Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. november 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. november 2019 · Nr. 128 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fimm ferða­ mál at vitja Veturin stendur fyri framman, men vit ferðast alt meira hesa árstíðina. Summi leita sær til stórbýir at uppliva mentan og býarlív, onnur leita til heit støð at taka sær av løttum. Her eru fimm uppskot um støð, tú eisini kanst vitja á vetrartíð Puerto de Mogán, Gran Canaria Í útsynningspartinum av Gran Canaria liggur vakra fiskvinnubygdin Puerto de Mogán. Økið verður roknað sum eitt av dýraru feriuøkjunum á Gran Canaria, men har er sera vakurt og róligt at vera. Har er strond við hugnaligari spáking­ar­ leið, stuttleikabátahavn við matstovum og smá­ handlum, hugnaligur fríggjadagsmarknaður og nógvar góðar kaffistovur at njóta ein heitan ella kald­an drykk. Veðrið á Gran Canaria er gott – eis­ ini um veturin, tá ið tú saktans kanst fáa 25 hita­ stig ella meira. Seine, París París er býarinnar býur, og nú hava føroyingar fingið fast ferðasamband við franska høvuðs­ stað­in. Tað gevur møguleikar at gera ferð til París, ella at brúka París sum millumstøð, tá ið ferðast skal aðrastaðni í Europa ella longur út í heim. París hevur nógv at bjóða, og bara at ganga og mæla í býnum er í sær sjálvum ein stór uppliving. Skalt tú hava eina serstaka uppliving, kanst tú fara kvøldsiglitúr á Seine-ánni, sum gongur gjøgn­um París. Líkamikið, hvagar tú vendir eyg­ uni, sært tú søguligar bygningar, vakrar blettir ella hugtakandi brýr. Parc Güell, Barcelona Katalanski stórbýurin er fullur av áhugaverdum støðum og spennandi upplivingum. Eitt av mest hugatakadi støðunum í Barcelona er Park Güell, sum er almenn park, ið kendi sniðgevin Gaudí stóð fyri at skapa. Park Güell varð bygd árini frá 1900 til 1914 og er eina vitjan verd. Parkin er sum listarverk, og harafturat hevur tú gott útsýni yvir Barcelona bý. Her kanst tú spáka tær eina løtu, taka tær av løttum og lata sinni fyllast við vakurleika og friði. Nyhavn, Keypmannahavn Nyhavn er eitt av mest umtóktu ferðamálunum í Keypmannahavn, og hóast ferðavinnu­myndug­ leik­ar nú royna at fáa fólk at vitja onnur støð í Keyp­mannahavn, er hugaligt at leggja leiðina fram við Nyhavn. Serliga um veturin, tá ið trýstið frá ferðafólki als ikki er tað sama, ber til at njóta ein túr oman eftir bryggjuni, seta seg niður at fáa sær ein bita ella njóta ein kopp av heitum kakao undir onkrum hitalampum. Nyhavn er stak hugna­lig á vetrartíð. Royale Mile, Edinburgh Beinleiðis ferðasambandið millum Føroyar og Edinburgh ger, at føroyingar ferðast alt meira til skotska høvuðsstaðin. Edinburgh er innbjóðandi og vinarligur býur, og kenda gøtan Royal Mile er ein miðdepil í býnum. Gøtan gongur niðan í móti Edinburgh Castle, og á báðum síðum eru handlar, kaffistovur, barrir og annað. Hetta er gamli býar­ parturin, og tað skapar serstakt huglag á gøtuni.