Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. desember 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 240 - 15. desember 2004 Brot úr kirkjusøguni Flytingar á flogvøllinum Heimamissiónsforlag ið gav herfyri út bók við parti av føroysku kirkju- og missións- søguni. Útávan var í samband við 100 ár dagin hjá Heima- missiónini BÓKAÚTGÁVA Edvard Joensen Herfyri kom onnur bókin í røðini um Kirkju og missi- ónssøguna í Føroyum út. Tað er Johannes Andreas Næs, sum skrivar, og Heimamissiónsforlagið gevur út. Onnur bókin eitur »Í Leirum og úr Leirum«, og leiðir heitið beinanveg hug- in til Hvalbiar, haðani høv- undurin eisini er ættaður. Bókin lýsir søguliga fyri- brigdi í samband við ver- andi kirkjuligar og sam- felagsliga umstøður, siga útgevararnir. Sum vera man verður nakað væl gjørt burtur úr teimum fyrstu sonevndu missiónsprestunum. Ser- liga eru tað teir báðir Suð- uroyarprestarnir Einar Michael Riise og Franz Busch, sum fáa umtalu í bókini, siga útgevararnir. Eisini aðrir prestar sleppa kortini upp í part. Eitt nú Sandoyarpresturin Jørgen Falk Rønne, sum sat í Tod- nesi og eygleiddi føroysk kirkju- og samfelagsviður- skifti. Greitt verður frá hes- um viðurskiftum, sum tey vórðu sædd við hansara eygum. Heimamissiónin hátíðar- heldur í ár, at tað eru 100 ár, síðan rørslan kom til Føroya. Tað hevur verið hildið á ymsan hátt. Bæði við stórum og smáum møt- um, ymsum tiltøkum kring landið og so eisini við bókaútgávum. Millum annað hevur Jo- hannes Andreas Næs givið tvær bøkur um kirkju og missiónssøguna út. Tann fyrra nevnist »Varðar á kirkjugøtuni« og kom út í vár. Bøkurnar kosta kr, 200,- stykkið og fáast í bókabúð- unum kring landið, sigur útgevarin, sum er Heima- missiónsforlagið, ið heldur til í Nesvík. Atlantsflog og Flog- felag Føroya fara í næstum at skifta um avreiðsluhøli á flog- vøllinum. Og bankin verður burtur FLYTINGAR Edvard Joensen Vágar: Umleið hálvan januar ella so broytist myndin í ter- minalinum a flogvøllinum. Tá fer Flogfelag Føroya, sum í árvís hevur hildið til beint við síðuna av inn- skrivingardiskinum, at flyta yvir um gólvið í hølini, sum Atlantsflog hevur hinumegin. Og vitiligt fer Atlantsflog so at yvirtaka hølini, sum Flogfelagið higartil hevur hildið til í. Grundin er tann, sigur Finnbogi Niclasen, flog- vallarovasti, at virksemið hjá Flogfelagnum er mink- að so munandi, síðan Maersk Air gavst at fúgva, at mett verður ikki, at hølini standa mát við virksemið. Hinvegin er virksemið hjá Atlantsflogi vaksandi, og tí verður hetta umbýtið nú framt, sigur hann. Flogfelag Føroya hevur kortini okkurt virksemi eftir á flogvøllinum sjálv- um, vísir Finnbogi Niclsen á. Til dømis er Flogfelagið umboð fyri oljuveitaran til flogførini, og hevur nokk so fitt av virksemi av tí. Tá »nýggja« danska flog- felagið DAT fer at flúgva í Vágar í næstu viku, fer Flogfelag Føroya at vera umboð hjá teimum. Men tað verður rættilig avmark- að tíðarskeið í fyrsta um- fari, sigur Finnbogi Nicla- sen. Føroya Banki, sum altíð hevur havt deild á flogvøll- inum, fer nú eisini at flyta, og verður deildin avloyst av eini maskinu, sum fer at býta føroyskar pengaseðlar um við aðrar seðlar, fólk vil hava. Áhaldandi tíðindi vilja eisini vera