Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. desember 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 240 - 15. desember 2004 UTTAN ÚR HEIMI Fara ikki til Ukraina Felagsskapurin fyri samstarvi og menning í Evropa, OECD, hevur biðið Danmark senda tólv politikarar til Ukraina at halda eygað við forsetavalinum, sum verður annan jóladag. Men áhugin á Christiansborg er lítil, skrivar Politik- en. Uttanríkispolitiski talsmaðurin hjá Vinsra, Troels Lund Poulsen, sigur við blaðið, at hann fer til Kiev, og tað sama sigur tann konservativa Carina Christensen. Men í hinum flokkunum er eingin hugur at halda jól í Ukraina. Uttanríkispolitiski framsøgumaðurin hjá Sosialdemokratunum, Jeppe Kofoed, ætlar sær at halda jól í Danmark, sigur hann, og tað sama sigur Morten Helveg Petersen hjá Radikala Vinstra. Heldur ikki Pet- er Skaarup úr Danska Fólkaflokkinum og Kamal Qurechi úr SF hava hug at halda jól í Kiev. Á ukrainska forsetavalinum, sum var tann 27. nov- ember, hevði OECD 70 tinglimir úr 15 londum sum eygleiðarar. Felagsskapurin sigur, at hesaferð verða eygleiðararnir neyvan fleiri enn 50 í tali. Høvuðsorsøk- in er, at valið fellur saman við jólunum. Hann er her enn Nývaldi forsetin í Afganistan, Hamid Karzai, ivast ikki í, at yvirgangsleiðarin Osama bin Laden er í Afganistan ella á markinum við Pakistan, hóast hvørki amerikan- arar ella pakistanar siga seg vita, hvar hann er. Tað hevur leingi verið hildið, at bin Laden hevur fjalt seg í fjøllunum á markinum ímillum Afganistan og Pakistan, og tí sendu pakistansku myndugleikarnir fleiri túsund hermenn hagar at leita eftir honum. Í síðstu viku gjørdu amerikanskir hermenn eisini eina roynd at finna hann har, men til fánýtis. – Tað er ikki lætt at siga, hvar hann er. Eg veit ikki, um hann er í Pakistan ella í Afganistan, men eg ivist ikki í, at hann er her enn. Men vit munnu fara at finna hann fyrr ella seinni, sigur Hamid Karzai við CNN. Einki handilskríggj USA og Evropa hava leingi kravt, at myndugleikarnir í Kina skulu gera okkurt fyri at avmarka tann ovurstóra útflutningin av bíligum kinesiskum klæðum, sum floyma inn yvir tann amerkanska og tann evropeiska marknaðin. Nú hevur Kina lurtað. Í gjár kunngjørdi handilsmálaráðið í Beijing, at serlig avgjøld verða løgd á útflutningin á nýggjárinum. Endamálið er at sleppa undan handilskríggi við USA og ES. Amerikanska stjórnin hevði hótt við at seta tiltøk í verk fyri at avmarka innflutningin av klæðum úr Kina. Tað hevur ES ikki viljað gjørt, sjálvt um bæði USA og ES siga seg stúra fyri, at tey bíligu kinesisku klæðini kunnu forkoma teirra egna klædnaídnaði. Kina er nógv tann størsti klædnaframleiðarin í heiminum, og umsetningurin í kinesiska klædnaídnaðinum er mettur til einar 2100 milliardir krónur. Tað er ikki greitt, um amerikanararnir eru nøgdir við kinesisku avgerðina at leggja avgjøld á klæðir til útflutn- ings. Amerikanski klædnaídnaðurin hevur fyrr kravt, at myndugleikarnir í Washington skulu seta mark fyri, hvussu nógv innflutningurin úr Kina kann veksa um árið. Hann oyðslar Kongurin í Swazilandi har suðuri í Afrika ber orð fyri at oyðsla almennar pengar burtur, og enn er einki, sum bendir á, at hann letur tær nógvu atfinningarnar við seg koma. Nú um dagarnar frættist, at Mswati 3. hevur keypt sær ein bil av slagnum Daimler Maybatch 62 fyri smáar tríggjar milliónir krónur. Frammanndan hevur hann fleiri bilar av sløgunum BMW, Mercedes og Rolls Royce. Fyri tveimum árum síðani ætlaði hann at keypa