Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. november 2019síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 6. november 2019 · Nr. 128 FERÐAST Vilmund Jacobsen Árni Olsen, sølu-og mark­ naðar­leiðari hjá Atlan­t­ ic Airways, sigur, at ein av uppgávunum, sum før­oyska flogfelagið kenn­ir seg at hava, er, at knýta Føroyar tættari um­heiminum, og hann heldur, at hetta í stóran mun hevur eydnast við beinleiðis ferðum millum Vága Floghavn og Charles de Gaulle lufthavnina og mentan­ar­metropolin, París. - Føroyar hava havt eitt søguligt tilknýti til Keyp­mannahavn, tó at luft­havnin í Kastrup ikki telist millum tær heilt stóru í Evropa. Hin­vegin er Charles de Gaulle flogvøllurin hin næst­ størsti í Evropa. Sølu-og mark­naðar­ leið­arin vísir á, at franski høvuðsstaðurin svevur ongantíð, og her eru óteljandi tilboð og møgu­ leikar, bæði til stór og smá. - Charles de Gaulle flogvøllurin er meira enn tvífalt so stórur sum flogvøllurin í Kastrup, og nýggja og beinleiðis flogrutan hjá Atlantic Air­ways letur tískil upp fyri eini ørgrynnu av nýggj­um møguleikum. Árni Olsen sigur, at flog­rutan, sum byrjaði hin 1. juli, ger tað bæði lættari hjá føroyingum, sum vilja út í heim – men eisini hjá ferðafólkum úr øllum heiminum, sum kundu hugsað sær at vitjað Føroyar. - Charles de Gaulle flog­vøllurin er ein av heimsins størstu mið­ depl­um fyri flogferðslu og ein týðandi partur av um­fatandi rutunetinum hjá AirFrance, sum Atlant­ic Airways hevur sam­starvs­avtalu við. 2500 føroyingar Árni Olsen sigur, at um­ leið 2500 føroyingar hava verið túrin í París, síðan Atlantic Airways byrjaði regluligu flúgvingina hagar. - Í summar hava vit flog­ið tríggjar ferðir til París um vikuna, mána­ dag, mikudag og fríggja­ dag, men tá vit komu út um heyst­frí­tíðina, tóku vit mikudagin burtur úr. Sølu-og mark­naðar­ leið­arin vísir á, at allan vetur fer at bera til hjá før­oyingum at halda viku­skiftisfrí í París, nú flogið verður allan vetur bæði fríggjadag og mánadag – og so eisini mikudag, tá summar­ hálvan byrjar aftur. - Vit hava eisini flog­ið nógv fólk heim til Før­ oyar úr París, og eg ivist onga løtu í, at áhugin fyri Føroyum sum ferða­ manna­landi fer at veksa munandi á hesi rutuni. Hann sigur, at fyri fransmenn eru Før­oyar forvitnisligar og eksot­ iskar, og góða gastro­ nomi’in í Føroyum lyftir heilt avgjørt undir áhug­ an fyri Føroyum sum ferðamáli. Fantastiskur møguleiki Nú Atlantic Airways eisini flýgur til Edinburg alt árið - og allan vetur bæði hósdag og mánadag - hava føroyingar ein fan­tastiskan møguleika at halda vikuskiftisfrí í tveim­um stórbýum, eisini á vetrardegi. Árni Olsen heldur, at føroyingar eru ógvu­liga fegnir um hesar møgu­ leikar – at flúgva bein­ leið­is úr Føroyum og heim­aftur, tí hetta eru nýgg­ir møguleikar, sum vit ongantíð hava havt áður. 2500 FØROYINGAR HAVA VERIÐ Í PARÍS Í SUMMAR Í allan vetur hava føroyingar møguleikan at halda vikuskiftisfrí í tveimum stórbýum, nevniliga Edinburg og París Gran Kanaria og Barcelona Í vetur økir Atlantic Airways um túratalið til Gran Kanaria Vilmund Jacobsen - Føroyingar eru glaðir fyri sól, eisini um veturin, og her er Gran Kanaria ein frálíkur møguleiki. Sølu-og mark­naðar­ leiðarin hjá Atlantic Air­ ways, Árni Olsen, sigur, at í vetur verður flogið bein­leiðis úr Føroyum og til Gran Kanaria frá 17. desember og fram til 7. apríl. - Hetta verður flúgving bein­leiðis úr Føroyum og heim­aftur. Hann vísir á, at tá flúgv­ingin millum Før­ oyar og Gran Kanaria held­ur uppat fyri vetur­ in, verður byrjað at flúg­va hvønn týsdag til Barce­ lona, og hagar verður flogið til eftir heyst­frí­tíð­ ina næsta ár. - Hetta merkir, at før­ oy­ingar hava møgu­leikan at ferðast úr Føroyum og til summar og sól næstan alt árið, sigur sølu-og marknaðarleiðarin hjá Atlantic Airways, Árni Olsen.