týsdagur 19. november 2019síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. november 2019
4
Sosialurin
Bókajól
365 DAGA UMBÝTINGARGARANTI
Hevur tú keypt vøruna í Rit&Rák, og fingið umbýtingarmerki á, kanst
tú, um vøran er óskalað og í upprunaligum pakningi, býta um í 365
dagar eftir, at vøran er keypt.
Rit & Rák í SMS . Tlf. 603030 . ritograk@ritograk.fo . www.ritograk.fo
SØGUSAMSTARVIÐ BYRJAÐI Í LUNDALANDINUM Í MYKINESI
Vár Berghamar Jacobsen hevur verið hugtikin av lundanum, síðan
hon var smágenta. Triðju ferð hon vitjaði lundalandið í Mykinesi,
bleiv dreymurin um at skriva eina barnabók um lundar til veruleika.
V
ár Berghamar Jacobsen er ein teirra,
sum í heilt serligan mun hevur brent
fyri
føroyskum
mentanartilfari
til
børn. Í 2018 kom fyrsta barnabók hennara
Luddi & Lundisa út, og sama ár fekk hon eisini
Barnamentanarvirðisløn Tórshavnar Býráðs.
Serligi áhugin fyri lundum byrjaði longu,
tá Vár sum smágenta hoyrdi abba sín siga frá
lundanum í Lítla Dímun. Nøkur ár seinni var
hon tó so heppin at sleppa út í lundalandið
í Mykinesi fyri fyrstu ferð. Tað var nakað
heilt serligt at hoyra eyðkendu áanina innan
úr holuni og at síggja gongulagið, litirnar og
forvitna eygnabráið í lundanum, greiðir Vár
frá.
Sum vaksin var hon aftur í Mykinesi, og tá
byrjaði hugurin at skriva um lundapisurnar.
Hon slepti ongantíð ætlanini um at skriva eina
barnabók um lundarnar, og tá hon nøkur ár
seinni fyri triðju ferð vitjaði í Mykinesi, bleiv
hugskotið av álvara skotið í gongd. Tí mitt í
lundalandinum møtti hon italska myndprýð
aranum Deliu Ciccarelli, sum var eins hugtikin
av lundunum sum Vár. Hetta var eisini triðja
ferðin hjá Deliu í Mykinesi, og tað vísti seg, at
tær báðar høvdu verið har úti, júst tey somu
árini. Triðju ferð møttust tær og fóru undir sam
starvið um myndabøkurnar.
Síðani byrjaði ein long tilgongd, Vár í Før
oyum og Delia í Italia, har tær samskiftu um
lyndiseyðkenni, útsjónd og søgugongd. Úrslitið
var, at fyrsta bókin Luddi & Lundisa kom út í
2018 á Bókadeild Føroya Lærarafelags, og bókin
varð sera væl móttikin. Í summar kom onnur
bókin, Luddi & Lundisa spegla sær, har vit aftur
sleppa at síggja heimin úr forvitnisliga lunda
sjónarhorninum. Henda dagin er sjógvurin
spegilsblankur, og lundapisurnar síggja seg
sjálvar og heimin rundan um seg speglast. Í hesi
bókini fara lundapisurnar eisini fyri fyrstu ferð
veruliga út at flúgva.
Vár hevur lagt seg eftir at fáa sjónarhornið
hjá barninum fram, sum er nýtt í verðini og
upplivir og sær so nógv fyri fyrstu ferð. At
dvølja við, hvussu fantastiskur heimurin, sum
vit vaksnu eru so von við, í veruleikanum er.
Vár greiðir frá, at hóast søgan er einføld, so eru
mong løg til staðar í henni. Eins og Vár og Delia
hittust í lundalandinum, hittast Luddi og Lund
isa eisini og gerast vinir.
- At møta onkrum, sum at byrja við er
fremmandur, men síðani kann blíva ein góður
vinur. Tað er rættiliga fantastiskt. Tað er ikki so
lætt hjá øllum at finna vinaløg, men viðhvørt
skal man bara taka av møguleikanum, sum er
beint framman fyri sær.
MÍN JÓLABÓK
Fyri einans
220,-