mánadagur 18. november 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. november 2019 · Nr. 133
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Tróndur Arge – Friends Arena, Solna
Føroyska landsliðið skal í kvøld
spæla seinasta EM-landsdyst á
hesum sinni, tá Føroyar skulu
takast við Svøríki. Tað er
somikið kalt í Stokkhólmi, at
dysturin verður spældur undir
taki á stásiliga leikvølliunum,
Friends Arena.
Tað er lutfalsliga heitt undir
takinum, tá spælararnir koma
á vøllin. Lagið er avbera gott.
Tað er ein avtala í hópinum,
at tá sunnudagurin byrjar, er
dysturin í Norra gloymdur.
Á
tíðindafundinum
er
enn eina ferð ongin áhugi
fyri føroyska liðnum. Hetta
er
seinastu
ferð,
at
Lars
Olsen og Atli Gregersen eru
á tíðindafundi fyri Føroyar
á hesum sinni. Teir eru ikki
so prátingarsamir, sum teir
onkuntíð kunnu verða.
Tað er okkurt við einum
tíðindafundi, sum ger at tað
verður prátað minni, men
løtu seinni verður latið upp
fyri kenslum og tankum, tá
fjølmiðlarnir gera samrøður.
Tað er ein breið semja um,
at avrikið móti Norra var
vánaligt, og at avrikið í dag skal
verða nógv betri.
Tað verður tosað minni um
hetta sum ein farvæl-dyst,
men meiri sum ein dyst, har
landsliðið skal reisa seg aftur.
Sølvi inn á miðjuna
Tað er verri at lesa liðið millum
tveir
landsdystir
í
einum
landsliðsumfari. Tað er sum so
bara tann eina venjingin, har
allir luttaka. Tað er venjingin
á leikvøllinum dagin undan
dystinum. Hon er ikki so
taktiskt, at alt verður avdúkað
á vøllinum.
Odmar Færø venur ikki
við, tí hann hevur ein skaða í
øklinum á høgra fóti. Lars Ol
sen sigur at hann spælir ikki, og
tí skal nýggjur maður í verjuna.
- Vit hava nú tveir møgu
leikar. At seta Andrias H. Erik
sen inn í miðverjuna, ella at
flyta Rógva Baldvinsson aftur,
og flyta Sølva Vatnhamar mitt
á miðjuna. Eg havi ikki tikið
avgerð um tað enn, sigur Lars
Olsen.
Sosialurin hevur skilt, at
tað er meiri sannlíkt at Sølvi
Vatnhamar verður fluttur inn
miðjuna saman við Brandi
Hendriksson,
meðan
Rógvi
Baldvinsson
verður
fluttur
aftur í miðverjuna.
Síðani kemur Klæmint A.
Olsen inn í álopið, meðan Jóan
Símun Edmundsson spælir á
høgra vongi fyri Sølva Vatn
hamar.
Tað tykist eisini greitt, at
Viljormur Davidsen vinnur
plássið á vinstra vongbakki
aftur. Hann avloysir Ára M.
Jónsson.
Gunnar
Nielsen,
Atli
Gregersen, Heini Vatnsdal, Gilli
Rólantsson, Brandur Hendriks
son og Jóannes Bjartalíð halda
fast í sínum plássum.
Svenskarir gera
fleiri broytingar
Svøríki
hevur
vunnið
seg
víðari pláss til EM-endaspælið.
Svenski
landsliðsvenjarin,
Janne
Andersson,
segði
á
tíðindafundinum,
at
hann
væntar at gera til seks til 11
broytingar á liðnum til hendan
dystin.
- Tað eru ikki lættir dystir í
fótbólti. Vit fara at fyrireika
okkum til hendan dystin sum
til allar aðrar dystir. Tað verða
kanska nakrar broytingar, men
vit takla hendan dystin sum
ein hvønn annan dyst, sigur
Janne Anderson.
Svøríki kann við einum
stórsigri vinna seg upp í triðja
styrkisbólkin
til
EM
2020
endaspælið,
men
landsliðs
venjarin vil ikki tosa um stór
sigur.
