týsdagur 14. desember 2004síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 239 - 14. desember 2004
Søkt verður eftir skrivara til Heilsufrøðiskipanina í Havn at byrja skjótast
møguligt. Starvið er 20 tímar um vikuna.
Arbeiðsuppgávur:
• Skrivari hjá leiðaranum fyri Heilsufrøðiskipanina
• Veita tænastu til heilsufrøðingarnar kring landið
• Journalisering
• Samskipa fundir
• Upprætta og skráseta barna/familjujournalir
• Gera hagtøl
• Fyrisita og samskipa arbeiðstilfar til heilsufrøðingarnar
Førleikakrøv:
• Skrivstovuútbúgving ella hollar royndir innan skrivstovuyrkið
• Góðar málkunnleikar til føroyskt og danskt
• Góðan telduførleika á brúkarastigi
Persónligir eginleikar:
• Evni til at arbeiða sjálvstøðugt
• Góð samstarvsevni
• Góðan røkiskap
• Tænastusinnað
Vit bjóða:
• Eitt áhugavert og sjálvstøðugt starv við møguleikum fyri førleikamenning
• Eina skipan í menning og fakliga virknar starvsfelagar
Setanar- og lønarviðurskifti:
Setanarøkið er Heimarøktin og Serforsorgin.Tænastustaðið verður skrivstovan
hjá Heilsufrøðiskipanini í Havn. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Bjartu Vilhelm,
leiðara á Heilsufrøðiskipanini, á tlf. 304020.
Umsóknarfreistin er 27. desember 2004. Umsókn við prógvum, viðmælum og
upplýsingum um útbúgving og starvsroyndir skal sendast til:
Bjarta Vilhelm
Heimarøktin og Serforsorgin
Eirargarður 2, 2. hædd
Postsmoga 3037
110 Tórshavn
Um Heilsufrøðiskipanina
Arbeiðið hjá heilsufrøðingum er m.a.at eygleiða og kanna barnið,at ráðgeva/vegleiða foreldrum viðv.
barnsins sálarligu,sosialu og likamligu menning,foreldraleikluti og tilknýti.
Á skúlunum umfatar arbeiðið harumframt funktiónskanningar, regluligar samrøður við børnini, bæði
persónliga og í bólkum,og undirvísing.Stórur dentur verður lagdur á tvørfakligt samstarv.
Heimarøktin
og Serforsorgin
Meginskrivstovan
Skrivari til
Heilsufrøðiskipanina
i
www.sosialurin.fo