Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-19, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. november 2019síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. november 2019 2 Sosialurin Bókajól STØRSTA ÚRVALIÐ AV BORÐSPØLUM TIL BØRN OG VAKSIN Rit & Rák í SMS . Tlf. 603030 . ritograk@ritograk.fo . www.ritograk.fo 40 BØKUR Í ÁR - Hetta er helst besta árið hjá Sprotanum higartil, sigur forlagsstjórin, Jonhard Mikkelsen H vussu ber tað til, at eitt føroyskt forlag kann geva næstan eiga bók út um vikuna? Hetta undrar, men tað ber til hjá Sprotanum í Vestmanna. Aftrat bókaútgávu, stjórnar forlagið eisini einari stórari Máltænastudeild umframt Orðabókapallinum, sum øll kenna. Men, hvussu nógv fólk starvast hjá Sprotanum, spyrja vit forlagsstjóran? - Tað er eitt sindur trupult at siga, tí tey allarflestu arbeiða sum fríyrkisfólk, men samantalt munnu vit vera um 20 fólk, sigur forlagsstjórin. Hvar eru so hesi fólkini, sum starvast fyri Sprotan? - Sprotin er so mikið nútíðarligur, at vit hava einki savnað arbeiðspláss, men sita spjadd um alt landið – í Klaksvík og Havn, á Strondum og Velbastað, umframt í Danmark, Onglandi og Týsklandi. Jonhard Mikkelsen vísir á, at alt fer so ella so ígjøgnum høvuðsstøðina í Vestmanna og grafisku deildina í Klaksvík. - Men, vit hittast øll av og á til ein bita, leggja meira til rættis og geva hvørjum øðrum íblástur. So, hóast teinurin er langur millum fólk, er Sprotin ein væl samansjóðað eind, leggur hann aftrat. Men, fáast so øll við bøkur? - Nei, nei – Sprotin er eisini annað enn bóka­virki. Vit hava eina rímiliga stóra Mál­ tæn­astu, har vit týða og rættlesa nógv tilfar fyri virki og stovnar úr fleiri málum, og tað eru fleiri fólk, sum arbeiða við tí partinum hvønn dag. Vit hava eisini eina Skeiðtænastu, har vit læra fólk at stava og skriva føroyskt. Jonhard Mikkelsen sigur, at Sprotin hev­ur eisini nakrar ritstjórar, sum dagføra orða­bøk­ ur­nar hvønn dag. - So eru tað bøkurnar, vit gera. Tað gongur altíð drúgv tíð frá tí, at eitt handrit kemur inn, verð­ur ritstjórnað, rættlisið, umbrotið, fær góða kápu og verður prentað, til tað kemur út sum bók. Tað merkir, sigur forlagsstjórin, at fleiri lið arbeiða samstundis, og fleiri bøkur eru í framleiðslu samstundis. Men, hvussu kann forlagsstjórin stýra øll­ um hesum? - Alt arbeiðið er skipað í deildir, hvør við sínum leiðara. Máltænastan hevur sín, rættlesturin hevur sín, grafiska deildin, sum eisini umsitur heimasíðuna, hevur sín - og so eru tað fólkini, ið varpa ljós á framleiðsluna, eitt nú við tiltøkum sum Orð og Tónum á Reinsarínum í Havn og øðrum tiltøkum, sum vera fyriskipað kring landið. Vit spurdu eisini Jonhard Mikkelsen, hvat er sermerkt við bókaárinum í ár? - Eitt, sum serliga er at fegnast um í ár, er, at 21 av bókunum eru upprunaføroyskar bøkur. Tað er fyri ein part skaldsøgukappingini fyri at takka, men her eru nýggjar stuttsøgur, fleiri skaldsøgur og ævisøgur. Sjaldsama gott úrval, sum alt ber boð um, at vit styrkna sum skrivandi tjóð. Forlagsstjórin vísir á, at tað tyngsta takið var VINALIGA, sum er stóra brævaskiftið millum William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacob­sen. - Hetta er stórverk í tveimum bindum, sum telur 1200 síður. Men, Sprotin hevur eisini fleiri týdd stór­ verk. - Eg kann nevna Ljós heimsins eftir Hall­ dór Laxness, sum eru fýra bøkur, ið ganga undir hesum heitinum. Stórverkið Drúgva ferð­in, sum Jóhs. V. Jensen fekk Nobel­heið­ urs­løn fyri, er eisini týtt umframt mangt annað forvitnisligt. Verður Sprotin við á bókadøgum í Norð­ur­ landahúsinum um vikuskiftið? - Ja, tað verða vit, og tá hava vit sjálvandi eis­ini allar bøkurnar í