Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. november 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. november 2019 · Nr. 131 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SUÐUROY LÝSINGARTILFAR Vilmund Jacobsen - Hetta er ein snøgg og góð song, sum fæst í ymisk­um sløgum og prís­ flokk­um, sigur eigarin av Colo­rama-handlinum, Rene Christensen. Hann vísir á, at By KARMA er ikki bara ein snøgg song, men ein song, har tú eisini fært neyðuga svøvn­in og hvíldina, sum hava so stóran og av­ger­ andi týdning fyri alla til­ veru. - Ein góður svøvnur gevur tær betri vælveru, og tá vit umleið ein trið­ ing av lívinum liggja í einari song, er skjótt at síggja, hvønn týdning svøvn­ur og hvíld hava. Góðar afturmeldingar Rene Christensen vísir á, at síðan Colorama- handil­in á Tvøroyri fekk seingjar­deildina og fór at selja By KARMA, hava tey selt nakrar sengur, og tey hava bara fingið góðar aftur­meldingar. - Tey serkønu siga, at tað týdningarmesta í sovikamarinum er madras­san, og er tað so­ leiðis, at fólk framm­an­ undan eiga eina góða song, sum tey ikki hava hug at skifta út, hava vit eisini By KARMA madrass­una, sum saktans kann seljast serstøk, sigur hann. 3-4 vikur at bíða Eigarin av Colorama- handl­inum á Tvøroyri sig­ur, at frá tí, at seingin verður bíløgd í Colorama, ganga einar 3-4 vikur, til hon er í Føroyum. - Antin koyrir Posta seing­ina á dyrnar hjá við­skifta­fólkunum í Suðuroy – ella gera vit tað sjálvi, og henda tænasta er ókeypis fyri viðskiftafólkini, sigur Rene Christensen. By KARMA sengurnar hava sín uppruna í Kold­ ing í Danmark. vilmund@sosialurin.fo COLORAMA HEVUR EINASTU SEINGJAR­DEILD Í SUÐUROY Tað eru ikki øll, sum vita, at miðhæddin í Colorama- handlinum í Miðbrekku 6 á Tøvroyri nú er ein seingjardeild burtur av við vælumtóktum By KARMA sengrum - Vit hava bara fingið góðar afturmeldingar um By KARMA-sengurnar, sigur Rene Christensen hjá Colorama á Tvøroyri