týsdagur 12. november 2019síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. november 2019 · Nr. 131
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SUÐUROY
Næmingar úr øllum Føroyum
til Vágs at spæla fótbólt
2.409 leikarar luttóku, tá 25
fólkaskúlar og 5 miðnámsskúlar
luttóku í Skúlafótbólti 2018/2019.
Dagfinn Olsen
Í fjør varð skipað fyri skúlafót
bóltskapping á fyrsta sinni,
har fólkaskúlar og miðnáms
skúlar
úr
øllum
Føroyum
savnaðust í Marghøllini í Vági
at kappast í skúlafótbólti.
Umframt sjálva kappingina,
hava luttakarar høvi at royna
klatrivegg í Marghøllini og at
svimja í Pálshøll.
Aftur í ár verður skipað fyri
Skúlafótbólti, og fyrstu kapp
ingarnar hava verið. Undirtøk
an er góð, og tað var hon eisini
í fjør, og tað bera hagtølini boð
um, sum fólkini aftanfyri til
takið hava kunngjørt á heima
síðuni skúlafótboltur.fo.
25 fólkaskúlar og 5 mið
námsskúlar luttóku í Skúlafót
bólti 2018/2019.´
2.409 leikarar luttóku, svar
andi til umleið 25% av øllum
næmingunum í føroyska fólka
skúlanum
Fyri summar árgangir, t.d. 5.,
6. og 7. flokk, vóru tað fleiri
enn 40% av næmingunum,
sum luttóku til Skúlafótbólt.
Tilsamans 221 lið kappað
astu til Skúlafótbólt, býtt á 69
dreingjalið, 56 gentulið og 96
blandaði lið.
Liðini spældu tilsamans 596
dystir.
Tilsamans blivu 3.448 mál
skoraði til Skúlafótbólt kapp
ingarárið 2018/2019.
2.409 leikarar luttóku, svarandi til
umleið 25% av øllum næmingunum
í føroyska fólkaskúlanum.