, sum FIFA Ballon d’Or brúkti, áðrenn FIFA og France Football aftur fóru hvør til sítt. Í ár verður sjálvt tiltakið, sum eisini er ein sending á FM1, á Parnassinum á Hotel Hafnia. Tey tilnevndu Nú greitt hvørji tey tilnevndu eru. Trý fólk eru tilnevnd í hvørjum bólki og tey eru sett upp eftir alfabetiskum ordan. Tað eru liðskiparar, venjar­ar, við­ merkjarar og ítróttar­tíðinda­ fólk, sum hava atkvøtt. Vinnar­ ar­nir verða kunn­gjørdir á Fót­bólts­galla 2019 til­taki­num, verður hós­kvøld­ ið 7. november klokk­an 20.30 á Pano­rama á Hotel Hafnia. trondur@sosialurin.fo FÓTBÓLTUR Nú er greitt hvørji eru tilnevnd til ársins spælara í 2019. Fótbóltgalla verður hóskvøldið 7. november klokkan 20.30 á Panorama á Hotel Hafnia. FM1 sendir beinleiðis frá tiltakinum Fótbóltsgalla 2019: Ársins spælara tiltakið hjá FM1 og Miðlahúsinum, eisini nevnt Fótbóltsgalla 2019, verður hóskvøldið 7. november klokkan 20.30 á Panorama á Hotel Hafnia. HER ERU TEY TILNEVNDU