Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. november 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. november 2019 · Nr. 131 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SUÐUROY LÝSINGARTILFAR Áki Bertholdsen –  Um næturnar syrgir hann fyri, at fólk kunnu føla seg trygg og um dagin heldur hann skil á, hvussu bilar standa parker­aðir. Men so er tað eisini alt møguligt har ímill­um. Signar Strøm er vág­ bing­ur, men hann býr á Tvør­oyri og í summar er hann farin undir sína egnu vaktar- og ansingar­ tænastu. Eftir at hava arbeitt hjá Ansni í nøkur ár, er hann nevniliga byrjaður fyri seg sjálvan at veita ymsar tænastur, sum hava við vaktarhald og eftir­ansing at gera. Hann sigur, at hann hevur fingið nokk so fitt av arbeiðið, bæði í Suðuroy, men eisini norðan­fjørðs, har hann eisini hevur fólk at koyra fyri seg. Men nú er hann so eisini í ferð við at knýta eitt marknaðarfólk aftur­ at fyritøkuni, sum hann kallar Vaka. Fjølbroyttar uppgávur Og hann sigur, at upp­ gávurnar eru rættiliga fjøl­táttaðar, og tað er næstan ikki mark fyri, hvat hann verður biðin um. Høvuðsarbeiðið at hava eftirlit við virkjum og fyritøkum um nætur­ nar at ansa eftir, at vind­ eygu ikki standa opin, at alt er sløkt, sum skal vera sløkt, eisini stearinljós, og at hyggja eftir, at rør ikki leka, sum kunnu elva til vatnskaða, os.fr. Hann hevur eisini koyrt runt at ansa eftir, at skip ligga forsvarliga bundin, men hann hevur eisini gingið vakt umborð á skipum at tryggja, at alt er, sum tað eigur. Og í sam­bandi við sigling hjá Strandferðsluni, hevur hann onkuntíð eisini stýrt ferðsluni á ferju­ legu­ni á Kramba­tanga. Hann hevur eisini eina serliga boks í bilinum til pengaflutning og soleiðis at viðkvom skjøl kunnu flytast trygt og væl og hann hevur eisini ansað eftir, at listaverk eru flutt trygt frá einum staði í annað. Men hann hevur eisini fingið eina avtalu við fútan um at hann kann vera park­erings­vørður, og í hesum sam­bandi er hann eisini parker­ings­ vaktur í Sumba. Og hóast Sumba er ein av minnu bygdunum, er avgjørt brúk fyri park­eringsvørði, sigur Eyðbjørn Thomsen, borgar­stjóri. Hann vísir á, at vegir­ nir eru smalir, og tey hava havt trupulleikar av, at bussar, oljubilar og neyðsendarakfør ikki sleppa fram fyri park­ erað­um bilum. – Tað hevur hjálpt væl, at vit hava havt park­ erings­vørð, sigur hann. Hann sigur, at í summar var eitt tíðar­ skeið, har tey ongan park­eringsvørð høvdu, og tað var beinanvegin, at óskil varð á parkeringini aftur, men nú hava tey so avtalu við Vaka um at taka sær av hasum. HANN SYRGIR FYRI AT FÓLK KUNNU FØLA SEG TRYGG VAKTARHALD Um næturnar heldur hann vakt og um dagin heldur hann skil á, hvussu bilarnir standa parkeraðir – og nógv har ímillum Signar Strøm ansar eftir fólki, bæði um dagin og um náttina