Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. desember 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 240 - 15. desember 2004 3 Barnabókin »Nei! segði lítla skrímsl«, ið Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í summar, hevur fingið íslendsku Dimma- limm-virðislønina VIRÐISLØN Í grundgevingini at lata bókini Dimmalimm-virðis- lønina verður sagt, at dóm- ararnir leitaðu eftir mynd- um, sum í myndamáli leggja nakað aftrat tekstin- um, ið aftur kunnu eggja hugflogið hjá unga lesaran- um og økja sosiala tilvitið. Hetta funnu teir í tekning- unum í Nei! segði lítla skrímsl. Myndamálið hjá Áslaug Jónsdóttir er bæði stórfingið og skemtiligt og er væl í samsvari við stødd- ina á bókini, har samspælið millum mynd, tekst og rúm á síðunum er óvæntað og spennandi. Boðskapurin í bókini er umráðandi uttan at vera áleypandi. Nei! segði lítla skrímsl er vorðin til í samstarvi ímill- um teir tríggjar rithøvundar- nar Kalle Güettler, Rakel Helmsdal og Áslaug Jóns- dóttir eftir eina verkstovu á Álandi fyri norðurlendskar barnabókahøvundar og teknarar í 2001. Áslaug Jónsdóttir hevur teknað og tað er hon sum hevur fingið "Dimmalimm-Islendsku myndskreytiverdlaunin". Virðislønin verður latin á hvørjum ári fyri bestu tekn- ingarnar í barna- og ung- dómsbókum í Íslandi. Bók- in kom út tíðliga í summar í Føroyum, Danmark, Íslandi og Svøríki. Umframt virðislønina hevur bókin fingið nógv góð ummæli í bløðum utt- anlands. Sum heitið sipar til, er bókin um eitt djarvt lítið skrímsl. Stóra skrímsl kem- ur at vitja lítla skrímsl, men lítla skrímsl torir ikki at lata upp, tí tað ræðist stóra skrímsl, sum stjelur, flennir at lítla skrímsli og skal altíð ráða. Ein dagin vendist í holuni, tí tá fær lítla skímsl samlað sær so mikið av dirvi, at tað torir at siga NEI! Skrímslið fingið Dimmalimm-virðis- lønina Longt sáttmálan um Sundaberg JFK Trol í Klaksvík hevur longt leigusátt- málan av Sundaberg við týska reiðaríið Deutsche Fisch Fang Union. Hetta merkir, at Sundaberg ikki verður aftur í føroyska flotanum í fyrru helvt av komandi ári FISKIVINNA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Í summar varð Sundaberg leigaður út til eitt týskt reiðarí. Boðini tá vóru, at trolarin ikki kom aftur til Føroya fyrr enn móti árslok. Nú er greitt, at Sunda- berg ikki kemur aftur nú, sum annars varð sagt. Leigusáttmálin millum JFK Trol og týska reiðaríið Deutsche Fisch Fang Uni- on, sum heldur til í Cux- haven, er longdur. Hanus Hansen, stjóri í JFK Trol sigur, at júst dagfestingin fyri, nær leigusáttmálin gongur út er ikki ásett, men hann væntar, at trolarin verður útleigaður alla fyrru hálvu av 2005. Søgur hava gingið um, at manningin á Sundabergi er uppsøgd av somu orsøk, men hesum vísir Hanus Hansen staðiliga aftur. Av teimum 18 umborð á Sundaberg í dag eru 15 føroyingar. Hinir sleppa sambært stjóranum á JFK Trol við ávíkavist Skála- berg og Sjúrðarberg. – Vit vilja sjálvsagt sleppa undan at siga nøkr- um upp, og vit vilja seta all- ar menninar í sving umborð á hinum báðum trolarun- um, sigur Hanus Hansen og leggur afturat, at longdi sáttmálin við DFFU kemur reiðarínum væl við, nú kvotan í Barentshavinum er minkað til komandi ár. Sundaberg verður útleigaður alla fyrru helvt av komandi ári eisini. Hetta merkir tó ikki, at manningin er uppsøgd, sigur stjórin á JFK Trol, Hanus Hansen