við. Sum nakað serligt í ár fáa vit høvið at hava fimm tær dýrastu bøk­urnar við sum tilboð, og tær fara vit at selja við rættiliga stórum avsláttri. Hetta verð­ur soleiðis eitt fínt høvi at loysa stóru jóla­gávuuppgávuna, sigur forleggjarin á Sprot­anum, Jonhard Mikkelsen, brosandi. vilmund@sosialurin.fo STÓRT FORVITNI UM MONOLOGIN - Ævisøgan um monologin verður aldri endurprentað, eins og eg sjálvur aldri verið endurreistur, sigur høvundurin B ókin, sum kallast ”Ævisøgan um mono­login Olaf S. Thomsen”, vekir forvitni. Henda bók má sigast at vera nakað serstakt, tí tú (ella eg) vita ikki, hvør høvundurin er. Samskifti, sum undirritaði, ið hevur skrivað hesa grein, hevur havt við høvundan, hevur verið um teldupost – og uttan at vita, hvør høvundurin er. Tískil byggir henda grein á spurningar og svar. Mín viðmerking/ spurningur: Tá eg lesi tað, tú skrivar um bók tína, gerist eg forvitin og hugsi... Hvussu mong vita, hvør høvundurin til Olaf S. Thomsen er - ella hvussu duldur er høvundurin í veruleikanum? Svar: - Mín familja er ikki av teimum størstu, men tey kenna meg væl, hóast sambandið er sera avmarkað. Tað er als eingin, ið kennir meg sum høvund, tí hetta er fyrstu ferð, at skrift mín verður send í umfer millum fremm­andafólk at kráma uppá. Fyri mongum ár­um síðan tók eg ta avgerð at skerja mítt sam­band til umheimin. Eg havi ikki starv, onkran einstakan frænda, og tí er mín skari sera avmarkaður. Eg royni at halda meg duldan. Mín viðmerking/ spurningur: Tú sigur í viðmerking til bók tína soleiðis ”...um eg skuldi verið so óheppin, at deyðin bankar á dyrnar í dag, so fær hann meg ikki við sær í fullum líki. Eg havi seinastu tíðina umskapað meg til blaðsíðurnar, ið nú verða útgivnar, og kann tí liva víðari um ævir..." Men, fær lesarin nakrantíð at vita, hvør høvundurin til bókina er? Svar: - Lesarin fer at kenna meg betur enn nak­ ar eftir loknan lestur. Og tey, sum ynskja at liva eins og eg, tey fara at kenna meg. Tey fari eg at hitta, tí tann, sum lesur bókina, veit hvar eg eri at finna - og nær. Mín viðmerking/ spurningur: Tú sigur eisini í viðmerking til bók tína soleiðis: ”…Olaf hevur alt sítt tilkomna lív livað eina heldur friðarliga og lítillátna tilveru við frástøðu frá øðrum fólki. Flestu vildu rópt hann einabúgva..." Hví mundi Olaf S. Thomsen velja at liva í frá­støðu frá øðrum fólki og gerast einabúgvi? Svar: - Tann gløggi lesarin, ið lesur millum linjurnar í bók míni, fer at skilja mítt val. Lívið sum leysafæ í einum deyðsbúgvi er als ikki inni­haldsleyst. Uttan at avdúka ov nógv, so eru mínar royndir við fólki heldur negativar. Man er blivin ov ofta svikin. Serliga av sínum nærmastu. Í mínum yngru árum livdi eg sam­an við konufólki, og hvør tann einasta av teimum sveik meg. Einsemi hevur á hesum øki sínar praktisku fyrimunir. Mín viðmerking/ spurningur: Kann tað hugsast, at lívið hjá Olafi S. Thom­sen fer at broytast, nú bókin kemur út... eg hugsi, um høvundurin kanska fer at søkja felags­skapin meira nú enn áður? Svar: - Mín ætlan er, at bókin einans verður prentað í avmarkaðari nøgd. Hon verður aldri endurprentað, eins og eg sjálvur aldri verið endurreistur. Sum svangi ormurin leiti eg mær nú leiðina inn aftur í súreplið - inn í holið, har tað einans er rúm fyri einari veru. Og tað er mær. Eg havi verið ov leingi úti í frísku luftini. Har er ikki gott at vera. Tí er ævi­søgan um monologin tað einasta verkið, eg fari at geva út. Tó undantikið nakrar longri reglur, ið eru testamenteraðar einum av bókaforløgunum. So kann tað forlagið av­ gera, um tað skal á prent, tá eg hvørvi handan sjón, sigur høvundurin aftan fyri bókina um mono­login Olaf S. Thomsen. vilmund@sosialurin.fo