Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. november 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. november 2019 · Nr. 133 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Javnaðarflokkurin er verdur yvir sjey milliónir krónur Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Verður føroysk sendistova sett á stovn í Ísrael, so verður tað sjálv­andi í Jerusalm! So greiður varð boðskapurin, sum nýggja sam­gongan legði fyri dag­in á tíð­ind­a­fundi í Løg­ting­i­num, tá sam­gong­u­skjal­ið varð und­ir­skriv­ að leygarmorgunin 14. sep­tem­ber. Tí er tað løgið, tá sam­bands­menn koma kropp á kroppi og boða frá, at tal­an einans er um takt­iskar mark­ ing­ar frá Jenisi av Rana. Johan Dahl heldur, at Jenis av Rana við hesum setir samgonguna í vanda og ger Føroyar og før­oy­ing­ar til yv­ir­gangsmál. Johan Dahl held­ ur, at vit als ikki skulu hava nakra send­i­stovu í Ísrael, tí samhandilin er alt ov lítl til at brúka 3-4 milliónir krón­ur upp á eina slíka sendistovu. Tað sama sigur Edmund Jo­en­ sen. Hann sigur, at tað finnast ong­ ar hald­góðar grundgevingar fyri at lata eina sendistovu upp í Ísrael. Og slett ikki í Jerusalem, og tí gjørdist hann so kløkkur, tá hann hoyrdi boð­skap­in frá Jenis av Rana. Bárður Nielsen er heldur meira dip­l­om­at­iskur. Tí hann veit, at Jen­is av Rana lýgur ikki. Løgmaður veit, at hann sjálvur gav Jenisi av Rana orð­ ið, tá spurt var um hesa marg­hátt­lig ætlanina at seta á stovn send­istovu í Ís­rael á tíð­inda­fund­i­num 14. sep­ tem­ber. Løg­mað­ur veit, at al­menni boð­skapurin frá honum sjálv­um og allari samgonguni sjálvan »dag eitt« hjá sam­gonguni var, at Føroyar fara sum skjótast at gera sum Donald Trump og lata upp eina sendistovu í Jer­u­salem. Um Jenis leyg, so átti løgmaður tá at rættleitt. Tað gjørdi hann ikki! Vit vita øll, at eing­in før­oysk send­i­stova verður sett á stovn í Jer­us­a­lem. Men okk­urt skuldi Mið­ flokk­urin hava, so­leið­is at fingr­a­ merk­ini síggjast í sam­gong­u­skjal­ i­num. Men tað var ikki kløkt av løg­manni spæla hetta dupultspæl. Bara tað at hetta verður nevnt í donsk­um miðlum merkir, at ætl­an­in at víðka um rása­rúm­ið hjá Før­oy­um í rík­is­fel­ags­skap­i­num fekk eitt skot fyri bógvin. Danir rista á høvd­i­num eftir bláoygdum før­oy­i­ngum, sum kunnu finna upp á nak­að so býtt sum at fara beint upp­í­móti heims­ sam­fel­agnum í slíkum máli.Tað boðar ikki frá góðum, at løg­mað­ur skjýtur seg undir, at málið er ikki liðugt viðgjørt. Málið varð frá­boðað 14. september. Spurningurin er, hví løgmaður ikki setti Jenis av Rana upp á pláss tá – ella var ætl­anin bara, at Miðflokkurin skuldi hava hesa tátuna at spæla við? Hetta var fyrsta nosið frá Mið­ flokk­inum. Og snilt av Jenisi at brúka danskar miðl­ar at varpa ljós á hetta mál – men flóv­is­ligt hjá løg­ manni og pínligt hjá føroyingum. 