mikudagur 15. desember 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 240 - 15. desember 2004
Samráðingarbólkur-
in, sum umboðar
tryggingartakararnar
í Lív, hevur mist tolið
við landsstýrinum.
Nú fara nevndirnar í
13 fakfeløgum at taka
støðu til um tey skulu
stevna landsstýrinum
og um at stovna nýtt
tryggingarfelag
EFTIRLØNIR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú er tolið uppi við lands-
stýrinum!
Samráðingarbólkurin,
sum nú í meiri enn fýra ár
hevur samráðst við lands-
stýrið um ognarrættin til
tryggingarfelagið
LÍV,
ásannar nú, at tað kemst ikki
longur við samráðingum.
Tí hevur bólkurin nú
kallað nevndirnar í teimum
13
fakfeløgunum,
sum
hann umboðar, til fund.
À hesum fundinum skulu
nevndirnar taka støðu til
nøkur ítøkilig tilmælið frá
bólkinum.
Eitt tilmælið hjá arbeiðs-
bólkinum er at landsstýrið
verður stevnt við kravi um,
at tryggingartakararnir fáa
LÍV aftur og eitt annað til-
mæli er útvega tryggingar-
takarunum aðrar trygging-
armøguleikar enn LÌV.
Tryggingartakararnir iv-
ast nevniliga ikki í, at tað
eru tryggingartakararnir,
sum eiga LÌV og at lands-
stýrið sostatt ikki hevði
ognarrættin til tað, tá ið tað
varð gjørt til alment parta-
felag í 1999.
Tað førdi til, at fakfel-
øgini, sum umboða trygg-
ingartakarar í LÍV, gjørdu
eitt samtak, sum skuldi
royna at fáa LÍV aftur.
Samtakið valdi síðani ein
samráðingarbólk, sum nú í
fýra ár hevur roynt at fáa
eina samráðingarloysn við
landsstýrið.
Men tað hevur so ikki
eydnast.
Leyp frá avtaluni
Fyri stuttum helt bólkurin
seg tó hava fingið eina
semju við landsstýrið.
Men síðani er landsstýrið
lopið fra semjuni og hevur
tvørturímóti boðað bólkin-
um frá, at tað er ikki sinnað
at gera semju yvirhøvur,
sigur arbeiðsbólkurin í
fundarfráboðanini til tey 13
fakfeløgini.
Í skrivi frá løgmanni og
landsstýrismanninum
í
vinnumálum sigur lands-
stýrið, at tað hevur eina
politiska ætlan við LÍV.
Men
samstundis
ger
landsstýrið greitt, at hetta
er ikki eitt mál, har ið
landsstýrið ger serliga av-
talu, sigur bólkurin eisini í
fundarfráboðanini .
Landsstýrið boðar eisini
frá, at tað er ikki sinnað at
víkja frá fyrningarfreistini,
sum er fimm ár
Sostatt er fyrningarfreist-
in úti 21. desember í ár og tí
er neyðugt at stevna áðrenn
tað.
Og tað mælir samráðing-
arbólkurin til at gera, tí
hann sær ikki fleiri møgu-
leikar fyri eini samráðing-
arloysn við landsstýrið.
Stovna nýtt
tryggingarfelag
Samráðingarbólkurin hjá
samtakinum av fakfeløgum
er nú so misnøgdur við
landsstýrið, at hann vil rætt
og slætt hava tey 13 fakfel-
øgini í samtakinum at taka
støðu til at finna aðrar
møguleikar fyri at skipa
eftirlønartryggingar
enn
ígjøgnum LÍV, sum kann
geva
limunum
frægari
sømdir.
Tað kann gerast við at
stovna ein heilt nýggjan
eftirlønargrunn ella við at
seta eftirlønartryggingina í
okkurt annað felag antin í
Føroyum, ella uttanlands.
Ein trupulleiki við hesum
er, at skulu eftirlønirnar
takast úr LÍV, skal eitt rætti-
liga stórt avgjald betalast
afturfyri.
Tí heldur bólkurin eisini,
at samband eigur at verða
tikið upp við politiska
myndugleikan um at broyta
lógirnar so at tað letur seg
gera frítt at velja trygging-
arfelag.
Bólkurin heldur, at skal
LÍV einskiljast, eiga reglar-
nar eisini at gerast so, at
tryggingartakararnir hava
ein veruligan marknað at
velja ímillum, uttan at tað
skal kosta teimum tað
hvíta út úr eygunum at
skifta felag.
– Sum er, fer týðandi
gjald burtur av áognini,
velur tryggingartakari at
taka uppsparda peningin út
til tess at fara í aðra skipan.
Aðrastaðni - millum annað
í Danmark - eru tilmæli um
at tillaga lóggávuna, so
tryggingartakarin
kann
standa frítt at velja millum
og skifta millum skipanir
uttan at vera fyri missi.
– Tað sama er neyðugt í
Føroyum, skal veruliga
vera talan um frían markn-
að og ikki monopol á økin-
um, sigur Arbeiðsbólkurin.
Hann vil eisini hava fel-
øgini at taka støðu til at
biðja serfrøðingar metingar
av, hvussu nógv tryggingar-
takararnir hava mist við tað
at hava sínar eftirlønir í
LÍV.
8000-9000
tryggingartakarar
Tey 13 feløgini í samtakin-
um, sum nú skulu taka støðu
til at stevna landsstýrinum
og at stovna eitt nýtt trygg-
ingarfelag, eru: Búskapar-
og Løgfrøðingafelagið, Før-
oya Fiskimannafelag, Før-
oya Lærarafelag, Føroya
Pedagogfelag, Føroya Post-
felag, Føroya Sjúkrahjálp-
arafelag, Føroya Skipara- og
Navigatørfelag,
Føroya
Verkfrøðingafelag, Magist-
arafelag Føroya, Maskin-
meistarafelagið,
Starvs-
mannafelagið, Yrkisfelag
Studentaskúla- og HF-lær-
ara og Yrkisfelagið Trygdin.
Tilsamans umboða tey
8000-9000 tryggingartak-
arar í Lív so tað er greitt, at
vilja tey, og onnur fakfeløg
við, onki hava við LÍV at
gera
framyvir,
verður
tryggingarfelagið ikki nógv
vert í royndunum at ein-
skilja tað.
Samstundis hevur Løg-
tingið lagt dent á, hvussu
umráðandi tað er, at trygg-
ingartakararnir vilja kenn-
ast við LÌV.
Í bólkinum hjá samtakin-
um, sum hesi feløgini hava
stovnað at umboða seg í
samráðingunum við lands-
stýrið um Lív, eru Gunnleiv
Dalsgarð, Leif Ellings-
gaard, Andrias Ziska og
Jógvan Mørkøre. Løgfrøði-
ligur ráðgevari hjá bólkin-
um er Ingi Højgaard.
Stevna landsstýrinum og
stovna nýtt tryggingarfelag
Ì fýra ár hava hesir gingið út í landsstýrið at samráðast. Fyri trimum vikum síðani hildu teir seg hava eina semju, men henni er landsstýrið lopið frá siga teir. Og
nú er tolið uppi. Her eru teir frá vinstru Jógvan Mørkøre, Leif Ellingsgaard og Gunnleivur Dalsgarð á einum av mongu ferðunum út í landsstýrið