Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. november 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 132 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: Sæð á Facebook: Í apríl vera sjálvboðin aftur at síggja kring landið í sambandi við ‘Closed for Maintenance, Open for Voluntourism’ átakið Heimskendi tónleikamiðilin NME rósar føroyska bólkinum Joe and the Shitboys. Miðilin sigur, at føroyingarnir vóru tað besta á ársins Iceland Airwaves festivali Nú er norski Folketrygdfondet størsti partaeigari í Bakkafrost, og altso ikki Oddvør og Regin Jacobsen Kringvarpið hevur fingið nýtt studio til Dag og viku Føroysku urmakararnir eru hóttir við rættarsak um listaverk hjá danska listamanninum, Tal R. Listamaðurin vil ikki, at listaverkið Paris Chic verður skorið í smáar skivur til at leggja inn í ur Umstøðurnar hjá fangum í Mjørkadali eru so vánaligar, at fleiri fangar enn neyðugt verða settir í isolatión og avbyrgdir frá øðrum. Hetta nú fer løgtingið at viðgera trupulleikan BRYD! MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt Fólkatalið vaks við 875 fólkum í 12-mánaðar skeiðinum frá 1. okt. 2018 til 1. okt. 2019. Tað svarar til ein vøkstur á 1,7 prosent. 875 875 Tað hevur skapt heitt kjak, at Fuglafjarðar skúli knappliga avlýsti vitjanina frá danska leikbólkinum BRYD!, sum viðgerð viðkomandi evni sum samleika og kynsnormar. Skúlastýrið meinti ikki, at tørvur var á slíkari fjølbroyttari verkstovu, sum hevur til endamáls at leggja lunnar undir antihapping, javnrættindi, tolsemi og fólkaræði. Sami leikbólkur hevur annars vitjað í Tvøroyrar skúla, men har hava tey ongan trupulleika við verkstovuni - tvørafólk eru tvørturímóti sera væl nøgd við vitjanina. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR "Hví flýgur tjaldrið suður eftir um summarið? Er tað tí, tað er ov langt at ganga?" Lot til andøvsgul av vestri, 2 til 6 m/s, men út á dagin veksur hann í gul av útsynningi og suðri, 4 til 8 m/s. Um náttina andøvsgul upp í ein strúk, 7 til 12 m/s. Yvirhøvur skýggjað og turt, men um náttina nakað av regni. Hitin millum 2 og 7 stig.   Gul til stívt andøvsgul av norði, 5 til 10 m/s, sum um náttina minkar í lot til andøvsgul, 3 til 7 m/s. Um dagin yvirhøvurskýggjað, kanska sitt sindur av reni, men tað klárar í seinni og kanska sól. Hitin millum 4 og 6 stig, um náttina beint undir frostmarkið. Andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s. Hann minkar vindin út á dagin í lot til andøvsgul, 3 til 7 m/s. Um kvøldið og náttina av útnyrðringi og norði, gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýgjað og regn, um náttina kann tað klára í. Hitin um dagin millum 4 og 7 stig, um náttina millum 1 og 5 stig. 2-6 m/s 5-10 m/s Enn gongur búskapurin hjá okkum við rúkandi ferð, men ddanski Tjóðbankin kom í vikuni við einari greining av føroyska búskapinum. Greiningin sigur, at ferðin á altjóða búskapinum er sett niður og at tað kann lættliga ávirka føroyska búskapin, tá ið keypiorkan minkar í teimum londunum, sum vit selja fisk og laks til. Í hesi greiningini setir Tjóðbankin eisini ljós á, at vit framvegis hava ein konkunkturviðgangandi politikk. Í stuttum vil tað siga, at tá ið tað gongur væl, so brúka vit pengar og gera íløgur. Eins og Búskaparráðið hevur gjørt í fleiri ár, so siga danir, at hetta ikki er tann rætti mátin at stýra. Almennu íløgurnar verða gjørdar, samstundis sum privata vinnan setir nógv í gongd, tí tíðirnar eru góðar. Danir finnast eisini at, at yvirskipað er ongin felagsstýring av, hvørjar íløgur landið ger og hvørjar íløgur kommunurnar gera. Pengar úr vinnuni Føroyska samfelagið er ómetaliga nógv broytt seinnu árini. Talið av fólki, sum arbeiða í fiskivinnuni er minkað nógv, men úrtøkan úr sjónum er vaksin ómetaliga nógv. Tann skattainntøkan, sum kommunur og land fingu tá, fáa tey ikki longur. Tað vil siga, at pengar mangla í almennu kassunum. Tað vil siga, at inntøkurnar skullu koma onkran annan veg. Fráfarna samgongan tók gjald fyri rættindini at fiska og so vóru fiskirættindi seld á uppboði. Hetta verður steðgað nú, men teir pengarnir sum uppboðssølan gav, skulu koma innaftur uppá onkran máta. Hetta kann gerast við at áseta eitt hægri tilfeingisgjald, men tað kann eisini gerast við at leggja onnur sløg av skatti á okkum borgarar. Pengarnir skulu brúkast til vælferðartænasturnar. Ája! Júst nú arbeiðir politiska skipanin eisini við at fáa pensjonistunum eina hægri inntøku. Ikki tí, at talan er um so nógvar pengar, men andstøðan vil hava at vita, hvussu hetta skal fíggjast, tí ongar haldførisútrokningar liggja við í uppskotinum. Nú er heldur ikki vanligt, at slíkar útrokningar fylgja við øllum lógaruppskotum, sum hava útreiðslur við sær, men givið er, at onkur má hava eitt yvirblikk yvir hvussu støðan er hjá okkum um 20-30 ár. Nóg mikið er helst at minna á tikkandi bumbuna við tænastumannaeftirlønunum, sum ongin visti nakað um fyri fáum árum síðani. Ája! Í kvøld og mánakvøldið spæla føroyingar tveir teir seinastu landsdystirnar í hesi undankappingini til EM. Tað var ein lætti, tá ið vit tryggjaðu okkum stig á heimavølli móti Malta, men tað hevði ikki verið verri at fingið stig í Oslo, nú júst fimm ár eru farin síðani vit vunnu á Grikkalandi í Grikkalandi. V i t e r u “ u n d e r d o g s ” men tað vil ikki siga, at vit ikki kunnu vinna. Spurningurin er bara, hvussu u p p s e t t i r okkaramenn eru í kvøld. Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? At tú sum kandidat­lesandi í ríkis­felags­skapinum kanst vinna 40.000 krónur, um tú skrivar høvuðsritgerð um ríkisfelagsskapin? Hetta er nýtt átak frá donsku stjórnini 8-13 m/s "Fyristillið tykkum eina ætlan um eina metro í Føroyum. Har hevði verið nógv klandur millum bygdirnar/ oyggjarnar, um hvar stoppstøðini skuldu ligið í landinum!!"