sær eitt privatflogfar fyri smáar 250 milliónir krónur, men tað keypið varð kortini av ongum. Andstøðan hevur leingi mótmælt levnaði kongs, men uttan úrslit. Útlendskir politikarar hava eisini mótmælt. Teir vísa á, at 600 prosent av fólkinum í Swazilandi livir undir fátækramarkinum hjá ST. Í løtuni fáa umleið 150.000 swazibúgvar stuðul frá ST, so tey kunnu fáa mat í munnin, skrivar AP. Fremsti ráðgevin hjá Viktor Jusjtjenko heldur, at tað var KGB, sum eitraði hann UKRAINA Árni Joensen fartekst@mail.dk Nógvir ukrainar halda, at tað var fregnartænastuov- astin Igor Smesjko, sum gav boð um at geva Viktor Jusjtjenko eitur. Tey vísa á, at Jusjtjenko var í veitslu hjá fregnartænastuovastan- um tann 5. september ella dagin fyri, hann bleiv sjúk- ur. Men frermsti ráðgevin hjá Jusjtjenko hevur hug at geva russum skyldina. – Tað er eingin ivi um, at KGB-serfrøðingar frá teirri gomlu sovjettíðini vóru uppi í hesum, segði Oleh Rybatsjuk í samrøðu við sjónvarpið ABC fyrra- kvøldið. Hann vildi ikki siga, hvør hevði givið KGB-monnunum boð um at eitra andstøðuleiðaran, men segði, at boðini mundu koma frá stýrinum í Kiev. Eysturríksku læknarnir, sum viðgjørdu Viktor Jus- jtjenko, hava sagt, at hann hevði túsund ferðir meiri dioxin í blóðinum og kroppinum, enn fólk van- liga hava. Teir ivast ikki í, at Jusjtjenko hevði fingi evnið í mati ella vatni, og at ætlanin var at beina fyri honum. Ukrainska tjóðartingið hevur sett eina serliga nevnd at kanna skuldset- ingarnar um eitur og morð- roynd. Formaðurin í nevnd- ini, sum er ein av høvuðs- stuðlunum hjá Viktor Janu- kovitj, forsætisráðharra, hevur kortini longu sagt, at tað fer neyvan at bera til at prógva, at Jusjtjenko bleiv eitraður. Kendi eysturríkski høgramaðurin Jørg Haider er á veg aftur upp á politiska pallin í Evropa POLITIKKUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Arbeitt verður nú við at fáa høgraflokkar í Evropa at taka seg saman við tí fyri eyga at samskipa politikkin ímóti teimum fremmandu innflytarunum. Hugskotið er komið frá belgiska politikaranum Filip DeWinter, sum er for- maður í tí sera víðgongda flamska loysingarflokkin- um Vlaams Belang. Flokk- urin hevur so víðgongd sjónarmið, at í november staðfesti hægstirættur í Belgia, at flokkurin er ras- istiskur. Men tað ávirkar ikki for- mannin. Í samrøðu við eysturríkska sjónvarpið mánadagin segði hann, at hann og aðrar góðar kreftir eru í ferð við at fáa eitt samstarv í lag ímillum fleiri av teimum høgra- vendu flokkunum í Evropa. Ímillum hesar flokkar eru hansara egni Vlaams Be- lang, Nýggja Høgra í Nið- urlondum, Front National í Fraklandi, Liga Nord í Italia og Frælsisflokkurin í Eysturríki. DeWinter held- ur, at flokkarnir eiga at stilla upp saman á valinum til Evropatingið í 2009, og at Jørg Haider skal verða høvuðsvalevni. Spurdur, hvør fremsti setningurin hjá flokkunum er, svaraði DeWinter, at flokkarnir fara at virka fyri at steðga tí, sum hann kallaði islami- seringini av Evropa. Fjølmiðlar í Belgia vistu um vikuskiftið at siga, at ein av teimum fremstu ráð- gevunum hjá Jørg Haider, Andreas Molzer, hevði ver- ið í Antwerpen og tosað við umboð fyri høgraflokkar- nar í Belgia, Niðurlondum, Fraklandi og Italia. Danski Fólkaflokkurin er ofta sam- anborin við høgraflokkar í øðrum evropeiskum lond- um, men hann er ikki nevndur í hesum sambandi. Tað var helst KGB Høgraflokkar í Evropa taka seg saman Fremsti ráðgevin hjá Viktor Jusjtjenko heldur, at tað vóru gamlir KGB-menn, sum góvu honum eitur