hósdagur 21. november 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
22. NOVEMBER 2019
Tað var væntandi, at Løgtingið fór at
venda tummilin niður til ætlanirnar hjá
Jenisi av Rana um at stovna føroyska
sendistovu í Jerusalem og at viðurkenna
Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels.
Tað var longu greitt hendan dagin, tá
samgonguskjalið varð undirskrivað, at
boðskapurin frá landsstýrismanninum í
uttanríkismálum ikki fór at verða tikin í
álvara. Løgmaður fekk seg ikki til at
rættleiða komandi landsstýrismannin,
men skundaði sær víðari til næsta
spurning frá fjølmiðlafólkunum.
Ikki fyrr enn uttanríkisráðharri okk
ara segði somu orð við danskar miðlar
varð boðskapurin tikin í álvara av sam
gongufeløgum, sum mótmæltu. Og tá
danskir miðlar spyrja, so mátti løgmaður
eisini út at forklára seg við, at her er tal
an um mál, sum ikki er viðgjørt í sam
gonguni enn.
Tann viðgerðin hevur framvegis ikki
verið, men verður helst í komandi viku,
um málið ikki doyr burtur av sær sjálv
um.
Eitt er so tað, at eingin hevur tikið
Jenis av Rana fyri fult við Jerusalem-
ætlanini. Men tað sum kanska er enn
verri er, at nú tykiskt ikki ein gong vera
meiriluti fyri at seta á stovn sendistovu
í Ísrael í heila tikið.
Rumblið um sendistovuna er komið
stak illa við hjá løgmanni, sum júst
hevur havt fundir við Mette Frederiksen,
forsætisráðfrú, um víðari heimildir til
Føroyar á uttanríkispolitiska økinum.
Hetta rumblið styrkir ikki tað álitið.
Tað tykist rímuliga greitt, at tað
hvørki
er
eitt
handilsligt
ella
diplomatiskt
endamál
við
hesi
sendistovu. Endamálið er av átrún
aðarligum slag.
Eisini tykist tað ikki sørt rangvørt, at
Sambandsflokkurin av øllum nú gongur
á odda at stovna sendistovur kring
knøttin, har vit eingi handilssambond
hava – flokkurin, sum hevur tvíhildið
um, at hetta kann greiðast við danska
sendistovunetinum, men ofta etur
hundur tað, hann havnar.
Provokatiónin hjá landsstýrismanni
num gjørdist í staðin ein boomerangur
– men kanska løgmaður fer at royna at
seta seg í respekt aftur á Christiansborg
við at broyta ísraelsætlanina til eina
sendistovu í Washington ella í New
York.
Gjørdist provokatiónin boomerangur?
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Fæst til keyps
kring landið!
FØROYSKUR
Á 224 síðum taka vit saman
um fótbóltsárið 2019. Í bókini
kanst tú lesa alt um Betri-
deildina hjá monnum, vit
meta um avrikini hjá øllum
liðunum og kjósa profilar og
stjørnuskot á liðunum. Vit
umrøða eisini Betri-deildina
hjá kvinnum og greina
avrikið hjá meistaraliðnum.
Í bókini kanst tú eisini lesa
um øll landsliðini hjá FSF,
um europeisku dystirnar
hjá feløgunum, um útisetar,
um steypakappingarnar
hjá monnum og kvinnum,
og vit hava myndir av
øllum føroyameistarum og
steypavinnarum.