Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-05, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. november 2019síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. november 2019 · Nr. 128 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Løgfrøðingur til Útlendingastovuna Søkt verður eftir løgfrøðingi til Útlendingastovuna at byrja 1. desember 2019 ella eftir nærri avtalu. Um starvið Talan er um fast starv, sum í høvuðsheitum fevnir um: • at veita løgfrøðiliga ráðgeving og svara fyrispurningum innan málsøkið hjá Útlendingastovuni, • luttaka í lógar- og kunngerðarsmíði, • málsviðgerð av umsóknum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi, familjusameining o.a., • skriva mannagongdir, • luttaka í ymiskum øðrum umsitingarligum uppgávum. Tú kemur at arbeiða í einum óformellum og dynamiskum arbeiðsumhvørvi, og tú fært eisini møguleika til, eftir tørvi, at loysa uppgávur fyri aðrar stovnar, ið Útlendingastovan er skipað saman við. Førleiki Umsøkjari skal hava løgfrøðiligt kandidatprógv (cand. jur.). Tú skal hava góð samstarvsevnir, vera ábyrgdarfullur, røkin og duga at arbeiða sjálvstøðugt. Tú skal duga at orða teg væl í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan almenna fyrisiting og ein fyrimunur, men ikki ein treyt, at tú hevur kunnleika til fakøkið Útlendingastovan varðar av. Løn og setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Umsóknir Umsóknir við prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu sendast til: Útlendingastovan Sigmundargøta 13 Postrúm 264 110 Tórshavn Ella sum teldupostur til: info@utlendingastovan.fo Umsóknir skulu vera merktar “løgfrøðingur” og vera Útlendingastovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 18. november kl. 12. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Súsannu Leo, deildarleiðara, á tel. 357979 ella sl@vs.fo Nærri kunning um Útlendingastovuna sæst á www.utlendingastovan.fo. Útlendingastovan er partur av Vinnustovninum. Vinnustovnurin er ein tænastu- og eftirlitsstovnur undir Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum. Vinnustovnurin er ein samanrenning av Fjarskiftiseftirlitinum, Kappingareftirlitinum, Tryggingareftirlitinum, Posteftirlitinum, Skráseting Føroya og Útlendingastovuni. Nærri kunning um Vinnustovnin sæst á www.vs.fo DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á