týsdagur 12. november 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. november 2019 · Nr. 131
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SUÐUROY
LÝSINGARTILFAR
Vilmund Jacobsen
Bærendsen
Teknik
á
Tvøroyri er ein størri
fyritøka sum ger smiðju
arbeiði,
rør-og
el-inn
leggingararbeiði.
Men,
tað er serliga fyri snøgga
handilin,
at
fyritøkan
er kend millum vanligar
privatkundar.
Tað er Bergur Bærend
sen, sum er stjóri í fyri
tøkuni og konan, Nina
Vitalis
Bærendsen,
er
kendasta andlitið handli
num, har hon eisini hevur
onnur góð fólk til hjálpar.
- Eg havi ofta tikið til,
at vit selja alt uttan mat
og klæði. Vit leggja dent
á lampur og ljós og selja
flestu el-tól til heimið. Vit
kunnu saktans siga, at
lampur og ljós í dag eru
prýðislutir í einum duri,
køki, stovu, barnakamari
ella spegli.
Nina Vitalis Bærend
sen sigur, at el-handilin
hevur
allar
vanligar
hvítvørur, dustsúgvarar,
blendarar og onnur smá
el-tól.
- Haraftrat hava vit
allar vanligar búnýtislutir
til heimið – alt frá pann
um og grýtum til ymiskar
prýðislutir,
sum
gera
heimið hugnaligari, sigur
hon.
Jólastovan klár
Aftur í ár hava tey hjá
Bærendsen skipað eina
serstaka og vakra jóla
stovu í El-handlinum,
har tey taka ein part av
handilinum burtur av til
jólastovuna.
- Tað er nógv arbeiði
av hesum, tí tey ting,
sum vanliga standa í hes
um partinum av handli
num, skulu flytast, og
jólatingini
skulu
inn
ístaðin. Men, hetta er
sera hugnaligt, og tey eru
mong, sum støkka inn á
gólvið at síggja okkara
stovu við alskyns jóla
pynti, jólaketum, tingum
og prýðislutum til jólini.
Nina Vitalis Bærend
sen heldur, at jólastovan
eisini er eitt ávíst trekk
plátur fyri handilin, nú
jólamánaðin stundar til,
og hon leggur dent á, at
øll – bæði vaksin og børn
– eru hjartaliga vælkomin
á gátt.
- Hetta byrjaði við
einum lítlum króki í
handlinum, men nú fyllir
jólastovan umleið 1/6 av
øllum, og tað er rættiliga
fitt í einum so stórum
handli sum okkara, legg
ur hon aftrat.
Fólk pynta nógv
Nina Vitalis Bærendsen
heldur, at fólk pynta nógv
til jóla. Tað byrjar ofta við,
at fólk pynta úti – fyrst
eitt træ, síðan tað næsta
træið, og tá pyntað er
uttan fyri, verður kanska
ein síða á húsunum eisini
pyntað. Síðan kemur lop í,
og skjótt kann tað henda,
at øll húsini standa pyntað
til jólar.
- Áður kundi onkur
flenna, tá fólk pyntaðu
nógv til jóla, men hetta
hevur rættiliga vundið
upp á seg. Vit eru skjótt í
myrkastu tíð, og einki er
at ivast í, at lýsandi jóla
pynt og jólaperur lætta
um sinnið.
Hon sigur, at fólk
keypa nógv fleiri ljós í
myrkaru tíðini av árinum
– ella figurar við ljósi, og
tað eru serliga flottu
battarídrivnu led-ljósini,
sum fólk vilja hava.
- Hesi eru so fantast
iska vøkur og líkjast so
nógv veruligum kerti
ljósum, og tað eru eisini
led-ljós, sum standa í
stearini. Eg vil siga, at
led-ljósini
fullkomiliga
hava yvirtikið søluna av
ljósum.
Nina Vitalis Bærend
sen væntar, at umleið
90 prosent av søluni av
ljósum er ymisk led-ljós,
meðan bert eini 10 pro
sent er vanlig livandi
kertiljós.
- Led-ljósini dálka ikki,
og eingin verður ovur
viðkvæmur av teimum,
um fólk annars hava
trupulleikar við ovurvið
kvæmi, leggur hon aftrat.
Eftirgjørd jólatrøð
Tað er eisini vorðið meira
og meira vanligt, at fólk
keypa eftirgjørd jólatrøð.
- Vit selja eisini eftir
gjørd jólatrøð, og hesi
líkjast nú so nógv veru
ligum jólatrøum, at tú
næstan ikki sært munin.
Tað er nú einaferð so
leiðis, at hevur tú eitt
eftirgjørt jólatræ, hevur
tú altíð eitt vakurt jóla
træ, sigur Nina Vitalis
Bærendsen í El-handli
num á Tvøroyri, sum
leggur aftrat, at tey bæði
hava og fara at fáa nógvar
nýggjar vørur heim tær
komandi vikurnar.
JÓLASTOVA HJÁ EL-HANDLINUM
Á TVØROYRI SAVNAR NÓGV FÓLK
Handilin hjá Bærendsen við
Sjógøtu á Tvøroyri – eisini róptur
El-handilin – ger aftur í ár nógv
burtur úr, nú jólini stunda til
- Tey eru mong, sum støkka inn á gólvið at vitja okkara jólastovu, sigur Nina Vitalis Bærendsen
Aftur í ár hava tey í El-handlinum hjá Bærendsen á Tvøroyri skipað eina serstaka og vakra jólastovu