Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. november 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. november 2019 · Nr. 130 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge – Hotel Hafnia Hóskvøldið bleiv punktum sett fyri landskappingarnar hjá monn­um og kvinnum, tá FM1 og Miðla­húsið, í samstarvi við Fót­bólts­sambandið, skipaðu fyri Fótbóltsgalla 2019. KÍ vann Betri deildina hjá bæði monnum og kvinnum. Tað sást aftur, tá heiðarnir blivu deildir út. Bara toppskjúttarnir, Klæmint A. Olsen úr NSÍ og Heidi Sevdal úr HB, megnaðu at bróta bláu bylgjuna hetta hóskvøldið á Hotel Hafnia. Kendir toppskjúttar Tiltakið byrjaði við at handa gullskógvarnar til Klæmint A. Olsen úr NSÍ og Heidi Sevdal úr HB. Sermerkt við árinum hjá Klæminti A. Olsen er at hann nú hevur tikið metið sum tann spælarin, ið hevur skotið flest mál í einum kappingarári. Við sínum 26 málum í ár, hevur hann tikið metið frá Súna Fríða Johannesen frá 1995 og Una Arge frá 1997. Súni Fríði sendi eina heilsan úr Danmark, meðan Uni Arge var gestur í send­ingini. Fyri Heidi Sevdal er talan um sætta gullskógvin til samans, og tann triðja upp í slag. Hon skoraði 25 mál fyri HB, sum vann steypakappingina og endaði á øðrum plássi í lands­ kappingini. KÍ eigir alt uttan álopið Síðani varð farið til ársins mál­ verja, verjuspælara, miðvallara og áleypara. Her setti KÍ veru­ liga sín dám á Fótóltsgalla. Kristian Joensen og Óluvá Joensen blivu kosin til ársins málverja, Jóannes K. Danielsen og Ragna Patawary. Her er talan um tvær ymiskar søgur, tí yrkisleiðin hjá Jóannesi er júst byrjað, meðan Ragna Pata­wary er millum royndastu spælar­ar­ nar hjá KÍ, sum nú aftur er FM- vinn­ari, eftir tvey ár uttan gull. Ársins miðvarllarar blivu tveur bóltsnillingar. Jóan­nes Bjartalíð og Eyðvør Klak­stein. Bæði spæla eisini á lands­lið­ num. Ársins áleypara blivu topp­skjúttarnir, Klæmint A. Olsen og Heidi Sevdal. KÍ fór eisini avstað við ársins venjarum. Mikkjal Thomas­ sen er burturstaddur, men sendi eina heilsan úr Norra, har hann er í venjara­út­búgv­ ingar­ørindum. Eisini bleiv Alek­sandar Djordjevic valdur til ársins venjara hjá kvinnum. Hann kundi ikki møta, men Eyðvør Klakstein tók ímóti fyri hon­um, og lýsti Aleksandar sum ein taktiskt snildan venjara. Alex er ársins dómari Seinastu sjey árini hevur Lars Muller verið valdur sum ársins dómari. Samanlagt er hann valdur til ársins dómara átta ferðir seinastu níggju árini. Hann gavst í summar at døma og flutti av landinum í arbeiðs­ ør­indum. Nýggjur ársins dómari er Alex Troleis. Hann er saman við Kára á Høvdanum okkara FIFA-dómari. Alex Troleis hevur dømt fleiri av stóru dyst­ unum í ár, og tað er hann komin væl frá. Sjálvur sigur hann, at tað krevur nógv av fyrireiking og orku at verða dómari. Stuttligasta innslagið á kvøldinum mundi verið sam­ røðan við árins dómara hjá kvinn­unum, Árni Petersen. Hann helt fyri, at hann royndi eisini at fyrireika seg og venja nógv, men helt ikki tað sást so væl í mun til Alex Troleis, sum er ein væl trimmaður maður. Fótbóltssambandið handar á hvørjum ári Fair Play steypið. Í ár fór tað til Skála. Jóannes og Heidi ársins spælarar Størsti heiðurin til ein­stak­ling­ ar á Fótbóltsgalla er heiðurin sum ársins spælari. Her vunnu Jóan­nes Bjartalíð úr KÍ og Heidi Sevdal úr HB. Hetta er fyrstu ferð, at Jóannes Bjartalíð verður kosin til ársins spælara, meðan tað er sjeyndu ferð at Heidi Sevdal verður kosin til ársins spælara hjá kvinnum. Jóannes Bjartalíð segði at hann nú setur sær enn hægri mál, meðan Heidi Sevdal segði at heiðurin at vinna heitið sum ársins spælari blívur betri fyri hvørt ár, tá tað krevur meir og meir. Hjá monnunum bleiv Árni Frederiksberg úr B36 nummar tvey og Klæmint A. Olsen numm­ar trý. Hjá kvinnunum bleiv Eyðvør Klakstein numm­ ar tvey og Jacoba Langgaard úr ÍF/Víkingi/B68. FÓTBÓLTUR Heidi Sevdal úr HB og Jóannes Bjartalíð úr KÍ eru ársins spælarar í føroyskum fótbólti 2019. Tað bleiv avdúkað á Fótbóltsgalla 2019, sum bleiv hildið á Panorama á Hotel Hafnia hóskvøldið. Sum heild fór KÍ avstað við flestu av heiðrunum Fótbóltsgalla 2019: HEIDI OG JÓANNES ERU ÁRSINS SPÆLARAR