Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. november 2019síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 11. november 2019 · Nr. 130 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD Pætur Albinus FÓTBÓLTUR Jóan Símun Edmundsson og Arminia Bielefeld eru nú oddalið í 2. Bundesliga og stevna beint ímóti týsku Bundesliguni. Hetta gera teir eftir at kappingarneytarnir snávaðu um vikuskiftið samstundis sum Arminia Bielefeld í gjár vann sannførandi knúsandi 5-1-sigur á Nürnberg. Jóan Símun Edmundsson, sum seinastu dystirnar hevur sitið á bonkinum, slapp í hesum dystinum inn síðsta góða korterið. Arminia Bielefeld er nýtt oddalið tvey stig frammanfyri stórfelagið Hamburger SV, og fimm stig frammanfyri VfB Stuttgart á triðja plássi. Tvey tey fremstu flyta beinleiðis upp, meðan nummar trý skal spæla um uppflyting. Fýra dystir eru eftir av fyrru hálvu av kappingini. Heini Vatnsdal spældi allan dystin, tá ið Fremad Amager í gjár vann 3-0-sigur á Vendsyssel FF í næstbestu donsku deildini. Hetta var søtur sigur hjá teimum av Amager eftir trý tap á rað, og tey trý stigini lyfta Fremad Amager tvey stig upp um niðurflytingarstrikuna. Meinhard Olsen fekk síðstu 20 minuttirnar á vøllinum, tá ið Kristiansund BK í gjár vann 4-0 á heimavølli ímóti Sarpsborg í bestu norsku deildini. Støðan var 4-0 tá ið føroyski vongleikarin varð innskiftur. Kristiansund er nummar seks í norsku Eliteserien, átta stig frá bronsuni og evropeiskum fótbólti. FLOGBÓLTUR Landskappingin í føroyskum flogbólti byrjaði aftur hetta vikuskiftið. Hjá monnum løgdu greipuvinnararnir úr Mjølni væl fyri við 3-0-sigri heima í Klaksvík ímóti SÍ, sum tó gav teimum góða mótstøðu. Settúrslitini vóru 25-20, 25- 23, 25-17. Hin dysturin var á Kambsdali ímillum ÍF og Fleyr, og her fóru gestirnir til Havnar aftur við einum teprum 3-2-sigri. Settúrslitini vóru 16- 25, 33-31, 14-25, 29-27, 11-25. Í meistaradeildini hjá kvinnum vóru tríggir dystir. Mjølnir vann sannførandi 3-0-sigur á TB í Klaksvík, har settúrslitini vóru 25-9, 25-16, 25-15. KÍF, sum var á vitjan í Sørvági hjá SÍ, fekk eisini fulla úrtøku og vann 3-0 við settúrslitunum 25-19, 25-14, 25-16. Betur hilnaðist hjá hinum vágaliðnum, Drátti, sum vann 3-0 á einum viknaðum Fleyr-liði. Settúrslitini vóru 25- 14, 25-10, 25-19. HONDBÓLTUR Rói Berg Hansen og Jónas G. Djurhuus skutu hvør sítt mál, tá ið lið teirra, FIF, leygardagin vann tepurt 27-26 á HC Midtjylland eftir at hava verið á odda 16-13 í hálvleikssteðginum. Rói Berg Hansen misnýtti eisini tvey brotskøst í hesum týdningarmikla sigrinum, sum lyftir teir fimm stig frá niðurflytingarstrikuni. Teir eru nummar 11 av 14 liðum í næstbestu donsku deildini. Rókur Akralíð og Teis Horn Rasmussen vóru eisini í málhýri og skutu tvey mál hvør, tá ið HEI Skæring leygardagin púra óvæntað megnaði at stjala eitt stig frá oddaliðnum, TMS Ringsted, eftir 27-27-javnleik. HEI Skæring, sum var á odda 13- 12 í hálvleikssteðginum, hevur fingið eina trupla byrjan upp á kappingina og er næstaftast í næstbestu donsku deildini við trimum stigum eftir fyrstu níggju dystirnar. Ein skaðadarvaður Niklas Simonsen, sum eisini hevur fingið harðari kapping í TM Tønder-málinum, var ikki við tá ið liðfelagarnir leygardagin taptu stórt 33-18 á útivølli ímóti Team Sydhavsøerne. TM Tønder var síðsta kappingarár tætt við at flyta upp í bestu deildina, men er nú nummar 10 av 14 liðum í næstbestu donsku deildini. Føroysku landsliðsleikararnir, Bjarta O. Johansen og Pernille Brandenborg, hava sett kós ímóti bestu donsku deildini og eru saman við Vendsyssel greitt oddalið í næstbestu donsku deildini, har tær hava vunnið sjey av fyrstu átta dystunum og eru fýra stig frammanfyri nummar tvey. Leygardagin vann Vendsyssel stórt 39-18 á botnliðnum, IF Stjernen. Pernille Brandenborg skeyt tvey mál. Bjarta O. Johansen er við barn og spælir tískil ikki fyribils. Áki Egilsnes og Allan Norðberg skutu eitt mál í part, tá ið lið teirra, KA, vann týdningarmiklan 31-27-heimasigur á FH. Hálvleiksstøðan var 18-14 til KA, sum við sigrinum tettið holið mitt í bestu íslendsku deildini og nú framvegis hevur samband við fremru liðini. KA er nummar seks av 12 liðum og hevur níggju stig fyri níggju dystir. SVIMJING Starvsnevndin í Svimjisambandi Føroya hevur úttikið teir svimjararnar, sum skulu umboða Føroyar í norðurlendska meistaraheitinum fyri ungdóm og vaksin. Tey, sum manna ungdómshópin, eru: Alisa Vestergaard (fødd 2003, SuSvim), Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS), Eyðrið Mortensen (2003, HS), Jonna Joensen (2005, Ægir), Kristina í Skála (2005, HS), Nancy Nónskarð Dam (2005, HS), Rebekka Trygvadóttir (2004, Ægir), Ronja Ró í Dímun (2004, HS), Bartal Erlingsson Eidesgaard (2003, HS) og Johan Nónskarð Dam (2002, HS). Tey, sum manna vaksna hópin, eru: Barbara Debes (fødd 2000, Ægir), Signhild Joensen (2000, Ægir), Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001, HS), Óli Mortensen (1996, HS), Rókur Trygvason (2000, Ægir) og Róland Toftum (1998, SuSvim). Jóan Símun nærkast Bundesliguni Føroyski landsliðsleikarin, Jóan Símun Edmundsson, var aftur at síggja á vøllinum hjá Arminia Bielefeld, sum nú er oddalið í næstbestu týsku deildini