hósdagur 14. november 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
15. NOVEMBER 2019
Mikudagin fylti løgtingsformaður 67 ár
og gjørdist harvið fólkapensjónistur, eins
og allir aðrir føroyingar, sum fylla 67. At
Løgtingið í dagens anledning viðgjørdi
uppskot um at hækka pensjónina, sum
eisini hann og aðrir pensjónistar við høg
um lønum og pensjónum fáa, lýsir
kanska mest tað absurda í tí, sum Løg
tingið er í ferð við at gera.
Á tingi og í landsstýri sita fimm fólka
pensjónistar: Jógvan á Lakjuni, Heðin
Mortensen, Henrik Old, Poul Michelsen
og Jenis av Rana (sum verður pensjónist
ur 7. januar komandi).
Í ramasta álvara hevur samgongan
lagt fram uppskot um, at allir fólkapen
sjónistar skulu hava meira, bæði við at
hækka skattafríu grundarupphæddia og
við at loyva pensjónistum at tjena meira,
áðrenn mótroknað verður í pensjónini.
Og so hevur Fólkaflokkurin eisini lovað,
at Samhaldsfasti skal gerast skattafríur.
Pensjónistar á tingi og í landsstýri
tena ímillum umleið 45.000 krónur og
100.000 krónur um mánaðin. Vit hava
eisini pensjóneraðar politikarar, sum fáa
politikarapensjón upp til 39.094,67 krón
ur um mánaðin – tí teir hava verið í
starvi í átta ár, sum eisini fáa gagn av
hesum.
Er tað ikki at halda vanligar pensjón
istar fyri spott, tá hesi skulu hava sama
skattalætta og pensjónshækkin sum
tann, ið einki annað hevur enn fólkapen
sjónina? Tað kann ikki vera rætt, at fólk
við feitum lønum og feitum almennum
tænastupensjónum, sum til dømis polit
ikarar, skulu fáa sama bata í fólkapen
sjónini, sum fólkapensjónisturin, sum
einki annað hevur.
Tey eldru gerast fleiri, og tað fer at
leggja trýst á tann almenna fíggjarstand
in í framtíðini. At tað vera alsamt fleiri
eldri í Føroyum merkir, at skattainntøk
urnar ikki fara at fylgja við teimum al
mennu útreiðslunum uttan at tænastu
støðið lækkar. Til ber at bøta um hesa
gongd, við at økja um arbeiðsútboðið ella
við at herða fíggjarpolitikkin.
Tað er tí av ómetaligum stórum týdn
ingi, at øll tiltøk, ið verða gjørd, verða
gjørd við haldføri í búskapinum fyri
eyga. Tað hava pensjónsætlanirnar hjá
landsstýrinum ikki. Gevið teimum pen
sjónistum, sum treigja til tað, meira – og
ikki teimum, sum slett ikki hava brúk
fyri fleiri pengum.
Hví ikki bara lata teimum sum treingja?
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Árliga fótbóltsbók
in hjá Miðlahúsi
num er nú útkomin.
»Føroyskur fót
bóltur 2019« er 224
síður til støddar,
og bókin tekur
saman um fót
bóltsárið 2019
Í bókini kanst tú lesa
alt um Betri-deildina
hjá monnum, mett
verður um avrikini
hjá øllum liðunum,
og skrivar verður um
profilar og stjørnu
skot á liðunum.
Betri-deildin
hjá
kvinnum
verður
eisini umrødd, og
avrikið hjá meistar
aliðnum greinað. Í
bókini kanst tú
eisini lesa um øll
landsliðini hjá FSF,
um
europeisku
dystirnar hjá feløg
unum, um útisetar,
um steypakappingarnar
hjá monnum og kvinnum,
og myndir eru av øllum
føroyameistarum
og
steypavinnarum.
»Føroyskur fótbóltur
2019« fæst til keyps kring
landið.
Fótbóltsbókin
er nú útkomin
20
FØROYSKUR
19
MÓTTØKA HJÁ
TOYOTA Í KLAKSVÍK
Í samband við at Hans Berg Hammer gevst eftir trúgva
tænastu, verður móttøkta fríggjadagin 22. november
frá kl. 14 til 16.
Eisini verður høvið at heilsa uppá nýggja leiðaran
Rúna Klein Joensen.
Okkurt verður til ábit, og 17 sangarar koma at syngja.
P/F REYNI SERVICE
SÁMAL OG EIVIND
KLINGRUGARÐUR 3 // FO-700 KLAKSVÍK // TEL 473 040 // RS@REYNISERVICE.FO