Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-19, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. november 2019síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 20. november 2019 · Nr. 134 TØKK Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá kæri pápi, verfaðir, abbi, langabbi og oldurabbi okkara Hanus Pállson f. 18. mars 1926 – d. 20. mai 2019 doyði og varð jarðaður. Tøkk til Hera Joensen, prest, fyri hjálp og góð orð. Tøkk til tykkum øll í heiminum við Vallalíð fyri, at tit vóru so væl um hann. Eisini ein tøkk til vitjunarvinin, sum so trúðliga vitjaði. Tøkk til tykkum mongu, sum bakaðu og góvu til ervið. Tøkk fyri heilsanir, blómur, kransar og tær peningagávur, ið lætnar vórðu Alzheimerfelagnum. Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Vegna familjuna Erla og Jákup TØKK Øllum tykkum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæra kona, mamma, vermamma, omma, systir og svigerinna andaðist í heiminum og varð jarðað, takka vit hjartaliga. Helena Henrikka í Homrum f.12.07.1951 d.03.05.2019 Takk til Mariannu av Reyni og Marjun í Kálvalíð, prest, fyri troystarrík orð í heiminum, í kapellinum og í kirkjuni. Takk til kirkjutænarar, sangarar og gravarar. Takk til tykkum øll, sum hjálptu til við jarðarferðini og í ervinum. Takk fyri heilsanir, kransar, blómur og minnisgávur. Takk til starvsfólkini á B8 fyri, at tit vístu umsorgan ta tíðina, hon var hjá tykkum. Serliga tøkk til heimarøktina fyri hjálp og umsorgan, so tað gjørdist møguligt hjá Helenu at vera heima hjá sínum kæru síðstu tíðina. Takk til tykkum mongu, sum fylgdu henni til hennara síðsta hvíldarstað. Kjartan, Elin Maria, Annelis, Herborg, Janni og Turið v/familju Leys størv á Landssjúkrahúsinum Skrivstovufólk til Uttanlandstænastuna Umsóknarfreist 20. november 2019 Sjúkrarøktarfrøðingur til gastroenterologiska ambulatorium Umsóknarfreist 20. november 2019 Sjúkrarøktarfrøðingur til hæmatologiska ambulatorium Umsóknarfreist 20. november 2019 Sjúkrarøktarfrøðingur til reumatologiska ambulatorium Umsóknarfreist 20. november 2019 Sjúkrarøktarfrøðingur til lunga ambulatorium Umsóknarfreist 20. november 2019 Sjúkrarøktarfrøðingar til avloysarastørv á Barnadeildini Umsóknarfreist 25. november 2019 Reingerðarstarvsfólk til Tænastudeildina Umsóknarfreist 26. november 2019 Starv í Matarhøllini Umsóknarfreist 26. november 2019 Hvs-handverkari til Teknisku deild Umsóknarfreist 28. november 2019 Byggifrøðingur- ella teknikari til Tænastudepilin Umsóknarfreist 29. november 2019 Les meira og sí fleiri størv á www.ls.fo Minnist til haldargjaldið Sosialurin · Tórsgøta 1 · FO-110 Tórshavn