Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. november 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. november 2019 · Nr. 131 MIKUDAGSBLAÐIÐ Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Fleiri útisetar í avbjóð­ andi støðum ÍTRÓTTUR SÍÐA 22-23 Nýtt næminga­ heim í Vági TÍÐINDI SÍÐA 14 14 verkætlanir fáa films­stuðul í seinna um­fari í 2019. Inn komu 15 um­sóknir. Stuðulin hesaferð er á 833.600 kr. tilsamans og verður latin ym­isk­ um verk­ætl­an­um, sum fevna víða – tal­an er um alt frá hug­skots­ menn­ing til fram­leiðslu og um bæði spæl­i­film­ar, stuttfilmar og heim­ild­ ar­fil­mar. Søkt var um til­sam­ ans 1.514.468 kr. Hesi standa fyri verk­ætl­anunum, sum fingu stuðul í seinna um­fari í 2019: Umsøkjari: Játtað: Trygvi Danielsen 132.000 kr. Julia í Kálvalíð 103.600 kr. Johan Rimestad 103.000 kr. Rói Davidsen 100.000 kr. Torfinnur Jákupsson 88.000 kr. Heri í Ravnagjógv 60.000 kr. Búi Egason Dam 42.000 kr. Katrin Joensen-Næs 33.000 kr. Theresa Jákupsdóttir 32.000 kr. Sakaris Stórá 32.000 kr. Franklin Henriksen 31.000 kr. Franklin Henriksen 26.000 kr. Jóhan Martin Christiansen 26.000 kr. Zacharis Hammer 25.000 kr. Verkætlanin “111 góð­ir dagar” við Trygva Dan­iel­sen fekk størstu stuð­uls­upp­hæddina á 132.000 kr. í hesum um­ fari. Talan er um ein spæl­ifilm í fýra pørt­ um. Í stuttum við­ger verkætlanin tað so­s­i­ala og eksistensiella ein­ sem­ið í modernaðu til­ veruni. Og stigtakarin sjálv­ur sigur, at “111 góð­ir dagar” sameinir svart­an humor og menn­iskj­asligt innlit til eina kensluliga dygd­ar­ upp­livi­ng, ið føroyskir films­á­s­koðarar tráa eft­ir at fáa. 833.600 kr. latnar í filmsstuðli Í fyrsta spyrjitímanum hjá for­sæt­ is­ráð­frúuni í Fólkatinginum í gjár spurdi Edmund Joen­sen, fólka­ tings­mað­ur fyri Sam­b­ands­flokkin, for­sætisráðfrúuna, um vaksandi før­oyska handilssambandið við Russ­land – um hon sær hann sum eina avbjóðing, og um hon og stjórn henn­ara vilja sláa at slag fyri Før­oy­ar í ES soleiðis, at føroyingar fáa betri marknaðaratgongd til ES. Mette Frederiksen svaraði, at Før­oyar sjálvandi sjálvar gera av, hvønn við handla við og hvussu, og at tað fór hon ikki at leggja seg út í. Men Edmund Joensen fór víðari við spurn­inginum fyri at fáa hana at svara uppá, um stjórnin danska vil virka fyri betri fríhandilsavtalu fyri Føroyar í ES. Hesum vildi hon ikki svara upp á stand­andi fót. Hon vísti á, sum hon hevur sagt fyrr, at tað skulu vera púra greiðar reglar fyri ar­beiðs­býti­ num í ríkisfelagsskapinum. – Vit kunnu jú hava ymsar fat­ an­ir av viðurskiftum, sum eru á­vik­ avist millum Føroyar og Danmark og Grønland og Danmark. Hetta skulu vit virða. Hon vísti á, at býtið og upp­gáv­u­ býtið, sum er millum londini, eisini snýr seg um handilsøkið. Hon vísti eisini á, at nógv í Før­ oyum smeltar saman við utt­an­rík­ is­pol­i­tikkin, og tí kunnu vera nakrar grá­sonur, sum vit kunnu kjakast um, men eg vil treyðugt leggja meg út í, hvussu Føroyar og Grønland rað­festa innanhýsis í málum, sum vit ikki hava við at gera. Hon vísti á, at javnan er kjak um, hvussu samstarvið millum Føroyar og ES skal virka, tá Føroyar eru uttanfyri og Danmark innan fyri ES. Edmund Joensen vildi hava Mette Fred­er­ik­sen at siga, um danska stjór­ nin vil innfría før­oyska ynsk­ið og slóða fyri eini frí­hand­ils­av­tal­u mill­ um Føroyar og ES. Men tað fekk hann hana ikki at svara uppá. Hon vísi á, at ES hevur nógv­ar góðar handilsavtalur og at tey í stjórn­ini fegin vilja, at Føroyar kunnu hava samhandil við hvønn sum helst – og við tað Evropa, sum dan­ir sjálv­ir eru partur av, segði hon. Tað mest ítøkiliga, hon tó vildi siga í svari sín­um til føroyska fólka­tings­ mann­in var. »Latið okkum hyggja nærri at hesum máli saman«. Tað er ikki so nógv nýtt í tí, at før­oy­ing­ar