Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. desember 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 240 - 15. desember 2004 5 Drúgv ferð um Leirvíks- fjørð Klaksvík: Dúgvan fór úr Klaksvík týsmorgunin klokkan 5.45, men tá komið var til Leirvíkar, var so mikið av vindi, at skiparin gjørdi av ikki at fara inn um grótkastið og heldur venda aftur til Klaks- víkar. Ferðafólkini fingu at vita, at skipið fór av aftur Klaksvík til vanliga tíð, klokkan 7.15 og tá til Fuglafjarðar, um veðrið ikki var batnað í Leirvík. Hann øtlaði vindin nak- að tann seinna túrin, og ein hvirla tók dygt í skip- ið, tá tað var komið nakað út um Klakkin. Nógv datt av hillunum og fór send- andi í dúrkið. Og tað tókt- iskt nakað ógvusligt einu løtuna. Men tað var tíbet- ur bert tann eina hvirlan. Hetta var tó nóg mikið til at leypa hvøkk í fleiri av ferðafólkunum, sum vóru við. Alt spældi tó væl av, og Dúgvan legði at í Fugla- firði í øllum góðum beint áðrenn klokkan 8.30. Øll vóru glað, men tað vardi ikki so longi, tí tað var so bratt av rampanum niður á kaiina, at eina løtu var ivasamt, um bilarnir fóru at kunna koyra í land. Dugnaliga manningin fekk tó riggað tað soleiðis til, at bilarnir eftir einari løtu kundu koyra í land, og so var túrurin um Leir- víksfjørð av. Fyri nøkur av ferðafólkunum hevði hann tá vart í tríggjar tímar. Dúgvan sigldi aftur til Klaksvíkar og gjørdi ikki nakra nýggja roynd fyrr enn klokkan 11.45. -sae- Í sambandi við at jólaskipið kemur til Klaksvíkar ein av døgunum beint upp undir jól, hava fyri- reikararnir tikið stig til, at Ársins Rósa skal latast einum persóni, sum dagliga ger eitt stórt og ókeypis ar- beiði, hugsar um onn- ur og er har, tá harð- ast leikar á hjá familj- um og einstaklingum ÁRSINS RÓSA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Sum mótkandidatur til Árs- ins neyðrakett hjá Dimma- lætting hava fyrireikararnir av Jólaskipinum, Norðlýsið og Klaksvíkar kommuna við borgarstjóranum á odda tikið stig til at lata Ársins Rósu til ein persón ella ein bólk, sum hava gjørt eitt megnararbeiði í tí stilla við stuðuli og øðrum til onnur, ið líða neyð á ein ella annan hátt. Hetta átakið er ógvuliga líkt Månedens buket hjá danska sjónvarpslæknan- um, Peter Qvortrup Geis- ling, sum vitjaði í Føroyum fyrr í ár. Niklas Heri Jákupsson, sum er ein av fyrireikarun- um til Jólaskipið sigur, at hann so mangan hevur havt tað á orðið, at man átti at gjørt eitt tílíkt árligt átak fyri at rósa fólki og geva eitt hart tiltrongt herðaklapp. – Vit onnur seta sjálvandi stóran prís uppá slíkt ar- beiði, men eru kanska ikki so ógvuliga røsk at vísa teimum, ið arbeiða í tí stilla, at tey eiga okkara stuðul, og at vit virðismeta tað tey gera, siga fyrireikar- arnir í tíðindaskrivi. Borgarstjórin handar Ætlanin er, at hendan hand- anin skal vera í samband við røðuna hjá borgarstjór- anum í samband við "Jóla- skipið". Tann, ið verður kosin Ársins Rósa, fær eina stóra flotta kurv og eina silvurlagda rósu. Fyribils arbeiðir ein nevnd, mannað við Stein- bjørn O. Jacobsen, borgar- stjóri sum formanni, einum umboði frá Jólaskipinum, blaðstjóranum á Norðlýsin- um og einum umboði aftur- at úr býráðnum við hesum tiltakinum. So er ætlanin at tann, ið fær Ársins Rósu eisini skal upp í nevndina, so tann sessurin verður skiftur út á hvørjum ári. – Tað verður kommunan, sum kemur at taka sær av hesum. Jólaskipið verður bert ein partur av nevndini, sigur Niklas Heri Jákups- son. Í tíðindaskrivinum verður eisini sagt, at hugsanin aft- an fyri Ársins Rósu er ein roynd, at venda tonkunum hjá øllum til tey mongu, sum eru stuðlar undir sam- felagi okkara, men sum vit mangan gloyma, nú alt skal ganga so skjótt, og vit ong- antíð halda okkum hava nóg mikið av tíð í tí dag- liga. Ársins Rósa verður ong- antíð givin til øll tey mongu fyrimyndarligu fólkini, ið fara fram í stillum við sín- um stóra arbeiði, men hon kann vera við til at venda hugsanunum hjá øðrum til teirra í minsta lagi einaferð um árið. Uppskot sendast inn Fyrireikararnir vilja við hesum biðja borgarar í Klaksvíkar kommunu um at senda uppskot inn um, hvør eigur at fáa Ársins Rósu 2004. – Vit fara at hava okkara egnu uppskot, men vit vilja fegin hava onnur við, tí tað kann vera so skjótt, at vit gloyma onkran, sum veru- liga hevur uppiborið Ársins rósu, sigur Niklas Heri. Tey, ið hava hug at senda uppskot inn, kunnu bara skriva nøkur fá orð, har navn á viðkomandi, sum man heldur átti at fingið Ársins Rósu 2004 er á og greiða eftir førimuni frá í stuttum, hví tú heldur at viðkomandi skal hava Rósuna. Brævið kann sendast til: Ársins Rósa, boks 58, 700 Klaksvík. Ársins Rósa: Eitt herðaklapp til tey hjartagóðu Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, fer at handa Ársins Rósu í sambandi við røðu sína, tá jólaskipið kemur til Klaksvíkar ein av døgunum beint upp undir jól Savnsmynd