við, at skifti verður í cafeteria á flog- vøllinum í næstu framtíð. Eitt hotel skal loysa annað av sum cafeteriavertur á flogvøllinum i Vágum, vilja tíðindini vera við. Í løtuni er tað Hotel Lonin á Eiði, sum rekur cafeteria og kioskina á flog- vøllinum. Men nú frættist áhaldandi, at Hotel Vágar fer at yvirtaka hesa tænast- una. Men hvørki Finnbogi Niclasen, flogvallarovasti, ella Kári Hentze, leiðari á Hotel Vágum, vilja vátta hesi tíðindi. Tó viðganga báðir, at eitt skifti er upp á tal, og at Hotel Vágar er við í kappingini um at sleppa at reka cafeteria og kioskina á flogvøllinum í Vágum. t standa Atlantic Airways á hølunum, har Flogfelag Føroya í ein mansaldur hevur hildið til á flogvøllinum í Vágum Mynd: Edvard Joensen Onnur útgávan í røðini um kirkju- og missiónssøguna í Føroyum, sum Johs. Andr. Næs skrivar, eitur »í Leirum og úr Leirum« Tíðindaskriv frá Føroya Barnaheimi: Fløgan Mura er komin út Ungfólk á Føroya Barnaheimi hava við góðari hjálp frá kendum tónleikar- um og sangarum givið út nýggja fløgu við fjølbroyttum tónleiki TÍÐINDASKRIV Nýggj føroysk fløga er komin á marknaðin. Tað er ungdómsdeildin á Før- oya Barnaheimi sum stendur fyri fløguútgáv- uni. Á ungdómsdeildini verður javnan arbeitt við tónleiki og eru tað tey ungu, ið royna sínar gávur innan hetta økið. Tey ungu sleppa at royna seg við ljóðførum, sangi og eisini hava fleiri roynt seg í at skriva tekstir og løg saman við eitt nú starvsfólkunum á deild- ini. Hetta verur alt gjørt við tí endamálið at hava tað stuttligt, at menna tey ungu og teirra evni innan tónleik og at úttrykkja seg kensluliga eitt nú gjøgn- um tónleik. Fløgan er eis- ini givin út við hesum sama endamáli, nevniliga fyri at geva teimum ungu eina kenslu av at hetta er teirra verk. Eisini er fløguútgávan ein liður í at menna tónleikavirksemið á ungdómsdeildini á Før- oya Barnaheimi. Yvir- skotið frá søluni av fløg- uni fer óskert til hetta. Arbeitt hevur verið við fløguni í eitt longri tíðar- skeið, og er fløgan "Mura" á einum høgum tónleikaligum støði. Tekstirnir eru fjølbroyttir, alt frá at kalla fosturlands sangum til meira skemti- ligar sangir. Eisini løgini eru fjølbroytt. Bæði still og meira lívlig løg. Stór hjálp er fingin til vega í samband við fløgu- útgávuna. Tónleikaliga so hava fleiri royndir tón- leikarar hjálpt til við fløg- uni so sum Niclas Jo- hannesen, Jón Mc Birni, Kim Hansen, Jens Marni Hansen o.o. Eisini royndir sangarar so sum Eivør Pálsdóttir, Terji Rasmus- sen, Pætur við Keldu eru við á fløguni. Umframt tað eru nøvn við, sum helst fara at gera seg galdandi í framtíðini. Fløgan "Mura" hevði ikki sæð dagsins ljós, uttan tann góða stuðul ið fyrst og fremst hevur verið veittur peningaliga, men eisini tónleikaliga. Tí takka børn/ung og starvs- fólk á Føroya Barnheimi hjartaliga fyri stuðulin. Um møguligt yvirskot verur av fløguni, verður tað brúkt til at menna tóleikarbeiðið á FB. Tí fært tú ikki bert eina góða fløgu tá tú keypir "Mura", men ert eisini við til at stuðla tónleikavirksemin- um á Føroya Barnaheimi. Fløgan fæst til keyps á flestu Shell og Statoil støðunum um landið, og í ymiskum øðrum handl- um. Eisini ber til at ogna sær fløguna við at ringja beinleiðis til deildina á tlf 352115.