soleiðis royna at kroysta eina danska stjórn til slíkt. Ikki minst hevur Sambandsflokkurin tosað fyri betri marknaðaratgongd til ES. – Men gerið so nakað við tað. Latið vera við at geva ørðum skyldina. Tit koma helst ikki uttanum, at tit noyð­ ast at spyrja ES, hvørji krøv eru fyri full­ari før­oysk­ari integratión í ES. Er tað so ringt at spyrja? Vit gera sjálvi av, um vit gerast limir í ES ella ikki. Men tað nyttar ikki at blíva við at sita utt­an­fyri og grenja, tað hava vit gjørt nóg leingi. Hvussu nógv kostar føroyskur ES-limaskapur? SPURDI METTE UM ES-ATGONGD Heri Mohr Í seinasta mánaði hevði und­ir­ritaði eina stutta grein í Vágaportalinum og Sos­i­ali­num um tað skilagóða prátið um okkara mál og skriftmál, sum Kringvarp Føroya hevur regl­ u­liga eina ferð um vikuna. Prát, sum vit hava brúk fyri, helt undirritaði. Í greinini var eisini spurt, um tað ikki er býttisligt og heilt burturvið, at føroysk børn ikki mugu læra ABC´ið í barna­ skúlanum. Hetta er heilt óskiljandi. Í øldir hava smá børn í Før­oy­um lært ABC´ið har heima og í skúlanum. Nólsoyar Páll (doyði fyri 210 áru­m síðani) yrkti kvæðið Ják­up á Møn: Tá ið hann var á tólvta ári, var hann sleppingur góð­ur. Lærdi at remsa ABC og sýntist at bregða til móð­ur. Undirritaði fekk eitt bræv nú um dag­ar­nar frá einum rit­høv­undi, sum hevði lisið mína um­røddu grein. Í ár (2019) hevur rit­høv­und­ u­rin aft­ur givið út eina skaldsøgu. Í henni kunnu vit lesa: ”Den 28. juli havde vejret be­stemt sig at være nådigt. Ing­en regn, en smule sol ind­i­mel­lem, og ikke megen blæst …. Da taleren afsluttede, var der in­gen klapsalver, men en mands­stemme løftede sig, fulgt af hundredevis af stem­mer: Guð signi mítt føðiland Før­oyar.” Í brævinum til undirritaða skriv­ar hon: ”Jeg havde en lærer i realskolen, gan­ske mærkværdig med hen­syn til at opfinde ord. Han und­er­viste, at ein barnavognur slet ikke måtte hedde således, men alskhugurfyllingarstað. Alt­ så noget i retning af et sted, hvor resultatet af et elskovsmøde kunne hen­læg­ges. Jeg var så bange for ham, at jeg slet ikke turde le……” Hon spurdi undirritaða: Er det i nærheden af det, sprog­cen­sur­en er nu? Til hetta svaraði eg – rit­ høv­und­ur­in skilur rættiliga væl før­oyskt – at tað er nógv verri. Vit lærdu ABC’ið í barna­ skúl­a­num, men nú er tað ikki loyvt skúlalærarum at læra hesi neyðars børn abc´ið, sum teirra foreldur og for­fedr­ar lærdu at lesa og skriva. Og so tað, sum kanska er verri enn alt: Okkara alfa­bet er vorðið avlamið. Bók­stav­irnir c, q, w, x og z eru av­tiknir, eru als ikki til sum und­irv­ísingaramboð í barna­skúlunum, hóast stórt tal – fleiri hundrað fyri ikki at siga í tús­undatali – av børnum í barn­a­ skúlunum hava bæði fornøvn og eftirnøvn og foreldranøvn við c, w og z. Er hetta ikki mental píning av bør­n­um við nøvnum við eyð­kenn­ is­bókstøvum, sum teim­um ikki er loyvt at læra í skúl­a­num, alt meðan tey læra at lesa og skriva føroyskt? Eru teirra nøvn og ættarnøvn skúla­kend paria? Nevndu bókstavir finnast so at siga ikki í Føroysk-Donsk orðabókini útgivin av Orða­bók­a­ grunninum 2010. Í GOOGLE hoyra vit ABD´ið verða sungið, sam­stun­d­is sum ein mynd verður víst av ABD´num!! Er hetta ikki hug­burðs­á­virk­an? Hóast hetta, so eru tey smá­u kring at brúka eitt nú Web­adressu og Facebook á World Wide Web og nógv onn­ur dømi, ið prógva, hvussu tápuligt tað er at avskepla okkara alfabet til fánýtis. Nær fer løgtingið ætlandi við einum greiðum meiriluta at broyta óskilið viðvíkjandi und­ir­ vís­ing av okkara børnum við ein­ um avlamiskendum ABC´ið? Um hetta krevur lóg­ar­broy­ting, so drálið ikki. Tað eigur at verða gjørt nú og endaligt! Tað hevði verið áhugavert og sjálvsagt, um MÁLTEIGURIN vildi viðgjørt spuningin um ABC´ið í álvarsemi. MÁLTEIGURIN II