Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. november 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. november 2019 · Nr. 131 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Vilmund Jacobsen Tað kemur neyvan óvart á nakran, at kronisk pína minkar munandi um lívs­góðskuna hjá okkum menniskjum. Pína minkar eisini um virkisførleikan, arbeiðsførleikan og sosiala virkishugin. Pínulinnan stuðlar undir lekjandi mekan­ ismur­nar, men áhaldandi pínu­linnan kann elva til trupul hjáárin sum gera, at tað kann vera vert at royna ymiska alternativa viðgerð. Sambært Heilsu­stýri­ num í Danmark er kron­ isk pína størsta ein­staka orsøkin til sjúkufráveru, og her er talan serliga um pínu í nakka, ryggi, lendum og pínu, sum stavar frá slitgikt ymsa­ staðni í kroppinum. Nær er pínan kronisk? Talan er um kroniska pínu, tá pínan hevur vart í umleið eitt hálvt ár ella pínu, sum er íkom­ in orsakað av skaða, har pínan heldur fram longri enn væntaðu grøð­ingar­ tíð­ina. Tað er trupult at máta pínu, eins og upplivingin við pínu er ógvuliga indi­ vi­d­uell. Fólk, sum eru von við pínu, tykjast at hava eitt hægri pínumark. Tey, sum hava góðtikið sína kron­isku pínu og hava lært at liva við henni, kun­nu uppliva, at pínan minkar við tíðini. Fólk, sum stúra fyri pínu, tykjast hinvegin at merkja pínuna meira enn tey, sum stúra minni. Tí er tað ikki bara eitt fysiologiskt, men eisini eitt psykologiskt sjónar­ horn í pínuviðgerð. Vanliga verður heili­ vágur sum paracetamol og ibuprofen brúktur til at lætta um pínu. Men, er pínan ógvusligari, verður ofta morfin og morfin­líkn­andi heili­vág­ ur í ymiskari styrki – og ymiskari samanseting – brúktur til linnan. Trupulleikin við lang­ tíðar­brúki av heilivági og nógvu hjáárinunum er, at nýtslan kann enda við, at fólk gerast bundin at heilivági. Í slíkum føri kann tað vera vert at kanna eftir, um onkrir vandaleysari hættir møguliga eru, sum kunnu minka um nýtsluna av traditi­onell­ um heilivági – og sam­ stund­is linna um pínuna. Fólk skulu tó vita, at nakrir alternativir terapi­ hættir mót kroniskari pínu hava tað til felags, at teir skulu brúkast hvønn dag í eina tíð, áðrenn teir virka móti pínuni. Fólk eiga eisini at hava í huga, at virknaðurin við alternativari viðgerð ikki neyðturviliga megnar at ”matcha” sterkan heili­vág. Svøvnur og pína Góður náttarsvøvnur er týdningarmikil, tá vant­ andi svøvnur minkar um okkara pínumark. Ein kanning vísir, at 53 prosent av sjúklingunum við kroniskari lendapínu líða av svøvnloysi móti bert trimum prosentum millum tey, sum onga pínu hava. Vantandi svøvnur kann erta fram ringa høvuð­pínu og migrenu. Ein kanning við 1868 tilburðum av høvuð­verki vísti greitt, at svøvn­ ur verjir munandi móti herðindum við høvuð­ pínu í staðin fyri at erta tey fram, og kanningin vísti eisini, at heili 29 prosent av tilburðum við ringum høvuðverki høvdu sína orsøk í svøvn­ loysi. Maturin, sum vit eta, kann eisini hava sína ávirkan á okkara pínu­ mark – antin við at fremja ella tálma bruna í lika­min­um. Eitt amerikanskt vísinda­ligt føðslurit hevur skrivað, at mat­vør­ ur við høgum