- Um vit kunnu vinna dystin
við 1-0, so skulu vit vinna 1-0, og
kunnu vit vinna 3-0, so skulu
vit tað. Styrkismetingin til EM
avhongur eisini av úrslitinum í
hinum dystunum, so vit hugsa
bara um at vinna dystin í fyrstu
atløgu, sigur Janne Anderson.
Sambært svenska blaðnum,
Aftonbladet verður tað bara
miðvallarin, Kristoffer Olsson
sum fær afturval frá liðnum
sum byrjaði inni móti Rumenia
í Bukarest og vann 2-0.
Hetta er seinasti landsdyst
urin hjá Lars Olsen, men hann
heldur fast við, at hann ikki
ætlar at deila nakrar gávur
út. Honum dámar illa at gera
ov nógvar broytingar. Hann
heldur ikki at tað ber til at
skifta eitt hálvt lið millum
dystirnar, sjálvt um hetta er
hansara seinasti.
Aftur til tað gamla
Føroyska liðið hevur latið
óvanliga nógv mál inn í hesi
undankappingini. Fimm ferðir
hevur mótstøðuliðið skorar
fýra mál. Tvær ferðir Spania og
so Norra, Svøríki og Rumenia.
Hartil hava vit eisini tapt 3-0
móti Rumenia.
Lars Olsen sigur til venj
ingina á Friends Arena, at
hansara størsta ynski er eitt
gott avrik og at vit halda málið
reint. Han heldur ikki, at vit
skulu bara gúppa vekk, men
mælir til at finna røttu javn
vágina millum at spæla seg
úr trupulleikum, og at rudda
bóltin vekk, tá vit koma undir
trýst.
Atli Gregersen, liðskipari á
landsliðnum, er heldur eisini
fyri, at nú skal føroyska liðið
verja við øllum, sum tað hevur.
Hann sigur millum annað, at
menn mugu heldur ikki vera
ræddir fyri at sparka bóltin
útav og bróta rútmuna hjá
svenskarum.
-Merkið
skal
brenna
í
eygunum, sum Páll Guðlagus
son
hevði
sagt, sigur Atli
Gregersen.
Jóan Símun
Edmundsson
vónar
eisini,
at føroyska lið
ið finnur aftur til
gomludygdirnar,
har
verjuspælið
er
í hásæti. Og hann er
sinnaður at sveitta blóð.
- Motivatiónin hevur ongan
tíð verið hægri, og vit hava
allan dagin at lada upp.
Svenskarar tosa um at gera
nógvar broytingar, meðan
vit skulu aftur til góðu
gomlu dygdirnar og kanska
spæla
eitt
sindur
meiri
primitivt. Vit skulu verða í
øllum tvídystunum og stríð
ast til vit sveitta blóð, sigur
toftamaðurin og leggut at enda
afturat:
- Tað handlar um avrikið.
Vit skulu simpulthen út at
vísa okkum frá okkara bestu
síðu. Og so skulu vit kempa og
kempa, og so fáa vit at síggja
hvussu langt tað røkkur, sigur
Jóan Símun Edmundsson.
Í kvøld fáa vit at síggja um
tað røkkur til eina takkargávu
til Lars Olsen og Atla Greger
sen.
trondur@sosialurin.fo
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
Svøríki-Føroyar:
SPÆLA UNDIR TAKIÐ
Tað er somikið kalt í Stokkólmi, at dysturin millum Svøríki og
Føroyar verður spældur undir taki á stásiliga leikvølliunum, Friends
Arena. Tað eru seld 22.600 atgongumerki til dystin, væntandi verða
um 25 túsund áskoðarar. - Tað er ikki so galið til eitt mánakvøld
móti Føroyum, sum við allari virðing, ikki er tiltrekkjur fólk á sama
hátt sum Spania, sigur svenski landsliðsvenjarin, Janne Anderson.
Atli Gregersen og Lars Olsen takka fyri seg
á føroyska landsliðnum í kvøld á Friends
Arena móti Svøríki. Tveir liðskiparar takka
fyri seg í mótvindi, men nú er málið at fáa
ein góðan enda á eina annars misjavna tíð
EITT SEINASTA
EITT SEINASTA
FARVÆL
FARVÆL - Í MÓTVINDI
- Í MÓTVINDI