Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-07, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. november 2019síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 129 32 VILMUND JACOBSEN T að er gott lag í Skálavík, nú Skálavíkar komm­ una hevur givið hjún­ unum, sum standa aftan fyri Café’ina á Mølini, Biritu Dalsgaard Olsen og Mart­ ini Karl Olsen, byggiloyvi til 1. byggi­stig av einari spennandi verk­ætlan innan ferðavinnu. Borgarstjórin í Skálavíkar kom­m­unu, Linjohn Christian­ sen, fegnast um ætlanina – ikki minst, nú tað herfyri gjørdist alment, at Hotel Skálavík fer at lata aftur sum hotell. Leigusáttmálin, sum Smyril Line seinastu árini hevur havt við Grunnin Immanuel, sum varðar av deplinum í Skálavík, verður ikki longdur, tá hann gongur út til várs. Tey, sum standa aftan fyri Grunnin Immanuel, arbeiða nú við einari verkætlan um ein kristnan eftirskúla í bygn­ing­ inum, og tað merkir, at Hotel Skála­vík fer í søguna. Spennandi verkætlan - Tað liggur í kortunum við verk­ ætlanini á Mølini, at 1. byggistig, sum vit nú hava givið loyvi til, verður partur av einari størri ætlan hjá hjúnunum báðum, og tað fegnist eg sum borgarstjóri al­mikið um. Linjohn Christiansen vísir á, at hóast stórt lendið er kring húsini á Mølini, hevur Skálavíkar komm­una givið hjúnunum tilsøgn um keyp av umleið 500-600 fermetrum av lendi, ið liggur uppat grundstykkinum, sum húsini standa á. - Tilsøgnin skal eisini vigast av landsmyndugleikunum, men vit duga ikki at síggja, at tað verður nakar trupulleiki, leggur borgarstjórin aftrat. Søga og hugni Linjohn Christiansen vísir á, at umhvørvið á Mølini í Skálavík er hugnaligt, og hann rósar hjún­ unum, Biritu og Martini Karl, fyri tað, tey longu hava skapt í bygdini. - Sjálvur handilin á Mølini hevur sín uppruna sum úthandil heilt afturi í 1889, so hetta er eisini ein partur av søguni um Skála­vík. Spurdur, hvussu tað kennist, nú nýggjar dyr latast upp, tá aðrar dyr latast aftur, sigur Lin­ john Christiansen soleiðis: - Ja, tú kanst ælta, at eg sum borgar­stjóri fegnist. Seinnu árini hevur hotellið verið við til at sett Skálavík á Føroyakortið. Bygdin er rein og vøkur, og her er ógvuliga barnavinarligt. Vit hava fingið snøgga gøtu fram við reinu ánni sunnan fyri, og nú eru eisini ljós á gøtuni. Borgarstjórin heldur, at sera hugnaliga kafé’in á Mølini longu nú hevur havt stóran týdning fyri økið og soleiðis, sum ætlan­ inar hjá hjúnunum nú fyri­liggja við eitt nú nógv betri gist­ingar­ møgu­leikum, sær hetta ógvuliga spenn­andi út. Nógv á skránni - Vit í kommununi royna eisini at gera okkara til, at bæði fast­ búgv­andi og ferðafólk annars kunnu hava tað gott í Skálavík og millum ting, sum í løtuni eru á skránni í hesum sambandi, er eitt nú kikarin á Skálhøva og ein minni kikari, sum kemur at standa longur niðri. Borgarstjórin sigur, at arbeitt verður eisini við ymiskum øðrum góðum hugskotum í bygd­ini, eitt nú við maritimum øki niðri við havnalagið, har vaksið verður um undirhúsið, so­leiðis at rúm eisini verður fyri brúsumøguleikum og møgu­ leikum at vaska og turka klæði. - Vit vilja, at tey, sum eiga frítíðar­bátar og hava hug at koma til bygdar í slíkum bátum, skulu hava góðar umstøður, og vit arbeiða eisini við serstøkum ætlan­um innan kamping í Skála­ vík, sigur Linjohn Christiansen. Hvat skal gerast? Sosialurin hevur eisini spurt Biritu Dalsgaard Olsen um, hvørj­ar ítøkiligu ætlaninar í fyrstu syfti eru á Mølini? - Ætlanin hjá okkum er at byggja eina lon, sum verður leys av verandi húsum á Mølini, og her ætla vit at hava 10 kømur á um­leið 22 fermetrar. Í hvørjum kamari verður dupultsong og sofa, sum kann leggjast út, og wc við bað verður í øllum kømrum. Birita Dalsgaard Olsen sigur seg vóna, at tey skjótt kunnu seta spakan í, men hon torir ikki at siga ítøkiligt um, nær verk­ ætlanin stendur liðug. - Vit hava sjálvsagt okkara ynski, men nú vit eru komin út í novem­ber, er ikki long tíð, til summarið stundar til aftur. Her er slætt rundan um húsini, og tí kunnu vit vóna, at útgrevstur og planering kunnu gerast eftir ikki alt ov langari tíð, leggur hon aftrat. Keyptu ognina Hjúnini, Birita Dalsgaard Olsen og Martin Karl Olsen, keyptu ognirnar á Mølini í Skálavík fyri hálv­um triðja ári síðan, og hetta er annað summarið, at Café’in á Mølini hevur havt opið alment. Mamma Biritu er ættað av Mølini, og abbin var Viggo Dals­ gaard. - Vit brúktu fyrsta árið til at gera kafé’ina klára, og nú arbeiða vit við at dagføra sethúsini á Møl­ini, sigur hon. Birita sigur, at bæði hon og mað­urin, Martin Karl Olsen, eru sera spent upp á hesa verkætlan, sum tey nú hava fingið loyvi frá Skála­víkar kommunu at seta skjøtil á. Á Facebook-síðuni hjá Café’ini á Mølini í Skálavík sæst, hvussu opið verður um vikuskiftini á kafé’ini restina av hesum ári­ num. Mølin í Skálavík fær nýggjar gistingar­møguleikar Hjúnini, Birita Dalsgaard Olsen og Martin Karl Olsen, sum eiga ognirnar á Mølini í Skálavík og reka kafé í húsunum, hava nú fingið byggiloyvi til 10 kømur á umleið 22 fermetrar. - Ja, tú kanst ælta, at eg sum borgarstjóri fegnist. Seinnu árini hevur hotellið sett Skálavík á Føroyakortið. Bygdin er rein og vøkur, og her er ógvuliga barnavinarligt, sigur borgarstjórin, Linjohn Christiansen Borgarstjórin, Linjohn Christiansen, handar Martini Karl Olsen, byggiloyvi til 1. byggistig av einari verkætlan á Mølini í Skálavík