týsdagur 19. november 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. november 2019 · Nr. 134
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge – Friends Arena, Solna
Avrikið hjá Brandi Hendriks
syni er so gott, at tað táttar
at verða nokk til dagsins
spælara av øllum á vøllinum.
Hetta hóast Føroyar taptu
3-0. Spælarametingarnar bera
brá av, at samlaða avrikið er á
góðari leið, men eisini av nøkr
um óhepnum persónligum vill
um.
Tað var deiligt at síggja
stríðsandan aftur vøllinum,
og at síggja spælarar bjóða
seg fram og tora at gera seg
ópopulerar. Tá venjarin hjá
Svøríki er í øðini, og tað standa
seks spælarar og bíða í hálv
leikinum eftir einum av okkara,
tá hava vit gjørt okkut rætt.
Her er spælarametingar fyri
seinasta landsdystin á hesum
sinni.
Gunnar Nielsen
6
Kann aftur illa lastast fyri
nakað av málunum. Málini
til 1-0 og 3-0 eru væl stútaði
úr stuttari fjarstøðu, meðan
málið til 2-0 er óheppið, tí
bólturin broytir kós. Annars
hevur Gunnar eina bjargin á
altjóða stigi, tá tveitur seg til
sína vinstu og fær hondina
á gott skot. Í fleiri øðrum
førum ruddar hann væl og
kemur
út
eftir
bóltinum.
Havnarmaðurin hevur funnið
formin aftur, og tað er í
tøkum tíma, tí sáttmálin við
pengaveika FH í Íslandi gongur
út í vetur.
Heini Vatnsdal
6
Stóð stinnur í verjuni, har
hann veruliga bjóðaði upp til
dyst, tá kropsligu svenskarnir
rroyndu
at
spæla
sær
í
brotsteiginum
hjá
okkum.
Hann trívist betri í høgru av
teimum trimum í verjuni. Hann
er eisini deiliga ágrýtin, tá hann
leggur trýst á. Tað smittar av
til hinar á liðnum. Er aftur í
stinnur á bóltinum. Verður
ein týdningarmikil brikkur í
framtíðini hjá landsliðnum.
Atli Gregersen
6
Takkaði fyri seg í róligum stíli
á bóltinum, væl time’aðum
taklingum og einum gulum
korti fyri kjaftaslit, ið var
ein verjuætlan fyri Brand
Hendriksson, sum var fyri
órøttum. Serliga er tað róliga
avspælið hjá liðskiparanum,
ið heldur fram at imponera.
Er ikki heilt skuldarleysur í
3-0 málinum, men samanlagt
ein heiðurligt avrik í seinasta
landsdystinum.
Rógvi Baldvinsson
4
Er nokk óhepnaði spælarin
á vøllinum á Friends Arena.
Hann
er
ikki
klárur,
tá
innleggið til 1-0 málið kemur,
og áleyparin rennur framum
og stútar í kassan. Í seinna
hálvleiki rakar hann bóltin,
sum snýtur Gunnar Nielsen
í málinum. Rógvi er sterkur
spælari og tað vísti hann eisini
í fleiri tvídystum, men avrikið
verður merkt av serliga 1-0, ið
er so týdningarmikið og líka til
at verja fyri.
Gilli Rólantsson
5
Stríðist við at finna sjálvsálitið
á landsliðnum í løtuni. Arikið
var væl betri hesa ferð, enn
móti Norra, men tað manglar
framvegis eitt sindur av drivi
í spælinum. Hann er framúr
álopshóttan, men tíverri verður
tað ov sjálvdan útnyttað. Fekk
eisini
ein
risa
málmøguleika, tá hann
nettupp satsaði í eini renning.
Var Gilli eitt sindur meiri kul
í hasi støðuni, so var antin 1-1,
ella brotsspark og reytt kort til
Svøríki. Eitt miðal gott avrik.
Viljormur Davidsen
6
Hevði nakað at prógva at
vinstra vongbakkinum, eftir
at
hann
misti
plássið
til
Ára M. Jónsson í dystinum
móti Norra. Stemplaði inn
beinanvegin og spældi við
meira kantið. Tordi at koma
við til innleggini og fara í
tvídystirnar við øllum. Fekk
størsta kjansin í dystinum, tá
Brandur legði innfyri úr høgru.
Byrjar Viljormur at skora upp á
hasar møguleikarnar, so hevði
hann verið á trimum málum í
hesi undankappingini. Tað er
nokk til at vera toppskjútti!
Brandur Hendriksson
8.5
Klárt besti maður á føroyska
liðnum.
Trillaði
runt
við
svenska miðvøllinum, tá hann
hevði bóltin og hevði eisini
fleiri góðar avgerandi støður.
Millum annað kom hann til
gott skot og átti eitt framúr
innlegg, tá vit fingu størsta
kjansin í dystinum. Fylti eisini
væl út á miðvøllinum, har
hann
arbeiddi
hart í verjustøðu.
Skálvíkingurin kann røkka
langt, um hann kemur til
eitt felag, ið setur prís upp á
hansara eginleikar.
Sølvi Vatnhamar
7
Átta ár, so leingi tók tað
landsliðsvenjaranum at seta
leirvíkingin mitt á miðjuna.
Hann hevur spælt onkran
einkultan dyst á miðjuni, og
fyrstu árini var hann eisini
betri sum høgri vongur. Sum
33 ára gamal og tá landsliðið
ikki hevur somu framrættaði
eginleikarnar,
passar
tað
honum nógv betri at spæla
á miðjuni. Hann kemur við
nógvari orku, men er eisini
ein klókur spælari, ið klárar at
avlesa ein dyst. Eitt gott boð
upp á ein nýggjan leiðara á
liðnum. Helst á einum miðvølli
saman við Halli og Brandi.
Jóannes Bjartalíð
4
(Út 45.min)
Tað var ikki nógv veiggj í
álopsspælinum
hjá
klaks
víkinginum á Friends Arena.
Hann arbeiður altíð hart í
verjustøðu og lukkaði væl av,
men í álopsspælinum riggaði
ikki so nógv. Serliga torført
hevði hann tað við kropsligu
styrkini hjá svenskarunum,
sum tóktust hava munin. Ger
tó ingin stór mistøk.
Jóan S. Edmundsson
6
(Út 89.min)
Spældi á høgra vongi, har hann
er nógv meiri íblandaður í upp
Spælarametingarnar fyri dystin mánakvøldið
á Friends Arena í Solna eru samanlagt yvir
miðal. Eitt avrik er á altjóða stigi, meðan
tey flestu liggja um miðal og beint fyri
FÓTBÓLTUR
Spælarametingar:
EITT AVRIK Á
EITT AVRIK Á
ALTJÓÐA STIGI
ALTJÓÐA STIGI