innihaldi av sukuri veksa um brun­an í likaminum – við pínu, hita, roða, verki og møgu­ liga niðursettum virkis­ før­leika. Fólk við kroniskari pínu fáa tí serligt gagn av kosti, sum tálmar bruna. Alternativ viðgerð Men, hvat er so at siga um alternativa fysiska pínu­ viðgerð? Viðgerðarhættir sum akupunktur, mýk­ing, sonuterapi og TNS (Trans­ cutan Nerve­Stimula­tion), hava hjálpt nógvum við kronisk­ari pínu, og TNS- tól til heimabrúk kunnu keyp­ast í fleiri handlum. Um tú líður av kroniskari rygg-og vødda­pínu, eigur tú at fáa kannað, um trot er á D-vitaminum, tá slík pína í nøkrum førum hevur sína orsøk í vantandi D-vita­minum. Viðgerð við heilivági, sum minkar um kole­ste­ rol, kann elva til vødda­ pínu sum hjáárin, tí eginframleiðslan í likam­ inu­m av tí, sum rópt verður coenzym Q10, mink­ar við hesi viðgerð. Men, eitt tilskot við Q10 á 100 mg., kanska 200 mg., eigur at kunna hjálpa upp á hetta. Leggjast kann aftrat, at Q10 skal takast við eina máltíð. Ymiskt pínulinnandi Vísindaligar kanningar siga, at omega-3-feitt­ sýrur av slagnum EFA, sum eru í fiskaolju, virka væl móti bruna og pínu, og at hjáárinini her eru nógv færri. D L - f e n y l a l a n i n , sum er samanbindandi aminosýra, verður mett at virka væl móti einari røð av pínu, sum stavar frá eitt nú gikt, migrenu, vødda­krampum, nerva­ pínu og pínu eftir skurð­ viðgerð. Virknaðurin er, at DL- fenylalanin steingir fyri einum ensymi ella kveiki í nervaskipanini, sum annars veksur um pínu­ fráboðanir í likam­inum. DL-fenylalanin verður tikið í tóman maga við vatni, og hetta kann eisini takast samstundis, sum annar pínulinnandi heili­ vágur verður tikin. Ymiskar plantur hjálpa Ein røð av plantum hava eisini pínulinnandi evni, og í tilgjørdum formi kann nøgdin av hesum evn­um verða nóg stór til at vera pínulinnandi. Kili, sum er eitt slag av pipari, hevur í sær evni, sum verður rópt capsaisin, og hetta evnið fremur framleiðsluna í likami­num av pínu­linn­ andi endorfinum. Tað er tó ikki so effektivt at eta kili, tí eftir bert hálvum øðrum tíma kann hetta slag av pipari ikki longur sporast í blóðinum. Capsaisin er tískil meira effektivt, tá evnið verður smurt á húðina, har tað hjá summ­ um hevur góðan virkn­að. Kryddurtin gurkumaia hevur í sær evnið curcum­in, sum virkar móti bruna, serliga um gurku­maia verður tikið saman við bromalein. Ein kanning hevur víst, at gurkumaia-úr­ drátt­ur tykist vera eins effek­tivur sum ibuprofen til viðgerð av giktapínu í eitt nú knøum, men eisini aðrastaðni í kroppinum. Við tað, at gurkumaia er tálmandi mótvegis bruna, hevur urtin ein góðan virknað sum pínu­linnan fyri ymiska likams­pínu. Kelda: www.helse.dk TÚ KANST GERAST BUNDIN AT PÍNULINNANDI HEILIVÁGI Fólk, sum eru von við pínu, tykjast at hava eitt hægri pínumark. Tey, sum hava góðtikið kronisku pínuna og hava lært at liva við henni, kunnu uppliva, at pínan minkar við tíðini. Fólk, sum stúra fyri pínu, tykjast hinvegin at merkja pínuna meira enn tey, sum stúra minni. Tí er tað eisini eitt psykologiskt sjónarhorn í pínuviðgerð Fólk við kroniskari pínu fáa serligt gagn av kosti, sum tálmar bruna