14. september boðaði sam­ gong­an frá sendistovu í Jerusalem Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin JÚ JERUSALEM VAR MÁLIÐ Met lágt tal av roykjarum í Føroyum Talið á roykjarum met lágt, meðan manglandi rørsla og fiti eru stórar avbjóðingar Seinastu 17 árini hevur Fólka­ heils­u­ráðið framt ár­lig­ar Gall­up­kanningar av heilsu­ støðu okkara. Viðvíkjandi royking verður sagt soleiðis: 19% av teimum vaksnu før­oy­ing­u­num roykja dag­ liga, og hetta er lægsta talið á roykj­ar­um nakrantíð. Talið á roykj­arum hevur annars ver­ið støð­ugt fallandi síð­an 2002. Tað er nú minni mun­ur í­mill­um kyn­ini har á­vik­avist 17 og 21% av kvinn­unum og monn­u­num roykja. Bert 13% av teim­um 18-24 ára gomlu roykja og 18% av teim­um 25-39 ára gomlu, með­an tey í mið­j­um aldri roykja verri (22-24%). Í Norð­oyggj­um og Suð­ur­oy roykir fjórði hvør vaks­ in, men hetta talið er mun­ a n d i lægri í Sand­oynni og í mið­ stað­ar­øk­i­num (14-16%). Føroyingar við grund­skúla­ út­búgv­ing (28%) og hand­ verk­ar­ar­út­búgv­ing (27%) roykja nógv verri enn tey við mið­náms­út­búgv­ing og mið­al­longum og longum út­ búgv­ing­um. Rørsla: Vaksin skulu røra seg minst við hógligari styrki 150 min­uttir um vikuna ella fremja 75 minuttir av hørð­ um krops­ligum arbeiði vik­u­liga, men skulu helst fremja 300 ella 150 min­uttir av á­vikavist hóv­lig­um og hørð­um arbeiði um ­vik­ una. Um­framt hetta eig­ur krops­ligt ar­ beiði, sum krev­ur styrki at vera framt tvær ferðir um vik­ una. Globalt vísa tøl hjá WHO, at trið­i­hvør vaksin heims­borg­ari er krops­liga óvirkin, og før­oysku tølini líkj­ast hes­um. Tað sær út sum, at fleiri kvinn­ur enn menn lúka minstu krøv­ ini fyri vik­u­liga rørslu. El- Mus­tang skal selja Ford BILAR SÍÐA 10 Stórt kamping­ pláss í Skálavík TÍÐINDI SÍÐA 8-9 Nú roknskapirnir hjá politisku flokk­unum í Føroyum eru kunn­gjørdir á vinnuvitan.biz sæst, at Javnaðarflokkurin er nógv tann ríkasti flokkurin í Før­oy­um. Framsøkn er einasti flokk­ur við negativari eginogn. Býta vit føroysku flokk­ ar­nar upp eftir eginogn sam­bært roknskapi floksins, so er Jav­n­að­ar­flokk­urin so nógv tann rík­asti flokkurin. Eginognin hjá Javn­að­ar­ flokkinum er upp á 7,2 mill­i­ ónir krónur. Næstríkasti flokkurin er Fólk­a­flokkurin, hvørs eg­in­ogn er 3,3 milliónir krónur. Síð­ani kemur Tjóðveldi, sum hevur eina eginogn upp á 1,2 mill­ iónir krónur. Síðani kem­ur Sambandsflokkurin við 1 mill­ ión krónum í eginogn, Mið­ flokk­urin við 651.000 krónum í eg­in­ogn, Sjálvstýri við 531.000 krónum í eginogn og Fram­ sókn sum einasti flokkur við nega­tivari eginogn. Hon er min­us 52.000 krónur. Her eru nøkur lykaltøl fyri flokkarnar: Javnaðarflokkurin: Nettosøla: 1.132.000 krónur Starvsfólkakostnaður: 349.000 krónur Ársúrslit: 517.000 krónur Tøkur peningur: 1.875.000 krónur Eginpeningur 7.215.000 krónur Fólkaflokkurin Nettosøla: 1.031.000 krónur Starvsfólkakostnaður: 0 krónur Ársúrslit: 703.000 krónur Tøkur peningur 1.948.000 krónur Eginpeningur 3.265.000 krónur Tjóðveldið: Nettosøla: 903.000 krónur Starvsfólkakostnaður: 0 kr Ársúrslit: 229.000 krónur Tøkur peningur: 1.244.000 krónur Eginpeningur 1.204.000 krónur Sambandsflokkurin: Nettosøla: 1.398.000 krónur Starvsfólkakostnaður: 520.000 krónur Ársúrslit 311.000 krónur Tøkur peningur: 1.000.000 krónur Eginpeningur 1.014.000 krónur Miðflokkurin: Nettosøla: 391.000 krónur Starvsfólkakostnaður: 0 kr Ársúrslit: 236.000 krónur Tøkur peningur: 651.000 krónur Eginpenignur: 651.000 krónur Sjálvstýri: Nettosøla: 342.000 krónur Starvsfólkakostnaður: 50.000 krónur Ársúrslit: 194.000 krónur Tøkur peningur: 533.000 krónur Eginpeningur: 531.000 krónur Framsókn: Nettosøla: 441.000 krónur Starvsfólkakostnaður 2.000 krónur Ársúrslit: 273.000 krónur Tøkur peningur: 111.000 krónur Eginpeningur: -52.000 krónur